Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Um rættin til eftirløn sum landsstýrismaður við 60 ára aldur

Innanlands | 06/12-2017 21:00

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu, um ein fyrrverandi landsstýrismaður leyk treytirnar fyri at fáa eftirløn við 60 ára aldur. Landsstýrislønarlógin § 3, stk. 2, 1. pkt. ásetir, at fyrrverandi landsstýrismaður hevur rætt til eftirløn við 60 ára aldur, um aldurin á landsstýrismanninum og tvær ferðir starvsaldurin á tingi og í landsstýrinum til samans er í minsta lagi 95 ár. Klagarin og Løgmansskrivstovan vóru ósamd um, nær fráfaringaraldurin skuldi roknast frá, og um tíðin í Løgtinginum, aftaná at klagarin var farin frá sum landsstýrismaður, skuldi telja við í samlaðu uppgerðini av rættinum til eftirløn við 60 ára aldur.

Umboðsmaðurin hevði onga viðmerking til, at Løgmansskrivstovan tulkaði fráfaringaraldur til at vera aldurin á landsstýrismanninum, tá hann á seinasta sinni legði frá sær sum landsstýrismaður. Umboðsmaðurin helt tað hinvegin, grundað á orðaljóðið í § 3, stk. 2, 1. pkt., ikki vera grundarlag fyri at tulka ásetingina avmarkandi og ikki taka tíðina í Løgtinginum, eftir at klagarin var farin frá sum landsstýrismaður, við í útrokningargrundarlagið. Ein uppgerð av aldrinum á klagaranum, tá hann gavst sum landsstýrismaður, og tvær ferðir starvsaldurin á tingi og í landsstýrinum til samans, kundi tí hava við sær, at klagarin hevði rætt til eftirløn sum landsstýrismaður við 60 ára aldur. Umboðsmaðurin heitti tí á Løgmansskrivstovuna um at taka málið upp til nýggja viðgerð og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum.

Álitið kann lesast: her


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Lands­stýris­maðu­rin segði ósætt á tíðindafundinum
Hans Joensen: Eg eri ein skuffaður maður
Seldu kvotu og fingu hana aftur
Eru Menningar­kvotur­nar politiskt útlutaðar?
SU generatiónin í Løgtingi­num skilir ikki, at feløgini hava verið í kreppu
Hoyr samrøðuna við skiparan á Klakki: "Vit kunnu fiska óavmarkað í Grønlandi"
Fiski­kongar i Norð­urhøvum
Møtti ISIS manni í Týsklandi
Nú eru løgreglu­fólk við hundum á hvørjum týskum sjúkra­húsi
Umboðini hjá Sambands­flokki­num ynsktu ikki menningar­kvotur
Tað er ikki Tórbjørn Jacobsen, sum er boðin umborð, tað er borgar­stjó­rin í Runavíkar kommunu
Flótidokkin í Hirtshals er koppa
Brátíðindi: Politiið í Føroyum hevur tikið málið upp aftur, viðvíkj­andi illgrunasomum deyða
Uppsjóvar­kvotur­nar eru nógv størri enn ICES tilmælir
Tjóðveldiskabalin
Metis - Øll sendingin - 14. august 2018
Nýggjur háskúli á Sandi
Hoyr stjóran á Vestmanna Fiskavirki, hvussu menningarkvotan skal brúkast
Norðoya Fólkafloks­felag : Landið bløðir og kemur at bløða um vend ikki kemur í nú
Eg haldi veruliga ikki, at Høgni hevur blandað seg uppí viðgerð­ina av menningarkvotum, nú skotrøðir­nar duna.
Tvístøða kjaksending (35) - Øll sendingin
Í India eru 2 gentur hópneyðtik­nar og síðan brendar livandi
Hilbert Elisson: Fiskivinna og kvotur
"Líggjas" skal klippast
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi