Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Navnið kann spilla nógv

Innanlands | 06/12-2017 20:38

Hevur umdømi nógv at siga?

Tá tú hevur eitt gott umdømi, so hugsar tú kanska ikki so nógv um tað.

Hevur tú hinvegin ikki eitt gott umdømi – ella eitt so-sum-so umdømi - so er viðvent í holuni. Tá fær umdømisspurningurin ein heilt annan týdning.

Tí er týdningarmikið, at verða tilvitað/ur um sítt umdømi.

Bæði hjá teimum, sum hava eitt gott umdømi og hjá teimum, sum hava eitt verri umdømi. Eitt gott umdømi kann brádliga fara – tað hava vit sæð nógv dømi um.

At hava eitt gott umdømi, hevur nógv at siga fyri tín lívskvalitet. Og skalt tú koma ígjøgnum við tínum málum, hevur títt umdømi eisini nógv at siga. Eitt nú at fólk stóla uppá teg?

Navnið kann spilla nógv

Summar fyritøkur, ið skifta eigarar vilja halda fram við sama navni og sama samleika, tí fyritøkan hevur gott orð á sær. Aðrar royna sum skjótast at finna nýtt navn, tí okkurt kann vera knýtt at navninum og samleikanum, sum skaðar fyritøkuna.

Fyri øll menniskju og allar fyritøkur er tað grundleggjandi at hugsa um umdømið. Bæði menniskju og fyritøkur liva av og vinna fram, um tey hava eitt gott umdømi. Tað sigur Kresten Schultz Jørgensen, stjóri í samskiftisfyritøkuni Lead Agency.

Kundar, veitarar, íleggjarar, journalistar og myndugleikar hava øll sín leiklut í gongdini hjá eini fyritøku – tey hava øll eina fatan av menniskjanum og fyritøkuni. Eina jaliga ella neiliga fatan, rætta ella skeiva, men júst fatanin er avgerandi fyri øll val, hvar fólk vilja arbeiða, hvar tey vilja keypa ella hvør lóggáva og hvørjar treytir eru neyðugar.

Hvør ella hvat er avgerandi fyri umdømi?

Samskifti og leiðsla eru avgerandi fyri, hvussu væl tað gongur hjá eini fyritøku ella stovni. Kresten Schultz Jørgensen fer at halda fyrilestur á Leiðaradegnun 2018 um, hvønn týdning umdømið hevur fyri, hvussu ein fyritøka ella stovnur klára seg.

Eitt gott umdømi er eins týdningarmikið og tann góði svøvnurin. Hann ger ikki einsamallur lívið betri, men uttan góða svøvnin er ringt at fáa alt at rigga.

Kresten Schultz Jørgensen vísir á, at einstaka fyritøkan kann ikki einsamøll stýra egnum umdømi. Fyritøkan kann liva eitt sunt lív og samskifta tað til veitarar, kundar og onnur.

Hann vísir á fleiri týðandi arbeiðsøki, sum hava ávirkan á umdømið. Summi meiri sjálvsøgd enn onnur. Eitt nú, at vøran ella tænastan skal vera í lagi, at tølini eru svørt, men hann vísir eisini á etikk, leiðslu, samleika og samskifti, sum hava ávirkan á umdømið.

Umdømið hjá eini fyritøku sprettur í roynd og veru úr bæði avrikum og samskifti – og avrikini eru heilt avgjørt byrjanarstøðið, sigur Kresten Schultz Jørgensen.

Kom og hoyr Kresten S. Jørgensen greiða frá um hvussu tú kanst arbeiða við tínum umdømi á Leiðaradegnum 2018, ið verður 26. januar á Hotel Føroyum.

Tíðindaskriv frá Synergi


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Metis - Øll sendingin - 04. desember 2018
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Glasir!
Nýtt virksemi í turkihúsi­num í Vági
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Her verða allar gátur loystar
Dýrir dreingir í Hoyvíkshaga
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Kristilig Tíðindi (77) - Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus
Tíðindi klokkan 17:00
Sølutiltak hjá Leirkeri­num - fleiri enn 100 bøkur!
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi