Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Savnið
Lýsing
Lýsing

USA meldar seg úr Unesco

Uttanlands | 12/10 15:36

Ein orsøk er, at Unesco skal vera antiísraelskt.

Amerikanska uttanríkisráðið hevur í dag boðað frá, at landið fer at melda seg úr ST-stovninum Unesco tann 31. Desember 2018.

Unesco er ST-stovnurin fyri útbúgving, vísund, mentan og samskifti.

USA hevur áhaldandi ferðir lagt Unesco undir at vara antiísraelskt, og landið steðgaði við øllum peningaligum veitingum til Unesco í 2011, tá Palestina fekk fullan limaskap.

Sambært amerikanska uttanríkisráðnum meldar USA seg úr Unesco orsaka av vaksandi eftirstøðum, manglandi nýskipanum og framhaldandi fordómum móti Ísrael í Unesco. USA fer tó at royna at fáa eygleigarastøðu í Unesco, fyri framvegis at kunna veita síni sjónarmið og serfrøði til stovnin.

Aðalskrivarin í Unesco, Irina Bokova, kallar amerikansku avgerðina fyri eitt tap fyri ST-samstarvið og altjóða politiskt samstarv.

Sambært einum talsmanni fyri uttanríkisráðið í USA er tað Rex Tillerson, uttanríkisráðharri, sum hevur tikið avgerðina um at melda USA úr Unesco.

Unesco hevur høvuðssæti í Paris, og stovnurin hevur síðani 1945 virkað við tí endamáli at fremja samstarv millum lond á ávísum økjum.

Løgtingið samtykti í 2009, at Føroyar skuldu søkja um atlimaskap í Unesco.


Skrivað: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir