Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Avdúking av standmynd

Innanlands | 15/11-2017 11:16

Um viðrar verður stórt hátíðarhald niðri við Vatn leygardagin 25. November 2017, kl. 14:00 har standmynd av nykinum verður avdúkað. Skipað verður fyri sermerktari og stórslignari framførsla við nógvum ymiskum og forvitnisligum á skránni.

At taka framaftur tær aldargomlu ævintýrkendu søgurnar og seta tær í standmynd ella líknandi, hevur víst seg at havt positivan týdning, og hava hesar standmyndir skapt stóran áhuga fyri søguni og verið eitt gott ferðavinnun mál. Á okkara heimligu støðum, kann nevnast “Kópakonan” í  Mikladali og søgnin úr Oyndarfirði um Rinkusteinarnar. Hetta eru støð, sum flest øll vilja síggja.

Uttanfyri landoddarnar eru fleiri av hesum ævintýrkendu standmyndum, nevnast kunnu “Den lille havfrue” á Longulinju í Keypmannahavn,   Molle Mollone í Dublin - "Manneken Pis” smádrongurin í Bruxells.  Hesi støð eru avgjørt vørumerki fyri landið og ikki minst fyri býin, har ferðavinnan hevur góðar dagar av júst hesum standmyndum, sum ikki kunnu virðismetast nóg mikið í dag.

Vit eru í eini tíð, har mentan og søga hevur stórar avbjóðingar, okkara sagnir eru uppímóti spennandi teknimyndum frá Disney, telduspølum og t-shirtum við ymsum fremmandum tekningum og ikonum.

Unga ættarliðið tekur blint ímóti hesum nýggja ráki, alt meðan okkara sagnir, søgur og mentan fer í bakgrundina. Hesi eru jú bara uppá skrift í ymsum bókum ella á mannamunni, sum so líðandi blíva meir og meir óaktuell.

At taka sagnirnar fram, skapa tær í standmynd og harvið æviggera tær, meta vit, hevur stóran týdning fyri okkum sum tjóð. Eisini tá hugsað verður um mentanina, søguna og ikki minst ferðavinnuna.

Sagnir um Nykar eru kendar úr fleiri støðum kring landið. Søgnin er um, at ein Nykur, ein skapningur átøkur einum stórum hesti, har hógvarnir venda mótsattan veg, kemur upp úr vatninum og roynir at lokka børn og ungfólk upp á bakið á sær. Tá hetta eydnast, fer Nykurin aftur í vatnið við førninginum á bakinum.

Í eina tíð hevur ein áhugabólkur í Vágum arbeitt við at ítøkiliggera søgnina um Nykin á Vatninum.

Fleiri sagnir eru um Nykin.  Fyri at livandigera eina av hesum sagnum, skapa áhugan og sum eitt íkast til ferðavinnuna, eru fyrireikarnir í gongd at leggja síðstu hond á at gera eina standmynd av Nykinum niðri við Vatn.

Standmyndin er gjørd úr rustfríum stáli og verður góðar tríggjar metrar høg. Næmingarnir í skúlunum í Vágum koma at hjápa til at samla steinar, sum skulu fyllast í Nykin, og hetta verður við til at skapa heildina. Harafturat skapar hetta ognarskap og nakað hjá øllum í oynni at standa saman um.

Nykurin kemur at standa nakrar metrar úti í vatninum. Hann kemur at standa ímillum Flúgvarabedingina og koyribrúnna til Vatnsoyrar.

Staðið har Nykurin skal standa, er sera væl egnað, góðir parkeringsmøguleikar í hugnaliga umhvørvinum við Flúgvarabedingina. Eisini kemur Nykurin at síggjast frá høvuðsvegnum á vetri sum á sumri,  tí ætlanin er at seta spot-ljós á standmyndina.

BETRI-samtakið stuðlar tiltakinum.


Lagt út: Tíðindaskriv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi