Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kvinnudagur á Tvøroyri

Átrúnaður, Innanlands | 29/11-2017 18:00

Kvinnur talaðu til kvinnur.

Tað var Winnie Simonsen, sum er búsitandi á Tvøroyri, ið skipaði fyri kvinnudegnum. Dagurin byrjaði kl.10:00 og endaði kl.15:00 við einum væl reiddum køkuborði í kjallaranum í salinum.

Winnie sigur í samrøðu við Kristiligu Tíðindasendingina, at ynski við einum degi sum hesum er, at evnini verða løgd fram við einum serligum atliti til kvinnuna.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkur dagur verður fyriskipaður í Suðuroy, tí tað var vanligt í fleiri ár at samkomurnar í Suðuroy skipaðu fyri árligum kvinnudegi, men seinastu fýra árini hevur hetta ligið á láni, sigur Winnie, sum júst tí tók stig til átakið, sum vónar, at kvinnudagurin vil verða ein árligur afturvendandi veruleiki fyri kvinnurnar í Suðuroy.

Átakið var ikki einans ætlað kvinnum innan brøðrasamkomuna, men varð lýst soleiðis, at allar kvinnur skuldu kenna seg vælkomnar; og kvinnurnar í Suðuroy møttust yvir samkomugirðingarnar henda leygardagin í Salem á Tvøroyri.

Ein av kvinnunum varð boðin at hava tvær høvuðsframløgur, har hon lýsti sítt persónliga lív, samstundis sum hon vísti á tað alneyðuga í at hava fokusi á Jesusi. Aðrar kvinnur lúttóku við styttri innsløgum, har aktuel evnir vórðu lýst við einum persónligum íkasti.

Tá Winnie varð spurd, um tað er ein serligur tørvur á at savna kvinnur í samkomuhøpi á henda hátt, sigur hon heilt avgjørd: “Ja, tað er tað, man hoyrir ikki so nógv til kvinnurnar, og tær hava lyndið til at halda seg aftur.”

Winnie sigur, at siktað verður ímóti at hava ein kvinnudag aftur næsta ár, men ikki á Tvøroyri, men aðrastaðni á oynni.

Tripple Trioin í Ebenezer var boðin suður at syngja fyri kvinnunum, og tað gjørdu tær til stóra frøi fyri allar 80 kvinnurnar, sum vóru í Salem á Tvøroyri næstseinasta leygardag.


Lagt út: Poul Jóhan Djurhuus

Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi