Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Eingin brexit-avtala í hesi vikuni

Politikkur, Uttanlands | 07/12 07:30

Ein talsmaður fyri bretska forsætisráðharran, Theresa May, sigur, at bretska stjórnin arbeiðir við at fáa eina avtalu í lag um fyrsta stigið av brexit-samráðingunum á einum ES-toppfundi 14. desember.

- Nakað av arbeiði er framvegis eftir, sjálvt um góð framstig eru gjørd, sigur talsmaðurin hjá May. 

Politiski blaðstjórin á bretska blaðnum The Sun endurgevur samstundis keldur í norðurírska sambandsflokkinum (DUP) fyri at siga, at eingin brexit-avtala verður í hesi vikuni. 

Bretar í villareiði

Ein nýggj meiningakanning vísir, at vaksandi mótstøða er millum bretska fólkið ímóti handfaringini hjá stjórnini av brexit-samráðingunum. 

Kanningin hjá tjóðskaparliga deplinum fyri Social Research vísir, at 61 prosent av bretum í dag halda, at stjórnin stendur seg illa. Í februar var talið 41 prosent. 

 2200 persónar vórðu spurdir í kanningini. 

- Svartskygnið er økt millum tey, sum atkvøddu fyri, at Bretland skuldi fara úr ES, sigur granskarin John Curtice við Reuters. 

Curtice sigur, at "veljararnir átala brexit-tilgongdina, ístaðin fyri at koma til ta niðurstøðu, at tað er sjálvt tað at fara úr ES, sum er miseydnað." 

Harta Írland

Næstformaðurin í norðurírska sambandsflokkinumi (DUP) í parlamentinum í London sigur, at tað er handfaringin hjá Írlandi av aktuellu samráðingunum um hjúnaskilnaðin millum Bretland og ES, sum hóttir við at oyðileggja góðu viðurskiftini millum bretar og írar. 

Hann langar sambært blaðnum The Guardian hart út eftir Írlandi, sum hevur fingið ein "nýggjan tóna" við Leo Varadkar sum forsætisráðharra.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Viðmerk­ingar til sending­ina ''Ein kelda í Skálafirði''
Nýtt missións­hús verður vígt á Strondum leygar­dagin
Nú verður farið undir at byggja eitt gistingar­hús á Kallsoynni
Løgtingslimir eru mest yvirbetaltu starvs­fólk­ini í Landinum
Metár hjá Bakkafrost
Hugnaløtan 13 - Gestur: Niels Jacob Nielsen
Býarmynd hvørvur
Prát við Sólgerð Andreassen
Ein drápsmaður búði hjá okkum og vit vistu ikki av tí
Prát við Kristan Martin Rasmussen
Samrøða við Løgtingsmann um rúsevnismál
Tvøstpakkar
Hugnaløtan 12 - Gestur: Ben Arabo
Viðmerking frá Sjúrður Skaale til "Gud signi Føroyar” í gjárkvøldið
Bakkafrost gjørdi spádómum til skammar
Billy Graham deyður
Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar
Prát: Bergtóra Ó. Poulsen
At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku
Brúgvin 79 - 12. feb. 2018
Søgulig nýraskurðviðgerð á Ríkissjúkra­húsinum
R7 Premier League 13 - Aftaná FA CUP 5. umfar
Ísland kann gerast fyrsta landið í Evropa at banna umskering
Tórshav­nar Kommuna rindar meira enn hálva millión í kringvarpsgjaldi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi