Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tá hini altíð hava skuldina - og vinna, fakfeløg, leik og lærd verða ákærd fyri konspiratión og valdstøku

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 15/11-2017 13:06

Fyri opnari mikrofon týskvøldið ákærdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum alla vinnuna, fakfeløg og skilafólk annars fyri at føra propagandakríggj móti honum, landsstýri og Løgtingi.

At landsstýrið og landsstýrismaðurin eyðsýniliga eru í holt við at skipa einar sosialistiskar kommisser-Føroyar undir yvirskriftini - ogn Føroya Fólks, og tilætlað hava sum endamál at kollvelta høvuðsvinnuna, hevur landsstýrismaðurin kamuflerað við at billa fólki inn, at ætlanin er at fjøltátta atgeingið til fiskatilfeingið og at skipa eina meira samhaldsfastar Føroyar.

Sokallaða treytaleysa nærlagnið, gjøgnumskygni og klokkuklárar mannagongdir er púrasta skúgvað til viks fyri veruliga endamálinum at kollvelta vinnuna, so at tað almenna kann sita eftir við reindyrkaðari politiskari útlutan.

Vanliga trábeitnið

Landsstýrismaðurin fekk fyri ári síðani frá serfrøðingabólki handað uppskot um fiskivinnunýskipan, sum var eitt greitt frámæli frá ætlanum landsstýrisins, men í sínum vanliga trábeitni fyri at røkka yvirskipaða politiska málinum, lurtaði landsstýrismaðurin – sum vant, bara eftir sær sjálvum og kroysti sína kollveltingarætlan gjøgnum politisku skipanina, hjálptur av einum púrasta vatndeyvum løgmanni og landsstýrismanninum í vinnumálum, sum mest líkist einum politiskum ornitologi, við øllum fuglunum á tekjuni, men ongum í hondini.

Taburettirnar

At røkka kollveltingarsetninginum, trýstir landsstýrið øll eykafólkini og politisku novisurnar í tinginum. Eykafólk, sum í politiskum skerflatni og tilgjørdum trúfesti, krampakent halda fast við leysu taburettirnar.
Og tað sýntist at hepnast til nakrir kortini fingu frænir av veruligu ætlanum landsstýrisins, tá ein samfeld vinna, fakfeløg, serfrøðingar og leikfólk avdúkaðu úrslitið av kollveltingini. 40 hoyringssvar eru latin vinnunevndini, har øll uttan undantak staðiliga frámæla lógaruppskotinum. Øll vinnan og avvarandi fakfeløg eru harðliga ímóti. 
Tá so uppskot harafturat kom frá landsstýrismanninum um veiðigjald sum ásetir, at vinnan í mesta lagi fær loyvi at eiga max 10% av vinninginum og restin, umvegis okurskatt, skal í landskassan til politiska umfordeiling, bleiv ovboðið. Alt er endað í einum hurlivasa.

Propagandamaskinan

Ístaðin fyri at taka í egnan barm, ákærir landsstýrismaðurin nú vinnuna og øll tey ótaldu, sum alment og lógliga hava viðmerkt ørskapin, fyri at vera partur av pallsettari propagandamaskinu – konspiratión og valdstøku, sum hevur til endamál at taka ræði av demokratisku skipanini – Løgtinginum?! 
Hesin atburður landsstýrismansins er óhoyrdur – fyri opnari mikrofon at reisa ákæru um landasvik. 
Um ministari í øðrum landi hevði sýnt slíkan almennan niðrandi atburð, bleiv hann frákoyrdur í stundini. 
Men ikki her, sum vera man. Ístaðin munnu teir, sum brúka sín fólkaræðiliga rætt og hava gjørt kunnugt, at teir ikki stiðja kollveltingini hjá landsstýrinum, nú verða trýstir og hóttir at sleppa sínum sjálvsagda rætti at hava egnar meiningar og metingar. Teir blíva bukaðir uppá pláss.

Offurrollan

Í tilgjørdu offurrolluni, sum landsstýrismaðurin áhaldandi setir seg í, vísti hann í KvF á, at allar viðmerkingarnar um antitrust vóru rein manipulatión, at hann, og ikki øll hini, hevur røttu tølini. 
At Kappingareftirlitið skrivliga er sera atfinningarsamt móti lógaruppskotinum og eisini staðiliga mælir til at avtaka anti-trust reglarnar – ja, tað hevði landsstýrismaðurin púrasta gloymt? 
Ella kanska bólkar hann eisini Kappingareftirlitið saman við teimum, sum føra propagandakríggj  móti honum?

Í sínum atburði avdúkaði landsstýrismaðurin aftur, at hann á ongan hátt og ongantíð tekur ábyrgd av egnum gerðum, tað eru altíð hini, sum hava skuldina. 
Ístaðin spælir hann aftur leiklutin sum tann ørkymlaði – offurið, sum í sínum (tilgjørda) ósjálvsøkni bara vil almenninginum tað besta. 
Hesin áhaldandi politiski atburður – og fuppið, átti at verið sannur gloypibiti hjá miðlunum at grivið í og avdúka, ikki minst nú landsstýrismaðurin í síni frustratión, eisini ákærir miðlarnar at vera partur av páhildna propagandakrígnum móti honum.

Men man landsstýrismaðurin ikki eisini sleppa undan hesaferð?
Livst so spyrst.

Bjarni Djurholm


Lagt út: Lesarabræv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi