Føroyskir fyrilestrar sýndir á ES-palli
Odmar Færø og Tonicia Hansen vóru í starvslæru hjá Tórshavnar kommunu fyrr í ár. Odmar og Tonicia eru nú, í samstarvi við Jarðfeingi, farin undir at styrkja føroysku umboðanina á digitala undirvísingar ES-pallinum Edu-Artic.
Pallurin hevur sum endamál at kunna um gransking og viðurskifti í artiska økinum.
Odmar Færø greiðir frá, at verkætlanin er partur av Master útbúgving teirra á West Nordic Studies á Setrinum. Endamálið er at økja vitanina um Føroyar og føroysk viðurskifti. Víðari greiðir hann frá, at fyrilestrarnir eisini eru væl egnaðir sum undirvísingartilfar í føroyskum skúlum.
Fyrsti fyrilesturin verður mánadagin 20. oktober kl 11:00, har Jón Kragesteen greiðir frá, um hvussu vit kunnu dyrka mat við aquaponics (alivøkstur) í Føroyum. Til ber at lesa meira og melda til HER
Næsti fyrilesturin verður mikudagin 22. oktober kl 08:00, har Pál Weihe fer at greiða frá um spik og tvøst sum mannaføði. Les meira og melda til HER
Allir fyrilestrar eru ókeypis.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur