Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Jólakonsert við Eystanljóð og Tórshavnar Manskór

Innanlands, Mentan | 06/12-2017 19:42
Mynd: Eystanljóð

Eins og tey hava gjørt nakrar ferðir áður, seinast í 2014, hava Eystanljóð og Tórshavnar Manskór aftur í ár gjørt av at vera saman um jólakonsertina. Í ár verður hon sunnudagin 10. desember, sum eisini er 2. sunnudagur í advent.

Og av tí, at kórini hvør í sínum lagi vanliga hava skipað fyri jólakonsertum í sínum øki, hava kórini aftur í ár gjørt av at hava tvær konsertir. Ta fyrru í Gøtu kirkju, hon byrjar klokkan 16.00, og ta seinnu, sum byrjar klokkan 19.30, í Vesturkirkjuni.

Tað eru tvey javngomul kór, sum fara at syngja sunnudagin. Manskórið var stovnað í 1986 og hevði 30 ára stovningardag í fjør, og Eystanljóð varð stovnað í 1987, og hevði tí 30 ára stovningardag í ár.

Mynd: Tórshavnar Manskór. Myndaeigari: Ólavur Frederiksen

Tað var russiski tónleikalærarin, André Demidoff, sum stovnaði kórið undir kvøldskúlaskipanini í Gøtu kommunu í 1987, og hann stjórnaði eisini kórinum fyrsta árið. Tá hann fór frá, tók Bjarni Restorff, sum hevur verið kórleiðari hjá Tórshavnar Manskóri síðan kórið var stovnað, við. Bjarni hevur stjórnað Eystanljóði í tveimum umførum, í tilsamans sjey ár. Síðan tað hava fleiri aðrir kórleiðarar leitt Eystanljóð, til Leif Hansen, sum hevur verið leiðari seinastu mongu árini, tók við. Tað er eisini hann, sum stjórnar kórinum nú.

Eystanljóð er rættiliga virkið, og hevur, sum tey flestu føroysku kórini, nógvar konsertir, bæði heima og uttanlands. Kórið hevur eisini tikið størri verk á seg, millum annað hevur Eystanljóð sungið bæði Stórmessuna og Requiem hjá Mozart. Á jólakonsertini fer Eystanljóð at syngja kendar føroyskar og útlendskar jólasangir.

Tórshavnar Manskór er eisini eitt øgiliga virkið kór. Umframt vanligu konsertirnar og kórfestivalin, sum kórið altíð er við í, er Tórshavnar Manskór nógv umbiðið til nógv ymisk tiltøk. Tað hevur við sær, at kórið samanlagt hevur umleið 50 almennar framførslur um árið. Í ár var ein nýtt tiltak á skránni, tá kórið á fyrsta sinni skipaði fyri einari felags konsert saman við Havnar Hornorkestri. Eitt tiltak, sum hepnaðist sera væl.

Nú er tað so jólakonsertin, ella jólakonsertirnar, sum eru á skránni. Kórið, sum framvegis er undir leiðslu av Bjarna Restorff og Kára Bæk, hevur eina rættiliga fjølbroytta skrá, við bæði útlendskum og føroyskum sangum – eisini jólasangum.

Konsertirnar verða sum sagt nú sunnudagin, tann 10. desember. Tann fyrra verður í Gøtu kirkju klokkan 16.00, og tann seinna í Vesturkirkjuni klokkan 19.30.

Kórini vóna, at tit møta fjølment. 

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Lands­stýris­maðu­rin segði ósætt á tíðindafundinum
Hans Joensen: Eg eri ein skuffaður maður
Seldu kvotu og fingu hana aftur
Eru Menningar­kvotur­nar politiskt útlutaðar?
SU generatiónin í Løgtingi­num skilir ikki, at feløgini hava verið í kreppu
Hoyr samrøðuna við skiparan á Klakki: "Vit kunnu fiska óavmarkað í Grønlandi"
Fiski­kongar i Norð­urhøvum
Møtti ISIS manni í Týsklandi
Nú eru løgreglu­fólk við hundum á hvørjum týskum sjúkra­húsi
Umboðini hjá Sambands­flokki­num ynsktu ikki menningar­kvotur
Tað er ikki Tórbjørn Jacobsen, sum er boðin umborð, tað er borgar­stjó­rin í Runavíkar kommunu
Flótidokkin í Hirtshals er koppa
Brátíðindi: Politiið í Føroyum hevur tikið málið upp aftur, viðvíkj­andi illgrunasomum deyða
Uppsjóvar­kvotur­nar eru nógv størri enn ICES tilmælir
Tjóðveldiskabalin
Metis - Øll sendingin - 14. august 2018
Nýggjur háskúli á Sandi
Hoyr stjóran á Vestmanna Fiskavirki, hvussu menningarkvotan skal brúkast
Norðoya Fólkafloks­felag : Landið bløðir og kemur at bløða um vend ikki kemur í nú
Eg haldi veruliga ikki, at Høgni hevur blandað seg uppí viðgerð­ina av menningarkvotum, nú skotrøðir­nar duna.
Tvístøða kjaksending (35) - Øll sendingin
Í India eru 2 gentur hópneyðtik­nar og síðan brendar livandi
Hilbert Elisson: Fiskivinna og kvotur
"Líggjas" skal klippast
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi