Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jólatræið á Vaglinum tendrað seinnapartin

Innanlands, Myndarøðir | 02/12-2017 19:12

Tað var næstan sum á ólavsøku á Vaglinum í dag, tá Annika Olsen, borgarstjóri, Heri Joensen, prestur, og Lif Magneudóttir, býráðslimur úr Reyjavík, hildu røður og jólatræið varð tendrað.

Niðanfyri er røðan hjá Anniku Olsen, borgarstjóra:

Góðu børn, familjur, góðu havnarfólk og góðu gestir.

Í gjár lótu tit fyrstu lúkuna upp í jólakalendaranum. Og í dag lata vit upp fyri jólahugnanum í okkara høvuðsstaði. Fyri framman bíðar ein serlig tíð við nógvum góðum løtum. Ein tíð, har vit koma í jólahýr. Ein tíð, har vit hugna okkum saman. Ein tíð, sum børnini gleða seg serliga nóg til.

Børnini gleða seg, og tað gera vit vaksnu eisini, tí vit kenna ein serligan fløva, tá ið jólini nærkast. Jólini vekja nógv góð minni. Vit koma í jólahýr, tá ið børnini koma heim og syngja jólasangir, tá ið vit kenna angan av mandarinum, og tá ið vit fáa hesa hitandi kensluna, tá ið familjan er savnað um jólaborðið.

Fyri okkum í Havn byrjar hátíðin, tá ið vit savnast á Vaglinum til hetta serstaka jólahaldið.

Hetta er 83. árið, at jólatræ verður tendrað á Vaglinum. Fyrsta jólatræið varð tendrað sum ein vónarglæma undir Tinghúsinum í 1934.

Hetta var, sum listamálarin Sámal Joensen Mikines tók til, ein "ónd tíð" við fátækt, nógvum vanlukkum á havinum og tuberklum.

Jólatræið á Vaglinum kveikti gleði og vón. Tí vendu fólk sær eisini til býráðið, og almennar áheitanir komu frá blaðstjórum um, at hesin siðurin átti at verið endurtikin á hvørjum ári.

Jólini eru ikki bara ein ávís árstíð, jólini eru ein kensla. Og tí brúka vit enn tíð, orku og pening uppá at prýða okkara felags høvuðsstað. Vit vilja skapa og spjaða gleði og hugna í eini annars myrkari tíð.

Í dag er stutt hjá flestøllum føroyingum at koma til høvuðsstaðin. Havnin er grannabýur hjá øllum landsins borgarum, og vit gleða okkum altíð at bjóða bæði havnarborgarum og vitjandi til høvuðsstaðin í landi okkara.

Eitt fevnandi tolsemi og eitt opið forvitni knýtir bond millum okkum øll, sama hvussu ymisk vit eru og uttan mun til, hvussu vit vilja skipa okkara lív.

Hetta umhvørvið styrkir og mennir tey mentanarligu virðini eins væl og tey vinnuligu. Her skulu vit kenna okkum trygg, fræls og eggjað til skapan.

Seinastu árini hava vit fingið jólatræ til Vaglið sum stórfingna gávu frá frændum okkara í Reykjavík.

Eg fari tí at heita á Lif Magneudóttir, býráðslim - sum er við okkum her í kvøld - um at bera reykjavíkingum og øllum íslendingum eina hjartans tøkk fyri hesa gávu við ynskjum um eini gleðilig jól og gott nýggjár til frændur okkara fyri vestan.

Meðan tey flestu keypa jólatrø sunnaneftir ella brúka plasttrø, so eru við vissu ikki mong, sum kunnu erpa sær av at hava nakað so sjáldsamt sum eitt jólatræ, sum í hálva øld hevur vaksið seg stórt í Reykjavík, heimsins norðasta høvuðsstaði.

Jólini eru barnanna hátíð. Í okkara fyrireikingum til jólini hugsa vit altíð um familjuna. Tann vakri og hugnaligi miðbýurin er úrslit av arbeiði, sum er lagt væl til rættis. Hetta er samstarv, ídni og dugnasemi. Tað fari eg at veita øllum, sum hava fyriskipað, eina stóra tøkk fyri.

Í einum vøkrum gomlu jólasálmi syngja vit:

Nú birtast túsund jólaljós
í hesi myrku stund,
og túsund onnur glógva nú,
á himna bláu grund.

Ljósini glógva enn einaferð fyri okkum øllum somlum, her á Vaglinum og í hvørjum heimi. Og hiðani av Vaglinum skal ljóða eitt ynski um eini gleðilig jól til allar landsmenn, sum allir eru so hjartaliga vælkomnir at uppliva høvuðsstaðin í jólahýri hesar dagarnar.

Hetta er eitt andarhol í gerandisdegnum uppundir jól við stákan og innkeypi. Og mest av øllum: hetta er besta løtan, vit kunnu njóta saman, fleiri ættarlið.

Góðu havnarfólk, góðu gestir. Í dag byrja jólini í Havn. Eg fari tí at takka øllum somlum fyri tann hugna og tað samanhald, tit skapa við tykkara arbeiði.

Og góðu børn: Enn eru nógvar lúkur eftir at lata upp í jólakalendaranum. Nú lata vit so eina heilt serliga lúku upp, nú ísvøllurin bíðar eftir tykkum uttan fyri Ráhúsið. Eg vóni, tit fara at hugna tykkum í jólabýnum og á ísvøllinum. Eg veit, tit hava bíða spent og hava tosað um at skoyta bæði í barnagarðinum, í forskúlanum og í skúlanum. Nú letur hann upp!

Vit hava nógv at bjóða tykkum børnum, og øll eru vælkomin at vitja nógvu tiltøkini og upplivingarnar, sum verða í býnum fram til jóla.

Gleðilig jól, øll somul!

Annika Olsen
borgarstjóri


Lagt út: Tíðindaskriv
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi