Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Kina lækkar tollgjøldini niður í helvt fyri norskar fiskavørur

Fiskivinna, Uttanlands | 06/12-2017 14:05
Kina hevur lækkað tollgjøldini á fiskavørum niður í helvt frá 1. desember. Tað fegnast norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, um. Her er hann á vitjan í Kina fyrr í ár. | Mynd: e24.no

Útflutningurin av norskum fiskavørum til Kina varð fimmfaldaður í november, og nú lækkar Kina tollgjøldini fyri fleiri fiskasløg, harímillum frystan atlantiskan laks. Norski fiskimálaráðharrin fegnast.

-Hetta er púra greitt ein stórhending fyri norska fiskavøruframleiðslu. Tá heimsins størsti kundi og innflytari lækkar tollgjøldini niður í helvt, er hetta eitt greitt tekin frá kinesarum um, at brúkarin vil hava norskt góðskaðar fiskavørur í framtíðini, sigur Per Sandberg fiskimálaráðharri við E24. 

Kina setti 1. desember tollgjøldini niður á fleiri fiskavørum. 

Tollgjaldið á frystum atlantshavslaksi er farið niður í helvt úr 10 til 5 prosent. Hetta umfatar eisini frysta lodnu og krabba. Eisini gjøldini fyri feskan krabba eru farin niður í helvt.

Tollgjøldini fyri frystar rækjur, feskar kaltvatnsrækjur og hummara lækka upp aftur meira. 

Stóran týdning

– Hetta hevur sera stóran týdning fyri bæði íløguhugin, tøknifrøðimenningina og útlitini hjá norsku fiskivinnuni í framtíðini, sigur Per Sandberg við E24. 

Longu í november hækkaði útflutningurin úr Norra til Kina munandi. Frá 200 tonsum av laksi um mánaðin higartil í ár, var útflutningurin viðhvørt upp á 216 tons um vikuna.

Samanlagt vórðu 774 tons av laksi útflutt til Kina í november - nærum 500 tons meira enn í september og oktober, upplýsir norska fiskimálaráðið. 

Roknað verður við einum framhaldandi stórum vøkstri í framtíðini sum avleiðing av tollskerjingini.

Greinari meira ivasamur

Fiskavørugreinarin í Nordea. Kolbjørn Giskeødegård, er meira ivasamur um, at hetta fer at hava so stóran týdning fyri útflutningin til Kina her og nú.

– Hetta er positivt fyri frystu vørurnar, men at hetta hevur stórvegis týdning fyri laksin í Norra, er ivasamt. Vit selja mest feskan laks, og so leingi onki hendir á hesum øki, er tað jú avmarkað, hvussu stór økingin verður. Tað er í lagi at vænta, at Kina fer at innflyta meiri frystan laks úr Norra, men tað er heldur ivasamt, sigur Kolbjørn Giskeødegård. 

Fiskimálaráðharrin er lutvíst samdur í greiningini hjá Giskeødegård, men heldur, at rættast er at hava eitt sindur av ísi í maganum. 

– Tað er umráðandi at halda lív í samskiftinum eisini í framtíðini. Alt er ikki hundrað prosent upp á pláss. Eg ætli mær til Kina næsta ár, og fleiri aðrir ráðharrar ætla sær eisini hagar, umframt at vit fáa vitjan úr Kina. Kinesisk matvøruumboð koma eisini til Norra næsta ár at hyggja at virkjum og hvussu vit tilvirka vørurnar, sigur Per Sandberg. 

Norsku fylkini Sør-Trøndelag, Nordland og Troms eru framvegis útihýst frá kinesiska marknaðinum. 

Eta nógvan fisk

Kolbjørn Giskeødegård heldur, at nýggju tollgjøldini kunnu fáa positiva ávirkan á lodnuveiðuna í vetur.

– Lodnan kann gerast ein áhugaverd vøra hjá kinesarum, og spennandi verður at fylgja við gongdini á hesum økinum í tíðini, sum kemur, sigur hann.

Í norska Sjógætisráðnum vænta tey, at áhugi eisini verður fyri fleiri øðrum norskum fiskavørum í Kina, har tey samanlagt ótu 68 miljónir tons av fiski í fjør, harav bert 4 prosent vóru innflutt.

– Kinesarar hava stórt álit á norskum fiskavørum, og Norra verður mett sum ein av best umtóktu fiskivinnutjóðunum. Nógv verður tosað um norskan laks til Kina, men vit síggja eisini møguleikar fyri øðrum vørum. Norskur toskur er av álvara í ferð við at gerast ein hágóðskuvøra í Kina, men vaksandi áhugi er eisini fyri fyri lodnu, makreli, svartkjafti, krabba og rækjum, sigur Sigmund Bjørgo, sum umboðar Norges sjømatråd í Kina í tíðindaskrivi.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Prát við Jóan Paula í Geil
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
Metis - Øll sendingin - 18. september 2018
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Ferjuætlan fyri Føroyar
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Semja við handverkarafeløgini
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Fyrispurn­ingur til Sirið Steenberg, um álvarsligar avleiðingar av hjúnabands­lógini
R7: Fuglafjarðarsendingin beinleiðis í dag klokkan 15.00 til 17.00
John William Joensen: Góði Mikkjal & Co, vælsignaðir hølvi HB av!
Tvístøða (39) - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi