Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Skøkjuvirksemi í Reykjavík avdúkað

Uttanlands | 07/12 07:00

Løgreglan í Reykjavík hevur latið ein mann og eina kvinnu leysa, sum hava sitið varðhaldsfongslað síðani 21. november undir illgruna fyri at hava skipað fyri skøkjuvirksemi í íslendska høvuðsstaðnum.

Maðurin er íslendingur og kvinnan úr Peru, skrivar Morgunblaðið.

Sambært blaðnum, sum hevur upplýsingar sínar frá íslendsku løgregluni, varð hald lagt á pening, telefon og teldur undir handtøkuni 21. november.

Maðurin og kvinnan høvdu fingið tríggjar skøkjur úr Peru til Íslands at arbeiða fyri seg. Tær tríggjar kvinnurnar vórðu sendar aftur til Peru um mánaðarskiftið.

Fara at tosa við kundar

Málið er nú latið upp í hendurnar á íslendska ákæruvaldinum, sum skal taka støðu til, um ákæra skal reisast í málinum, skrivar Morgunblaðið.

Løgreglan vil í løtuni ikki siga meira um, hvat ið er komið fram undir kanningunum av málinum.

Tó verður sagt, at løgreglan hevur fingið upplýst nøvnini á nøkrum av kundunum hjá skøkjunum, og at ætlanin er at tosa við teir sum skjótast.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Ætlaði at hjálpa - varð ístaðin stungin
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
Brúgvin 73 - 11. des. 2017
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi