Kingobólkurin í Tjørnuvík 20 ár
Í gjár hátíðarhildu tjørnuvíkingar at 20 ár eru liðin síðani vælkendi Kingo-bólkurin varð stovnaður.
Hátíðarhaldið byrjaði við, at kingobólkurin framførdi í kirkjuni, og prestur hevði andakt. Síðani fóru øll inn í bygdina har jólatræið varð tendrað. Jólamaðurin vitjaði og hevði pakkar við til børnini.
Síðani vóru øll boðin til borðhald í bygdarhúsinum har nógv skemtilig innsløg vóru á skránni, og fleiri nýttu høvið at ynskja kingo-bólkinum tillukku.
“Kingo-bólkurin varð stovnaður í 1997 og hevur í trúfesti móti siðaarvinum varðveitt aldargamlan mentanarligan dýrgrip,” skrivar Sunda kommuna á síni heimasíðu.
Kingo-bólkurin er rættiliga virkin og hevur fleiri ferðir havt framførslur í heimlandinum hjá mæta sálmaskaldinum Thomas Kingo (1634-1703), og er stórliga fagnaður har.
kelda: Sunda Kommuna
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur