Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Trygdarráðið hjá ST viðgerð Jerusalem

Uttanlands | 07/12-2017 08:34

8 av teimum 15 londunum í trygdarráðnum hava biðið um fundin.

Trygdarráðið hjá ST kemur saman í morgin at viðgera støðuna, nú USA hevur viðurkent Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Fundurin verður klokkan 10 fyrrapartin, amerikanska tíð - tað er klokkan 3 seinnapartin, føroyska tíð.

8 av teimum 15 londunum í trygdarránum - Frakland, Bolivia, Egyptaland, Italia, Senegal, Svøríki, Bretland og Uruguay hava biðið um, at ein serligur fundur verður hildin skjótast gjørligt. Tað stendur í einum tíðindaskrivi frá svensku ST-umboðunum.

Fleiri lond hava frodømt avgerðina

Fleirri lond hava fordømt avgerðina hjá Donaldi Trump um at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað. Men forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu er sum vera man ovurfegin um avgerðina.

“Jerusalem hevur verið høvuðsstaður fyri jødiska fólkið í 3000 ár, og býurin hevur verði høvuðsstaður í Ísrael í skjótt 70 ár,” sigur hann.

“Vit eru frosetanum sera takksom fyri hansara djørvu og røttu avgerð,” sigur Netanyahu.

Eisini onnur mál á skránni

Tað er Japan, sum formliga hevur kallað inn til fundin í trygdarráðnum í ST. Japan hevur henda mánaðin formansskapin í trygdarráðnum. Sambært formansskapinum verða eisini onnur mál viðgjørd á serliga fundinum, og tí verður roknað við, at spurningurin um Jerusalem verður ikki viðgjørdur fyrr enn seint á fundinum.

Kelda: dr.dk og tv2.dk


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Country sunnudags­skúli á Stakka í Sørvági
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Bussur útav
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Mál útloysti jarðskjálvta
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Hvat nú um tú tekur feil viðvíkj­andi fosturtøku?
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Flottir eru teir -myndatema
Myndir frá Country og Blues festivali­num - leygarkvøld í Sørvági.
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi