Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Tilfeingisgjald og sjórænaraskip við útlendskari manning

Fiskivinna, Innanlands, Lesarabrøv | 06/11 16:47

Nú kunnu vit við minst 99,9% vissu siga, at tað verða gomul skip, manna við bíligari útlendskari manning, sum fiska tað sum fiska verður. Minst 25% av veiðuni verður avreitt uttanlanda. Virkir stongja og fólk missa arbeiði.

(Hetta er langt og rættuliga trupult at skilja. Vil frámæla búskaparfrøðingum og samgongulimum at lesa hetta. Men øll fáa ein bíligan látur við at trýsta á link niðast í hesari grein)

Fríggjadagin var uppskot um tilfeingisgjald lagt fram. Eg fekk staðfest tað eg væntaði. Minnist væl bókaframløguna hjá Óla Samró, um fiskivinnu runt um í heiminum. Tá segði Høgni Hoydal, at hann dámdi væl skipanina á Falklandsoyggjunum. Har eru 58 persónar í fiskivinnuni og alt verður fiska við útlendskum skipum, sum onki samband hava við Falklandsoyggjarnar.

Falkandsoyggjarnar fáa uml. 120 milliónir árliga í ”Landskassan” fyri síni 500.000 tons av fiski. Tað mettar 40% av 3.000 fólkum.

Brúkti náttartímarnar at lesa uppskoti og gjørdi smávegis notatir. Í dag leygadagin 4 november havi eg aftur lisið uppskotið og gjørt fleiri notatir og roynt at hugsa kreavtivt.

Faktiskt havi eg brúkt sama hátt, sum tá eg onkuntíð telvi á internetinum. Vanligt talv er at royna at finna frægasta leik til egnan fyrimun. Tá er ikki altíð so lætt at finna feilir hjá hinum partinum. Ein roknar jú ikki við at mótparturin ger stórar feilir, tó at tað hendur. Og tí er ofta at ein ikki fær eyga á teir.

Áðrenn eg byrji at telva, loysi eg fyrst 5 skjótar talvuppgávur. Men tá veit eg, at ein kreativ loysn finst. Eg valdi tí hendan sama leist. Fyrst at leita eftir tí kreativu loysnini. Eg var vísur í at feilir vóru í uppskotinum. Í flestu førum endar tað við at seta mótpartin skák og mát. Í hesum føri er mótparturin Føroya Landsstýri, sum lógarsmiður. Men palliba veðheldur og tí er tað teimum líka mikið.

Lasker, sum var heimsins besti telvari í nógv ár, byrjaði við at telva á ølstovum. Hann fekk eitt oyra tá hann vann og onki tá hann tapti. Hann var kendur fyri at gera fáar feilir. Orsøkina segði hann verða, at tá hann gjørdi ein feil, noyddist hann svangur í song og tí hugsaði hann seg væl um.

Einfalt í excel – katastrofa í praxis
Fyrst er at siga, at ætlanin er at áseta eitt prosentgjald av avreiðingarvirðinum sum tilfeingisgjald. Hetta gjald skal so verða galdandi komandi 2 árini. Tað er lætt at fyrihalda seg til. Men sjálvandi verður ósemja um hvussu stórt ásetta prosenti skal verða. Prosenti er ásett út frá miðal tølum. Tað gevur sjálvandi onga meining. Á hendan hátt kann ásetta gjaldið verða alt frá 50%-150% og tað er ikki sakligt.

Í 2020 verður ein nýggjur frymil brúktur, sum sigur, hvussu hetta gjald skal roknast út. Í excel arkinum er hann ikki so trupul at skilja. Men tá vit byrja at broyta ymisku faktorarnar, eins og teir gera í praxis, verður tað óalmindiliga trupult at halda skil á.

Í øllum førum ber til at siga, at tann reiðari, sum dugir best at verða kreativur, og ikki hevur moralskar trupulleikar við at reka samfelagsskaðiligt virksemi á lógligan hátt, doyr seinast.

Manningin og kommunur borga tilfeingisgjald
Hóast vit ofta hava hoyrt, at manningin ikki skal gjalda tilfeingisgjald, so skal manningin luttaka í gjaldingini av tilfeingisgjaldinum. Samstundis lesa vit á síðu 8 um fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar. Har stendur, at avleiðingin verður at kommunurnar missa 8 milliónir.

Mett verður, á síðu 14, at tilfeingisgjaldið verður 279 milliónir. Á síðu 8 sigur metingin 300 mió. Kommunur missa partafelagsskattin av hesum. Tað er (300*0,7*0,18*0,3) 11,3 mió.

Harumframt lækka hýrurnar 30-45% av hesum somu 300 mió. Um skatturin er 20% so svarar tað til minst 18 mió. Tí missa kommunurnar minst 30 mió. Hvussu eitt tal á 8 mió. er komið at standa i har er óskiljandi.  

Um vit so taka við, at reiðarar noyðast at brúka bíliga manning, so verður avleiðingin nógv nógv størri.

Havandi í huga at á síðu 5 verður rokna við leiguskipum, átti umsitingin at duga at sæð hetta og greitt frá hesum. Sambært tekstinum ber ikki til at lesa tað øðrvísi enn at hýrurnar skulu minka 652 milliónir. Og tað vil siga at kommunurnar missa 130 milliónir, bara í a-inntøku.

Tilfeingisrentan
Niðast á síðu 4 og ovast á síðu 5 síggja vit, at tilfeingisrentan ikki er definera, eins og búskaparfrøðin definerar hesa. Nú eru allar aðrar rentur íroknaðar tilfeingisrentuni. Eisini tað dugnasemi, sum onkur hevur fram um annan. (sí síðu 60-61 í búskaparfrágr. Á heysti 2014) Sum dømi kann sigast, at orsaka av at lógin í Norra, (sum ætlanin nú er at broyta) forðar fyri, at skip verða løgd saman ger at skipini hava lítlar kvotur og umvegis Sildesalgslaget tvinga prísirnar uppeftir. T.v.s. prísurin er passaligur hjá teimum og teir fiska 3 mánar og liggja 9 mánar og klára akkurát pluss á niðastu linju við nýggjum skipum. Vit hava lagt loyvir saman í Føroyum. T.v.s. at fyribils eru úrslitini betri í Føroyum. Roknast má annars við at prísur og vinningur raplar, tá lógin í Norra verður broytt.

Og tá Austervoll og Kverva eiga nógvar fiskamjøls-fabrikkir í felag og ynskja broyting, so eiga vit at fyrihalda okkum til tað. Annars er ongin kvalifisera útrokning nakrantíð gjørd av tilfeingisrentuni!! Tað eiga vit eisini at fyrihalda okkum til.

Gjalda í góðum tíðum og konkurs í ringum tíðum
At áseta skatt á 70% av inntøkum í góðum tíðum og onga afturbering í ringum tíðum viðførur í einari vinnu, at miðal úrslitið versnar munandi. Og mótsætt tí okkara búskaparfrøðingar siga (eg meini teir sum reka politik saman við starvsfólkum í Kringvarpi Føroya), so er tað also munur á vinnum. Flestu vinnur svinga sera lítið. Men tilfeingisvinnur svinga nógv. T.d. roknaði eg einaferð miðal út fyri tosk, hýsu og upsa.

Útrokningin bygdi á tøl frá 1993-2014, bæði árini írokna. Teoretiska max og minimums virði vóru 3.402 milliónir og 383 milliónir. T.v.s. at í exel arkinum má roknast við at ringasta árið er 10% av besta árið. Síðan tók eg faktisku tølini. Besta árið var 1.863 mió. og ringasta árið var 696 mió. Avreiðingarvirði ringsta árið var 37% av avreiðingarvirðinum besta árið. Miðal avreiðingarvirði av báðum hesum tølum er 1.280 miliónir.

Við at rokna øll árini var miðal talið  1.197 milliónir. Miðal er tað talið, sum skal verða basis fyri øllum útrokningum. Og miðal skal geva vanligan vinning. T.v.s. at øll roknistykkir eiga at brúka miðal árið sum útgangsstøði og ikki eitt tilvildarligt ár. Hetta sæst ikki nakrastaðni at verða gjørt í lógaruppskoti ella í viðmerkingunum.

Út frá hesum sæst, at bestu árini verður alt tikið inn í skatti og vánaligu árini verður undirskot og konkurs í vinnuni, umframt at tilfeingisgjaldi verður null og landskassin fær eisini undirskot.

Um vit harumframt hava í huga, at fiskiskapur varierar yvir uml. 56 ár, so verður uppgávan at rokna miðal tøl tilsvarandi trupul. (sambært, árringum í Svøriki og California, Ísboringar í Grønlandi, Botnkanningum í California. Fiskivinnuhagtølum seinastu 100-150 árini, sambært japanskum kanningum o.sfr.)

Tilfeingisgjaldið verður skeivt útrokna í uppskotinum
Tilfeingisgjald skal útroknast pr. fiskaslag. Útreiðslur skulu deilast pr. fiskaslag. Útreiðslurnar verða deildar í mun til umsetning.Tað verður stuttligt.

Hvussu gert tú, um tú sum dømi fiskar ein túr sild og ein túr makrel. Við dagsins prísi er munurin meira enn 50%. Men allar fastar útreiðslur eru tær somu. Tá verða útreiðslurnar at fiska makrel alt ov høgar og útreiðslurnar at fiska sild alt ov lágar. Men hetta ávirkar jú støddina av tilfeingisgjaldinum. Og tí verður útroknaða tilfeingisgjaldi fyri Makrel ov lágt og fyri Sild ov høgt.

Orsøkin til at tað hevur tídning eru tvær. Onnur er, at søluprísurin av tí sum selt verður á uppboðssølu verður brúktur at regulera ásetta tilfeingisgjaldið. Tá verður tilfeingisgjaldið, sum er ásett ov lágt regulera uppeftir. T.v.s. at í hesum dømi, verður tilfeingisgjaldi á Makrel regulera meira enn tað eigur at verða.

Hin orsøkin er, at tá miðalprísurin verður skeivt útroknaður, so verður tilfeingisgjald pr. skip skeivt. Tí fara summi skip at gjalda ov nógv og onnur ov lítið.

Svartkjaftur hevur heilt annan pris. Tí verður eisini okkurt stuttligt roknistykki um svartkjaft.

Og um vit so taka t.d. Gullaks. So verður tað eisini eitt óalmindiliga stuttligt roknistykki.

Og so kemur uppboðssølan umframt. Hon ger útrokningarnar fløktar og lítið gjøgnumskygdar.

Prísur á komandi uppboðssølu
Við at brúka hýru, sum búskaparráðið tosaði um í 2014 og gomul skip ber til at maximera møguleikan at bjóða á uppboðssølu. Sum nevnt omanfyri ávirka fleiri faktorar og tí er trupult at siga júst, hvussu stórur munurin er. Tað valdast, hvørji fiskasløg keypt verða á uppboðssølu.

Um ein velur bara at bjóða uppá makrel, so sær út til at til ber hjá gomlum skipi við bíligari manning at bjóða kr. 3 pr. kg makrel meira enn eitt nýtt skip við vanligari hýru klárar at bjóða. Um bjóða verður uppá fleiri fiskasløg, broytist talið, men ikki so nógv.

Men tað er púra greitt, at tann, sum best skilur, at endamálið er at sleppa av við limirnar í FF og FSN og avreiður mest møguligt uttanlanda og brúkar skip, sum er stuttíðar keypt, setur øll onnur skák og mát.

Limirnir í FA, missa síni størv saman við limunum hjá Maskinmeistarafelagnum á landi og sjógvi. Men tá teir einki siga, so er ongin orsøk hjá komandi strámonnum at fáa moralskar trupulleikar av tí orsøk.

Ásetta tilfeingisgjaldið á makrel verður millum 90 og 100%
Hóast lógin tosar um at áseta tilfeingisgjald á 70%, so verður talið at liggja millum 90% og 100% Orsøkin er at tað sum bjóða verður á uppboðssølu verður nógv meira enn ásetta gjaldið. Við tíðini verður ásetta gjaldið og tað sum bjóða verður, tað sama. T.v.s at ásetta gjaldið verður tað sama sum uppboðssølugjaldið.

Hetta tí at reiðarar verða noyddir at tilpassa seg og lækka hýru og útvega sær gomul skip.

Skipanin er soleiðis sett saman, at tað eru ikki aðrir møguleikar. 

Minimum stødd krevst
Út frá hesum, sæst, at tað verður trupult at leggja til rættis. Eisini er tað galdandi, at av tí at fastar útreiðslur eru ein rímuliga stórur partur av samlaðu útreiðslunum, er neyðugt at skip hava nóg mikið av rættindum til at fiska næstan alt árið. Tilfeingisgjaldið er rokna av miðal og tann við høgum rakstarútreiðslum pr. kg. tí hann eigur eitt skip alt árið men bara fiskar part av árinum, kann ikki gjalda sínar skyldur.

Úrslitið kann betrast við at flyta fiskasløg millum skip. Tað verður tí neyðugt við sera kreativum bókhaldara fyri at klára seg í kappingini móti øðrum, sum eisini duga at flyta fiskasløg millum skip. Og tað sigur okkum so aftur, at tann, sum bert eigur eitt skip tapur kappingina, tí hann ikki hevur møguleika at flyta millum skip og harvið fáa sum mest burtur úr.

Besta roknistykki er onki skip at eiga og at avtala við norskt ella bretskt felag at stuttíðar keypa teirra skip teir 9 mánarnar teir annars liggja við kaj. Tá verður tilfeingisgjaldið minimera, tí at raksturin kann dragast frá o.s.fr. Harumframt ber tá til um stutta tíð at ”avtala” prisin uttan at gera beinleiðis avtalur. Samstundis minkar forhaldlingskraftin hjá Føroyum. Og tá sita teir báðu megin borið i millumtjóða forhandlingum tá samlaða kvotan skal deilast millum lond. Og Føroyar krevja kvotu til landskassan at selja ríkmonnum og kvotabarónum og hinir krevja kvotur til sín fátaka útjaðara at fiska!!

Preludium
Mær kemur til hugs, tá Høgni og Aksel vóru í R7 studio aftaná at samgongan hevði gjørt eina av sínum nógvu semjum um fiskivinnupolitikkin. Tá segði Aksel klárt og tiðiliga, at ásetta gjaldið skuldi verða út frá roknskapinum. Høgni tosaði um at rættari hevði verið at uppboðssølan eisini var partur av hesum sama.

Mær kemur eisini til hugs allar tær ferðirnar, sagt hevur verið, at tað ikki er soleiðis uppskotið skal skiljast.

Mær kemur eisini til hugs, tá sagt var, at manningarnar skuldu ikki taka lut í at gjalda tilfeingisgjald.

Eg skilji ikki, hví menn, ikki siga sum er. Hvi ikki fortelja hvat veruliga endamálið er? Hví hava menn sagt ósætt so leingi?

Tað framgongur rættuliga klárt, at lógarsmiðirnir ikki hava evnini at gera eina lóg, sum røkkur ætlaðu endamálunum. Eisini er greitt, at menn vita at førleikin manglar og at teir royna at tosa seg burtur úr trupulleikanum.

Tá úrslitið verður, at tey sum hava minni skulu missa, meðan tey sum hava nógv kunnu velja ímillum at stovna AirBnB við skipum ella at lata seg pensjonera og fáa tíðina at ganga við at telja pengar, so skilji eg als einki av ti heila.

Skriva stendur: Teimum sum hava skal verða givið. Tað gevur ikki politikarum heimild til at taka frá teimum, sum einki eiga.

Eiler Jacobsen segði annars aftaná at hann hevði selt, at tað var óinnteresant bara at eiga pengar og einki skip. Astrup segði, at tað kravdust 50 milliónir í kontantum pengum fyri at lata Føroya Fiskavirking uppaftur.

Men sjálvandi verður svarið: Tað er ikki rætt! Tað er ikki soleiðis tað skal skiljast!

Ella kanska soleiðis: Tit kunnu velja at trúgva tí eg sigi. Tað er eg sum havi gjørt lógaruppskotið. Ella tit kunnu velja at trúgva tí sum roynt verður at spinna burtur úr tí: (sí min 6:45)  TRÝST HER

Eivind Jacobsen
Strendur

P.S.
Talvan vísur, hvussu til ber at spæla sær við tølum og at tað væl ber til at gera tað ómøguligt at reka vinnu hjá teimum, sum hava varveitt søgulig rættindi. Viðmerkjast skal, at talvan kann verða trupul at skilja.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Skrivað: Tíðindaskriv
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Ongir pengar úr Kollafirði til Hollands
Samrøða: Høgni Hoydal, um fiski­vinnu­nýskipan
Íslendsk innrás á Tvøroyri við útbúnaði til Varðan Pelagic
Nú innrætta teir íbúðirnar á Biskupstorginum
R7, Oyggjatíðindi og VP hava best fjølmiðlasið
Hugnaløtan 1 - Gestur: Victor Dánjalsson
Tá hini altíð hava skuldina - og vinna, fakfeløg, leik og lærd verða ákærd fyri konspiratión og valdstøku
Havrannsók­nar­skipið verður smíðað á Skála
Brúgvin 69 - 2017-11-13
Hann gjørdist 1,5 mia. kr. ríkari í gjár
Tað verður teskað í krókunum
Svimjingarhøll í Runavík
Kvotukongar umhugsa at krevja endurgjald frá statinum
Miðflokku­rin setir stór krøv til samgonguna
Tvístøða kjaksending 21
Fiski­mála­ráðið hevur afturkalla politifráboðan
Myndir frá lands­fundi­num hjá Fólka­flokkinum
Gleðast fyri hosurnar
Risastórt teldutreff í Hoyvíkshøllini
Avdúking av standmynd
Vága Floghavn skal hava nýggjan stjóra
Jól við Løkin konsert útseld eftir 57 sekundum
Jenis kunnar seg um kanabis
Tveir persónar saknaðir eftir eldsbruna í Norra
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi