Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Miðflokkurin setir stór krøv til samgonguna

Innanlands, Politikkur | 13/11-2017 08:58

Vil hava eina heilt nýggja samgongu við einum øðrum politikki.

“Vit fara ikki at stuðla núverandi samgongu, men kunnu samráðast um eina nýggja, har allur politikkurin, men fyrst av øllum tað etiska, andaliga og sosiala, verður tikin til viðgerðar!” Tað skrivar Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, á facebook.

Tosið um samskiftið millum leiðsluna í samgonguflokkunum og Miðflokkin snýr seg í stóran mun um at finna tey røttu orðini. - Er tað verandi samgonga, sum skal víðkast, ella er talan um eina nýggja samgongu við einum nýggjum samgonguskjali? Jenis av Rana er ikki í iva:

“Tað kemur ikki upp á tal at stuðla hesari samgonguni! Vit tosa um eina nýggja samgongu, har núverandi 17. atkvøðan als ikki verður við,” sigur hann.

Kringvarpið segði í gjár, at tey høvdu fingið fatur á samráðingarupplegginum, sum Miðflokkurin hevur sent samgonguni, og tað ber í øllum førum boð um, at tað veruliga er eina nýggja samgongu, ið Miðflokkurin vil hava.

Miðflokkurin sigur um fiskivinnunýskipanina, at bara nýtt tilfeingi skal seljast á uppboðssølu, og reglurnar fyri antitrust skulu vera munandi linari, enn samgongan vil.

Um pensjónsmálið sigur Miðflokkurin, at skattafría grundarupphæddin í fólkapensjónini skal fáa frið, og hon skal hækkast aftur til tað støðið, sum hon var á, áðrenn samgongan lækkaði hana.

Og fólkaatkvøða skal verða um hjúnabandslógina áðrenn 1. juli næsta ár.

Tað er lítið sannlíkt, at semja fæst í samgonguni um at eftirlíka hesum ynskjunum, og á hinari síðuni er spurningurin, hvussu nógv Miðflokkurin kann slaka í sínum krøvum, uttan at talan verður um at stuðla verandi samgongu, heldur enn at skipa eina nýggja samgongu.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur vent sær til Miðflokkin, tí full undirtøka er ikki í samgonguni fyri uppskotinum um sjófeingi. Men um Miðflokkurin heldur ikki tekur undir við uppskotinum, uttan at so stórar, grundleggjandi broytingar verða gjørdar í tí, so er spurningurin, hvat endamálið er við at víðka samgonguna, tí uttan iva ber eisini til at fáa breiðari undirtøku í samgonguni, um hesar broytingarnar verða gjørdar.  

7 vikur eru, til nýggjárs, tá lógin um sjófeingi skal verða sett í gildi.

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi