Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

10 áir standa fyri nærum allari plastikkdálking í heimshøvunum

Uttanlands, Vísind | 19/10-2017 06:00

Heimshøvini eru dálkað við miljónum av tonsum av plastikki, og tað mesta kemur úr nøkrum fáum áum. Men tað kunnu vera góð tíðindi, halda granskarar.

Heimshøvini eru full av plastikkavfalli.

Ongin veit nágreiniliga, hvussu nógv plastikk flýtur runt á høvunum. Nakrir granskarar meta, at menniskju seinastu áratíggjuni hava fylt umleið 155 miljónir tons av plastikkavfalli í høvini.

Og tað verður ikki minni av tí. Dálkingin veksur. Ymsar granskingarverkætlanir meta, at vit hvørt ár leiða 8-12 miljónir tons av plastikki út í høvini.

Men tað er ikki fyrrenn nú, at granskararnir vita, hvussu plastikkið endar í okkara høvum. Týsk vísindafólk hava funnið svarið upp á, hvagani tað kemur, skrivar DR Nyheder.

95 prosent av plastikkinum er úr 10 áum

Tað er bert ein sera lítil partur av plastikkinum, sum verður leiddur beinleiðis á sjógv av tildømis farmaskipum, fiskiskipum og boripallum.

Umleið 95 prosent av plastikkavfallinum endar í havinum umvegis áarskipanir. Og at kalla øll dálkingin kemur úr bert tíggju áum.

Tað avdúkar ein nýggj granskingargrein frá týska Helmholtz Zentrum für Umweltforschung (UFZ), og sum júst er almannakunngjørd í Environmental Science and Technology.

Átta av áunum eru í Asia og tvær í Afrika. Talan er sostatt um áir í tættfólkaðum umráðum, har hundraðtals miljónir fólk búgva, sum standa fyri at kalla allari dálkingini av plastikki, sum á hvørjum ári endar í høvunum.

Ætla at minka plastikkið í áunum við eini helvt

-Tað hevði verið eitt risaframstig, um vit bara kundu minkað útlátið av plastikki við eini helvt úr hesum áarmunnunum, sigur hydrogeologurin Christian Schmidt frá UFZ í einum úttalilsi um verkætlanina.

-Tess meiri avfall er í umráðunum kring áarmunnarnar, sum ikki verður viðgjørt rætt, tess meiri plastikk kemur eisini út í áirnar og skolar út í havið, sigur Christian Schmidt.

Kinesisk á størsti syndari

Granskararnir gjørdu til sína kanning 79 royndarøki við 57 ymiskar áir kring heimin. Millum annað við kinesisku Yangtze-ánna.

Hon er við sínum 6.300 kilometrum longsta áin í Asia. Og hon ringir seg gjøgnum nøkur av størstu og fólkaríkastu ídnaðarøkini í Kina. Tildømis Chongqing, Wuhan, Nanjing og so størsta býin í Kina, Shanghai, har meira enn 24 miljónir fólk búgva.

Yangtze-áin er greitt størsti syndarin av øllum áunum, og týsku granskararnir meta, at hon leiðir umleið 1,5 miljónir tons av plastikki út á hav um árið.

Yangtze-áin hevði størsta innihaldið av mikroplasti, meðan amerikanska San Gabriel River í Los Angeles hevði størsta partin av makroplasti.

Mikroplast finst allastaðni í gerandisdegi okkara og bæði í jørð, vatni og luftini. Granskararnir vita ikki enn, hvørjar avleiðingar tað hevur, tá tað kemur inn í mannakroppin.

Plastikkið hevur eisini avleiðingar fyri plantur, djór og kyknur í høvunum. Tildømis halda fiskur og fuglur plastikkið vera føði.

Góð tíðindi fyri bardagan ímóti plastdálking

Í greinini í Environmental Science and Technology vísa granskararnir á, at úrslit teirra ikki neyðturviliga eru ring tíðindi. Tá vit nú vita, at eitt lítið tal av áum stendur fyri størstu dálkingini, so ber eisini til at miðsavna átøkini ímóti teimum tíggju áunum og fáa eitt effektivt úrslit, halda granskararnir.

-Skerja vit útlátið úr teimum tíggju áunum við 50 prosentum, so skerja vit samlaða heimsútlátið úr áum til havøki við 45 prosentum, skriva granskararnir.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi