Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Íslendskur saltfiskur fær góð skoðsmál í Portugál

Fiskivinna, Uttanlands | 07/12 08:00

-Íslendskur saltfiskur er hátíðarmatur her og sjálvandi høvuðsrættur á jólaborðinum. Hann hevur fest røtur í portugisisku mentanini, og vit læra longu í barnaskúlanum at virðismeta saltfiskin. Tann íslendski er rætt og slætttann besti!

Hetta sigur portugisiski sølustjórin hjá íslendsku fyritøkuni Vinnslu­stöðin hf. í Portugál, Nuno Araújo, sambært Morgunblaðnum.

Íslendska fyritøkan hevur sum lið í einum søluátaki stovnað eina marknaðar- og søludeild í Portugál undir heitinum About fish Portugal.

Henda deildin rekur handil í býnum Oli­veira de Azemé­is frá oktober og árið út bert við íslendskum saltfiski á vøruhillunum.

Byrja at keypa inn í oktober

Tað er ikki av tilvild, at handilin bert er opin hesar tríggjar mánaðirnar.

-Portugisar byrja longu í oktober at keypa inn saltfisk til adventuna og jóla.Nú fáa teir so møguleika at keypa vøruna beinleiðis frá framleiðaranum í Vestmannaoyggjunum. Samstundis fáa starvsfólkini í nýggju fyritøku okkara í Portugál møguleika at koma á tal við kundarnar og hoyra um tørv og ynski teirra, stendur á heimasíðuni hjá Vinnslustøðini.

-Norsk­ur salt­fisk­ur er eisini á mongum døgurðaborðum í Portugál, men líkt er til, at tann íslendski er heldur betur umtóktur. Uppgávan hjá About fish er millum annað at styrkja hesa fatanina upp aftur meira millum portugisar, leggur Vinnslustøðin aftrat.

Størsta keyparalandið hjá Íslandi

Portugál er longu sum er størsti keyparin av íslendskum salt­fisk­i.

Portugisar hava onnur krøv til saltfiskin enn grannarnir í Spania.

Teir vilja helst hava turkaðan saltfisk, meðan spaniólar leggja størri dent á, at toskurin er hvítur og fínur, siga íslendsku saltfiskaframleiðararnir sambært Morgunblaðnum.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða við Lailu Nielsen: Nýggjur handil opnar Við Sílá
Nýtt missións­hús verður vígt á Strondum leygar­dagin
Tríggjar útstykk­ingar í Runavíkar kommunu
Stór samanlegging í fiski­vinnuni
Jóhann Lützen: Norðlýsið fer ongan veg.
Løgtingslimir eru mest yvirbetaltu starvs­fólk­ini í Landinum
Samrøða við Allan Samuelsen, ein av fyriskip­aru­num til Countryfestivalin 14.- 16. juni í Sørvági
Metár hjá Bakkafrost
Oasubrøður geva fløgu út í komandi viku
Býarmynd hvørvur
Kvinnu­ndirskotið veksur í góðum tíðum
Føroyska sildakvotan lækkar 37.000 tons
Tvøstpakkar
Nýggjur heilivágur beinir eftir einum degi fyri beinkrími
Hugnaløtan 13 - Gestur: Ben Arabo
Ein drápsmaður búði hjá okkum uttan vit vistu ikki av tí
Tvístøða kjaksending 27 - Øll sendingin
Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar
15-ára gamal deyður av ecstasy
At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku
Sjónband: Løtan tá VÍF gjørdist steypavinnari 2018
"Kom á 2069" - Sending 26
Ísland kann gerast fyrsta landið í Evropa at banna umskering
Tvístøða kjaksending 27 - Kvinnur hava sambært Bíbliuni skyldu at hava samlegu við sínum maka
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi