Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Danmark ætlar at steðga føroyskum virksemi í altjóða samfelagnum

Lesarabrøv, Politikkur | 02/12-2017 14:00

Enn einaferð gongur sjón fyri søgn, at Danmark er ein fótongul fyri uttanríkispolitiskum framstigum hjá Føroyum. Tað seinasta er ein fráboðan frá danska uttanríkisráðharranum um, at Grønland, Ísland og Føroyar ikki sleppa at samstarva við støði í nýggju samstarvsavtaluni landanna millum, tí hann fer at ógilda avtaluna.

Sum grannar í Norðuratlantshavi hava Føroyar, Grønland og Ísland sjálvandi fleiri felags áhugamál og samstarva á nógvum økjum. Arktis. Samhandil. Fiskiveiða. Vit eru ikki limir í ES. Ferðavinnan veksur við rúkandi ferð um okkara leiðir. Okkara grannatjóð fyri sunnan er á veg úr ES, og tað fer at hava stóra ávirkan á viðurskiftini í Norðuratlantshavi. Dømini eru fleiri.

Samstarvið í Útnorðri hevur nógv ár á baki og fleiri samtyktir og avtalur eru gjørdar hesi árini. Fyri at leggja samstarvið í eina fasta legu, skrivaðu uttanríkisráðharrarnir Guðlaugur Guðlaugsson, Erik Jensen fyri Suku K. Fredriksen og eg undir eina einfalda semju 31. august í ár. Vit trý vóru satt at siga samd um, at tað er ein skylda mótvegis okkara londum og landafrøðiliga grannalagi at samstarva væl í einum skipaðum karmi. Neyvt samstarv verjir og fremur okkara egináhugamál og felags áhugamál í útnorðurhøpi. Mótvegis okkum sjálvum og umheiminum.

Stutt eftir at semjan var gjørd, komu harraboð úr danska uttanríkisráðnum um, at tey góðtaka ikki avtaluna. Verður hon ikki broytt, fer danski uttanríkisráðharrin at boða Íslandi frá, at Útnorðuravtalan ikki hevur rættarvirknað. Danir meta, at Føroyar og Grønland eru farin útum heimildirnar í uttanríkispolitksu lógini við at undirskriva eina avtalu við annað land uttan margháttliga forstavilsið “Kongeriget Danmark for såvidt angår.” Harumframt hava danir heft seg við, at avtalan fevnir um “onnur mál av felags áhuga” og “uttanríkispolitikk,” sum ikki eru yvirtikin málsøki.

Hyggja vit nærri at avtaluni, er hon í roynd og veru ein politisk yvirlýsing. Og hvønn Føroyar koma ásamt um politiskar yvirlýsingar við, gera vit einsamøll av. Munurin á eini avtalu og eini yvirlýsing er, at avtalan ber í sær ávísar skyldur og ávís rættindi. Útnorðuravtalan er ikki annað enn ein neyv yvirlýsing, sum ber heitið avtala. Hon áleggur ikki Føroyum nakrar serligar skyldur ella veitir okkum serlig rættindi.

Eg havi á fundi og í brævaskifti við Anders Samuelsen, danska uttanríkisráðharran, sagt, at vit alla tíðina hava mett avtaluna at vera somikið óítøkiliga, at hon er at rokna sum ein yvirlýsing. Ein karmur at kjølfesta neyvari samstarv í.

Vit síggja hetta sum ein spurning um at reka politikk. Um innihald. Heldur enn at viðurkenna tað, heftir danski uttanríkisráðharrin seg við einstakar orðingar við støði í eini strangari tulking av uttanríkispolitisku lógini. Politiski veruleikin verður skúgvaður til viks, og løgfrøðiligir múrar verða nýttir sum undanførsla.

Tað er trupult at taka ein mótpart í eini ósemju fyri fult, tá hann hvørki er til at høgga ella stinga í. Við at døma tað ólógligt at semjast um at hittast at umrøða mál, sum Føroyar, Grønland og Ísland hava til felags, sær Anders Samuelsen trøll á alljósum degi. Semjan er ikki annað enn eitt natúrligt fet ímóti skipaðum samstarvi, nú heimurin lítur norðureftir.

Uttanríkispolitiska lógin er eitt haft um beinið á Føroyum. Vit sleppa ikki at verja og fremja okkara egnu áhugamál úti í heimi. Tað er danska mótstøðan ímóti Útnorðuravtaluni enn eitt talandi dømi um. At haftið verður táttað, so vit ikki fáa flutt okkum.

Vit hava ferð eftir ferð hoyrt danskar myndugleikar – við sjálvum forsætisráðharranum á odda – tosa um javnbjóðis samstarv millum Danmark, Grønland og Føroyar. Men eg má eftir tvey ár í landsstýrinum ásanna, at vit als ikki eru javnbjóðis partar. So seint sum fyri einum mánaði síðan varð danska grundlógin brúkt sum forðing fyri, at Føroyar fáa limaskap í Norðurlandaráðnum.

Fyri okkum er talan um eina einfalda semju við Grønland og Ísland um at arbeiða víðari við eini røð av málum, ið kunnu gagna okkum. Ikki um eina roynd við beráddum huga at fara útum okkara heimildir.

At halda fast um, at semjan millum londini í Útnorðri er at meta sum ein bindandi sáttmáli eftir fólkarætti og eigur at viðgerast hareftir, er at skjóta spurvar við kanónum.

Tí haldi vit fast um avtaluna. Og tá ítøkilig stig til samstarv verða tikin, ætla vit, sum ásett, at kunna danir um hetta.

Nú útlit eru fyri, at danska Uttanríkisráðið fer at gera okkum ómyndig við at steðga eini semju við tvey onnur lond, er stundin komin veruliga at endurskoða uttanríkispolitisku lógina. Ongantíð ov skjótt.

Føroyar hava ikki ráð til danskt smásinni og formligt erkvisni í uttanríkispolitiskum viðurskiftum longur. Vit hava tørv á og rætt til at røkja okkara egnu áhugamál mótvegis øðrum londum. Tað er ikki bara eitt politiskt ynski, men ein skylda móti fólkinum og vinnuni í Føroyum.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum

Kelda: uvmr.fo/kunning/tidindi/danmark-aetlar-at-stedga-foroyskum-virksemi-i-altjoda-samfelagnum/


Lagt út: Tíðindaskriv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi