Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Kæra ikki mál um keyp av pólskum nýføðingi

Uttanlands | 07/12 10:55

Ákæruvaldið fer ikki at kæra dómin, sum í síðstu viku fríkendi eini donsk hjún fyri brot á ættleiðingarlógina.Hjúnini hava viðgingið, at tey keyptu ein nýføðing í Póllandi uttan um ættleiðingarstovnarnar.

Ákærin kravdi, at parið millum annað varð dømt fyri at hava brotið ættleiðingarlógina, men hesum vísti býarrætturin aftur. Rætturin helt ikki, at talan var um eitt mammuklekingarbrot, har ein kvinna verður keypt til at føða eitt barn.

Ríkisadvokaturin heldur, at landsrætturin fer at koma til somu niðurstøðu sum býarrætturin, og tí verður málið ikki kært.

- Hóast pengar vóru millum pólsku mammuna og danska parið, hevur mamman latið barnið sjálvboðin. Sostatt er ikki talan um barnaburturflyting, sigur ríkisadvokaturin í tíðindaskrivi sambært Ritzau.

Ákæra kann heldur ikki reisast ímóti parinum fyri mannahandil, verður lagt aftrat.

Treytaða fongsulsrevsing

Rætturin í Sønderborg dømdi parið 20 daga treytaða fongsulsrevsing og 40 tímars samfelagstænastu fyri at hava givið ósannar upplýsingar. 

Barnleysa parið keypti í 2014 - eftir at hava roynt at fingið barn í fleiri ár - drongin frá mammuni fyri 750 evrur, svarandi til 5500 krónur.

Kvinnan hevur viðgingið, at hon gav ósannar upplýsingar til tað almenna um barnið fyri at tað kundi fáa danskt persónnummar. 

- Vit hugsaðu ikki um avleiðingarnar av tí, vit gjørdu, men bara um, at nú høvdu vit fingið barnið, vit høvdu bíðað eftir í átta ár, segði kvinnan í rættinum.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Ætlaði at hjálpa - varð ístaðin stungin
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
Brúgvin 73 - 11. des. 2017
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi