Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Bókin “Stellurnar” løgd fram í “Stelluhúsinum”

Innanlands | 06/12-2017 14:30

Í kvøld 6. Desember, kemur ein nýggj og sera áhugaverd bók á marknaðin. Talan er um bókina ”Teir tóku kjansin – søgan um “Stellurnar”, ið Klaksvíkingurin, Birgir Waag Høgnesen hevur skrivað

Bókin er um virksemi hjá kenda vinnulívsmanninhum og íbyrtaranum, Erling Laksafoss, sum var reiðari í kenda reiðaríinum P/F Stella í Klaksvík.

Longur sum heilt ungur gjørdi Erling um seg í vinnulívinum. Við sínum sermerkta máta at føra seg fram uppá og við árræði sum fáur náddi hann langt.

Tað kemst ikki uttan um, at Erling mangan sett politisku skipanini grá hár í høvdi og ikki minst løgtinslimunum úr norðoyggjum í samband við sínar ætlanir.

Hann hevði nógvar ætlanir í høvdinum, tá hann legði hetta fram, so hildu fólk hetta var ørvitistos, men tað lat hann ikki við seg koma. Eftirtíðin hevur víst, at hann var ofta á rættari leið.

Seinast í 50”unum vóru nógvar ætlanir og fyrst í 60”unum komu so try línuskip, harav eitt var línufrystiskip.

Bókin fylgir í høvusheitum Erlingi og felagnum P/F stella, men í grundini er bókin um stellutrolararnar, sum komu í 1968 og 1969. Trolararnir vóru teir fyrstu hekkutrolararnir ið vóru bygdir til Føroyingar.

Í bókini eru samrøður við fólk sum stóðu Erlingi nær og við fleiri sjómenn sum silgdu við stellutrolarar frá 1968 heilt fram til 1973, tá trolararnir blivu seldir til Akureyrar.

Samrøður eru gjørdar við Íslenskar menn, sum vóru í Klaksvík eftir stellunum í 1973.

Bókin fylgir við fleiri av projektunum hjá Erlingi og kannar eftir hvar trolararnir eru í dag.

Bókin er stívliga 220 síður. Forlagið á Breyt gevur út.

Bókaframløgan er í “Stelluhúsinum” í Klaksvík í kvøldið kl. 19.00

 

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Góð ráð til at eyðmerkja maktmenniskju
Rák (6) - Manna­rættindi verða brotin í Føroyum og í Danmark, tá tað snýr seg um sálarligan harðskap
Video - Vardø er ein óhugnaligur býur
Leopardsnigilin vinnur á morsniglinum
Tá fake gerst fakta
Dreingir­nir úr Gøtu sleppa at halda fram í skúlanum við Løkin
Útflutningu­rin av makreli og sild er nógv minkaður
Aling á landi verður ein avbjóðing fyri føroyska alivinnu
Vespureiðrið (76) - 14. mai 2018
Nýggjur kupil verður reistur á Sornfelli
Fyrsti spakin settur í til nýggjan Hvalbiar­tunnil
Skógarmotta funnin á seyði í Føroyum
Bilsølustevna í SALT á Drelnesi
Rák (6) - Urtagott
Radiooperatørur roknaði position­ina út, tað var bjargingin
Prát við Regin Jacobsen, um at Bakkafrost hevur keypt sølufyritøku í USA
Løtan er ikki røtt
NOVA úr Suðuroynni - Sending 6
Gjørd av byggiblokkum
Hetta kann ikki góðtakast
Doyði av e-sigarett­ini
Hugnaløtan (21) - Gestur: Lasse Klein
Forða fyri at manningar­nar koma at bera kostnaðin
Opið hús á Kambsdali í sambandi við at FabLab verður alment tikið í nýtslu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi