Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

JFK-Open í badminton

Innanlands, Ítrottur | 06/12 23:20
Eva Jacobsen úr KBF vann gull hjá U11 A gentum.

Seinasta vikuskifti var JFK-Open í badminton á skránni í Klaksvík, har Grand Prix 3 var hildið. Tað vóru umleið 190 leikarar, og eini 350 dystir vórðu leiktir. Leygardagin spældu børn og ung, og sunnudagin spældu tey vaksnu.

Hjá U11 dreingjum er kappingin serliga millum tveir leikarar úr ÍF, har Bogi hevur 130 stig, og Marko hevur 120 stig.  Hjá U11 gentum er kappingin eisini sera hørð. Har hevur Julianna HBF 140 stig, og Eva KBF hevur 130 stig, so hjá U11 er einki avgjørt enn.

Hjá U13 gentum er eisini sera hørð kapping. Har eru tað serliga tríggir leikarar frá KBF og ein frá ÍF, sum kappast um fremsta plássið.  Fremst í løtuni er Ranja frá KBF, og so koma Rakul ÍF, og Oddbjørg og Miriam frá KBF.  Hjá dreingjum U13 eru Leivur KBF og Bjarti HBF púra javnir við 120 stigum í part.

Hjá U15 dreingjum hevur Aron ÍF vunnið allar tríggjar kappingarnar higartil og stendur væl í kappingini til at blíva Grand Prix vinnari fyri veturin. Hjá gentum hevur eisini ein leikari vunnið allar kappingarnar higartil. Tað er Ingibjørg frá KBH, sum hevur 150 stig.

Í U17 menn hevur Árant MBF 140 stig, Ári HBF hevur 110 stig, Jónas HBF hevur 100 stig, og Ari KBF hevur 80 stig. Hjá kvinnum U17 hevur Adhya vunnið allar kappingarnar og hevur 150 stig. Sissal HBF hevur 110 stig, Lena Maria KBF hevur 90 stig, og Miriam HBF hevur 70 stig.

Enn er einki avgjørt hjá teimum vaksnu, men hjá kvinnum A hevur Lena Maria frá Klaksvíkar Badmintonfelag lagt seg klárt á odda við 150 stigum. Nummar 2 er Jóhanna KBF við 90 stigum, og nummar 3 er Bjarnhild KBF við 70 stigum, sum ikki var heima til hesa kapping, so kvinnurnar hjá Klaksvíkar Badmintonfelag verða torførar at taka í ár.

Hjá monnum er kappingin enn opin. Har er Magnus úr HBF fremst við 100 stigum, men í hølunum á honum koma Rani KBF við 90 stigum, Magni ÍF við 80 stigum, og Ari KBF hevur 70 stig.

Hjá  kvinnum eru ikki nógvir luttakarar í ár, og tað er harmiligt, tí tað kemur nokk at síggjast aftur, tá farið verður til kappingar uttanlands, tí leikararnir eru munandi verri fyri, tá leikarar her heima ikki taka lut í tí heimligu kappingini. Tað er tó ikki so óvanligt, at annað hvørt ár er áhugin minni, tí tá er ikki Oyggjaleikaár, og tað verða ikki Oyggjaleikir komandi summar. Tíbetur síggja vit tó fleiri góðar, ungar, kvinnuligar leikarar, sum eru á veg upp.  Tað er eisini vanligt at síggja tað hjá monnum, men í ár er ørvísið. Tað er hørð kapping um fremstu plássini, og tað eru fleiri leikarar, sum eru væl fyri og hava gjørt stór framstig. Tað var eisini stuttligt at síggja góðar leikarar, sum spældu badminton fyrr, koma til kapping í Klaksvík.

Næsta Grand Prix kapping verður á Giljanesi 13. og 14. jan 2018. Tann kappingin eitur H-dygd Open og er 4. Grand Prix kapping út av 5.

Sí myndir frá kappingini í leinkjuni her


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða við Lailu Nielsen: Nýggjur handil opnar Við Sílá
Nýtt missións­hús verður vígt á Strondum leygar­dagin
Tríggjar útstykk­ingar í Runavíkar kommunu
Stór samanlegging í fiski­vinnuni
Jóhann Lützen: Norðlýsið fer ongan veg.
Løgtingslimir eru mest yvirbetaltu starvs­fólk­ini í Landinum
Samrøða við Allan Samuelsen, ein av fyriskip­aru­num til Countryfestivalin 14.- 16. juni í Sørvági
Metár hjá Bakkafrost
Oasubrøður geva fløgu út í komandi viku
Býarmynd hvørvur
Kvinnu­ndirskotið veksur í góðum tíðum
Føroyska sildakvotan lækkar 37.000 tons
Tvøstpakkar
Nýggjur heilivágur beinir eftir einum degi fyri beinkrími
Hugnaløtan 13 - Gestur: Ben Arabo
Ein drápsmaður búði hjá okkum uttan vit vistu ikki av tí
Tvístøða kjaksending 27 - Øll sendingin
Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar
15-ára gamal deyður av ecstasy
At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku
Sjónband: Løtan tá VÍF gjørdist steypavinnari 2018
"Kom á 2069" - Sending 26
Ísland kann gerast fyrsta landið í Evropa at banna umskering
Tvístøða kjaksending 27 - Kvinnur hava sambært Bíbliuni skyldu at hava samlegu við sínum maka
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi