Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Verður Coutinho nú verandi?

Ítrottur, Uttanlands | 07/12-2017 05:30

Eftir sannførandi 7-0 sigurin á Spartak Moskva á heimavølli í gjárkvøldið, er Liverpool endiliga aftur í 8-partsfinaluni í Champions League.

Tað var upp á tíðina, tí tað eru níggju ár síðani seinast.

Liverpool hevði bert brúk fyri einum javnleiki fyri at sleppa víðari í kappingini, men fjeppararnir stúrdu fyri, at tað kundi ganga galið í síðsta dystinum aftur, sum ímóti Basel fyri trimum árum síðani.

-Eg eri hjartans fegin um, at Liverpool-viðhaldsfólkini sluppu at uppliva eitt slíkt kvøld, og at tey kunnu vera stolt nú, segði venjarin Jürgen Klopp við Viasat eftir dystin.

Verður Coutinho nú verandi?

Coutinho skoraði hattrikk í gjárkvøldið. Hini málini skoraðu Mané (2), Firmino (1) og  Salah (1).

Stóri spurningurin, sum øll seta sær nú, er, um Coutinho framvegis verður í Liverpool, tá 8-partsfinalurnar verða spældar.

Mong vænta, at Barcelona fer at royna seg aftur í januar.

Hann gjørdist ikki bíligari í gjárkvøldið, men Liverpool-leiðslan tykist framvegis avgjørd um, at Coutinho ikki er til sølu.

– Tað besta við «Phil» er, at hann við sínum førleikum eisini er ein spælari, sum altíð arbeiðir hart. Eg eri sjálvandi nøgdur við hann, men eg havi ikki peiling av «hinum», sigur Jürgen Klopp, og «hinum» var, hvørt hann megnar at fáa Coutinho at verða verandi í felagnum til kappingarlok.

Sjálvur segði Phlippe Coutinho bert, tá hann varð spurdur um hetta, "let´s see!"

Millum mest vinnandi liðini

Liverpool er millum mest vinnandi liðini í Champions Leauge.

Felagið hevur vunnið kappingina fimm ferðir (eins og Barcelona og Bayern). Bara Milan (7) og Real Madrid (12) hava vunnið oftari.

Men eftir at Liverpool knústi Real Madrid í 8-partsfinaluni í mars 2009 (5-0 samanlagt, 4-0 á Anfield), kom stígur í: Duttu út úr bólkaspælinum í 09/10, ikki við næstu fýra kappingarnar, duttu út úr bólkaspælinum í 14/15, og síðani úti aftur næstu tvær kapingarnar.

Nú er Liverpool komið aftur í aftur - kanska sterkari enn nakrantíð.

 


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Lands­stýris­maðu­rin segði ósætt á tíðindafundinum
Hans Joensen: Eg eri ein skuffaður maður
Seldu kvotu og fingu hana aftur
Eru Menningar­kvotur­nar politiskt útlutaðar?
SU generatiónin í Løgtingi­num skilir ikki, at feløgini hava verið í kreppu
Hoyr samrøðuna við skiparan á Klakki: "Vit kunnu fiska óavmarkað í Grønlandi"
Fiski­kongar i Norð­urhøvum
Møtti ISIS manni í Týsklandi
Nú eru løgreglu­fólk við hundum á hvørjum týskum sjúkra­húsi
Umboðini hjá Sambands­flokki­num ynsktu ikki menningar­kvotur
Tað er ikki Tórbjørn Jacobsen, sum er boðin umborð, tað er borgar­stjó­rin í Runavíkar kommunu
Flótidokkin í Hirtshals er koppa
Brátíðindi: Politiið í Føroyum hevur tikið málið upp aftur, viðvíkj­andi illgrunasomum deyða
Uppsjóvar­kvotur­nar eru nógv størri enn ICES tilmælir
Tjóðveldiskabalin
Metis - Øll sendingin - 14. august 2018
Nýggjur háskúli á Sandi
Hoyr stjóran á Vestmanna Fiskavirki, hvussu menningarkvotan skal brúkast
Norðoya Fólkafloks­felag : Landið bløðir og kemur at bløða um vend ikki kemur í nú
Eg haldi veruliga ikki, at Høgni hevur blandað seg uppí viðgerð­ina av menningarkvotum, nú skotrøðir­nar duna.
Tvístøða kjaksending (35) - Øll sendingin
Í India eru 2 gentur hópneyðtik­nar og síðan brendar livandi
Hilbert Elisson: Fiskivinna og kvotur
"Líggjas" skal klippast
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi