Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

MISSIÓNSSKIPIÐ BETHEL

Átrúnaður | 30/11-2017 17:05
BETHEL liggur við bryggju í Hirtshals seinasta summar

- føroyingur siglir við

Kristiliga Tíðindasendingin hevur havt samrøðu við Klaksvíkingin og trúboðaran Hanus Poulsen, ið hevur virkað sum trúboðari innan Indremissiónina í Danmark síðani 2001, men seinastu tvey árini hevur Hanus virkað sum trúboðari innan Donsku Sjómansmissiónina við atliti til danska missiónsskipið BETHEL, sum varð keypt fyri 10 árum síðani.

Hanus Poulsen er ættaður úr Klaksvík. Hann og konan Maria fluttu við familjuni til Danmarkar í 2001, og búgva í dag í Slagelse á Sjellandi. Hanus sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at arbeiðsøkið hjá honum er Sjelland og Bornholm,
har hann vitjar allar havnirnar og manningarnar umborð á skipunum, sum liggja inni.

Danska Sjómansmissiónin hevur rikið missión í mong ár, har tey 45 sjómansheimini, sum missiónin hevur rikið um alt Danmark, hava verið ein søgulig berandi høvuðsæðr í arbeiðinum millum sjófólk, sum koma til lands í donskum havnum. Men tí at fiskaríðið, arbeiðslagið og umstøðurnar hjá sjómanninum eru rættuliga nógv broyttar tey seinastu nógvu árini, so er ikki longur tann sami tørvur á Sjómansheimum sum áður, tí skipsmenn í tí stóra og heila vitja ikki longur sjómansheimini á tann, sum teir gjørdu tað áður.

Hanus sigur, at seinastu mongu árini hevur Danska Sjómansmissiónin selt tey flestu sjómansheimini frá, soleiðis at tað í dag eru bert trý sjómansheim eftir í Danmark, og tá ið skipsmaðurin ikki longur kemur til sjómansheimið, so má
sjómansheimið koma til skipsmannin, og her er tað at visiónin um missiónsskip verður víðkað.

Burtur av tí tøka peninginum, sum er komin av søluni, keypti Danska Sjómanssmissiónin á uppboðssølu í 2007 eitt av gomlu vaktarskipunum hjá donsku verjuni at nýta sum missiónsskip millum donsku havnirnar. Skipið bleiv umbygt soleiðis, at tað varð egnað at sigla sum missiónsskip og varð navngivið BETHEL.

Missiónsskipið BETHEL er ikki eitt sjómansheim, men ein flótandi sjómanskafé, sum siglir millum donsku havnirnar. Hanus sigur, at skipið, við síni hugnaligu salong, har pláss er fyri umleið 25 fólkum, verður væl vitjað av bæði sjófólki og fólki av landi, sum, táið tey vitja umborð, kunnu fáa eitt gott prát um vanlig borgarlig viðurskifti eins væl og tað andaliga, og eisini er møguleiki at ogna sær góðan andaligan lesna umborð. Hanus sigur, at um onkur vitjandi sjómaður hevur tørv á serligari hjálp, so er manningin á Bethel til reiðar at hjálpa.

Seinastu tvey árini hevur Hanus verið ein av føstu manningini umborð á Bethel, og um Gud vil, kemur hann framyvir at virka sum sjómanstrúboðari við atliti til skipatænastuna hjá Donsku Sjómansmissiónini.

Siglingstíðin hjá Missiónsskipinum BETHEL er frá mai til oktober, og eftir tað verður skipið lagt fyri veturin. Seinasta summar vitjaði BETHEL m.a. í Kalundborg, Randers, Læsø, Hirtshals, fleiri havnir í Limfjørðinum og í Svendborg. Bethel er heimahoyrandi og skrásett á oynni Læsø.

Danska Sjómansmissiónin drívur eisini skipið DUEN, sum er eitt minnið skip enn BETHEL, og komandi summar kemur Hans at sigla við DUEN.


Lagt út: Poul Jóhan Djurhuus
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi