Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tilfeingisrentan í Barentshavinum er negativ

Fiskivinna, Innanlands, Lesarabrøv | 27/11-2017 12:40

Fiskimálaráðið hevur upplýst fyri Nationalbankanum at tilfeingisrentan hjá Fiskiflotanum er sera stór. Somuleiðis boðaðu teir frá, at ætlanin at Landskassin skal inntøkuføra stórsta partin av tilfeingisrentuni

Vísti í seinastu viku á eina útrokning av tilfeingisrentuni fyri pelagiska flotan. Havi síðan hugt eftir tilfeingisrentuni fyri verksmiðjuskip. Tað eru teir 4 trolararnir sum fiska í Barentshavinum.

Og tað vísur seg, at har er tilfeingisrentan negativ. Orsøkin til munin er, at Fiskimálaráðið brúkar skeiv tøl. Tað átti ikki at verið neyðugt hjá Fiskimálaráðnum at brúkt skeiv tøl. Tey røttu finnast. Fiskimálaráðið brúkar manningarpartar til at telja samla tal av manning. Men øll skipini í Barentshavinum hava tvær manningar, sum arbeiða 12 tímar um dagin upp til 180 dagar um árið og noyðast at verða á arbeiðsplássinum, uttan løn hinar 12 tímarnar av degnum.

Útrokningin av hýrum er eisini skeiv. Tað finnast neyvar útrokningar. Tí er tað ein óskiljandi feilur at dividera skeivt manningartal við samlaðar lønarútreiðslur.

Fiskimálaráðið hevur avgjørt, at eingin sjómaður skal tjena meira enn 400.000 árliga. Heldur ikki yvirmenn. Tað er rættuliga langt frá tí sum er í dag. Og nú sæst fiskimálaráðharrin, sum í øllum førum hevur ábyrgdina av útrokningini, sum var latin Nationalbankanum, royna at trekkja í land. Eg havi so broytt normal hýru til 600.000. Sum sæst niðanfyri, so var inntøkan hjá teimum, sum fiska í Barentshavinum í miðal 487.654 írokna frítíðarløn. Tí verður tilfeingisrentan av hýrum negativ.

Fiskimálaráðið brúkar skipavirði sum tað, sum renta skal roknast av. Men alt í fíggjarstøðuni skal rentast.  Samlaða skipavirði er 531 mió. Samlaða skuldin er 906 mió. Eg havi drigið frá nakað sum eg meti kann dragast frá, tó uttan at tosa við nakran. Tá bleiv samlaða skuldin 800 mió. Alt skal jú fíggjast. Fiskimálaráðið hevur simplifisera í ríkiligt mát. Tað hoyrir ongastaðni hoyma bara at renturokna ein part av skuldini.

Fiskimálaráðið hevur ásett rentuna at verða 6%. Talan er um high risk vinnu. Somuleiðis eru úrslitini sera svingandi. Tí skulu góð ár gjalda fyri sera vánalig ár. Tað er einki skil í at áseta rentuna til 6% Tað er óseriøst. Tí havi eg sett 10% at verða rætta rentu.

Sum sæst í talvuni niðanfyri, so er tilfeingisrentan hjá trolarunum í Barentshavinum negativ í 2015. Tað sæst, at meðan Fiskimálaráðið fortelur, at avlopið er 180 milliónir meira enn gott er, so er veruliga úrsltið at ongin ónormalur vinningur er.

 

Útrokningarnar taka støði í roknskapartølunum fyri 2015     

 

                                                Fiskimálaráðið                    Egnar útrokningar

Manningartal                                  107                                          214

Hýra pr. mann                           1.676.112                                 487.654

Normal hýra                                400.000                                  600.000

Virði at renta                               531 mió                                  800 mió

Renta                                               6%                                         10%

 

Út frá  roknskaparupplýsingum og við at brúka hesar fortreytir verður úrslitið hetta:

                                                Fiskimálaráðið                   Egnar útrokningar

Yvirnormal løn                                136                                      - 24

Yvirnormalur profittur                      44                                       -  4

Tilfeingisskattur                                 0                                           0

Tilsamans                                        180                                      - 28 

 

Eivind Jacobsen
Strendur


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi