Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

P-bollar økja um vandan fyri bróstkrabba við 20 prosentum

Heilsa, Uttanlands | 07/12-2017 12:50

Kvinnur millum 15 og 49 ár, sum taka p-bollar, hava ein hormonspiral ella brúka aðra hormonfyribyrging, hava í miðal 20 prosent øktan vanda fyri at fáa bróstkrabba. Tað vísir nýggj, donsk gransking, sum í dag er almannakunngjørd í einum av heimsins fremstu vísindaligu tíðarritum, New England Journal of Medicine. Tað skrivar Politiken.

55 kvinnur av 100.000 millum 15 og 49 ár, sum ongantíð hava brúkt hormonala fyribyrging, fáa vanliga eftir einum ári bróstkrabba. Meðan 68 av 100.000, sum brúka hormonala fyribyrging, menna bróstkrabba.

Sostatt elva p-bollar, hormonspiralar, minibollar, p-plástur og p-ringar til 13 eyka tilburðir av bróstkrabba fyri hvørjar 100.000 kvinnur um árið.

- Hetta er fyrstu ferð í heimshøpi, at vit hava eina slíka kanning, har vit kunnu áseta vandan fyri bróstkrabba í mun til, hvussu leingi kvinnan hevur brúkt preparatið, sigur Øjvind Lidegaard, sum hevur verið við til at gjørt kanningina, við Politiken.

Hann er professari á Ríkissjúkrahúsinum og ein av heimsins fremstu granskarum í p-bollatrygd.

Vandin veksur við árunum

Kanningin vísir, at vandin fyri at menna bróstkrabba økist, tess longri kvinnan hevur brúkt hormonevnið. Eftir fyrsta árið er vandin øktur við níggju prosentum, meðan tað eftir tíggju ára nýtslu er ein 38 prosent øktur vandi fyri bróstkrabba.

Sambært professaranum koma 15 prosent av øllum tilburðunum av bróstkrabba innan kvinnan er fylt 50 ár. Tilsamans fáa 5000 danskar kvinnur á hvørjum ári diagnosuna.

Sambært kanningini er ongin munur á slagnum av hormonalari fyribyrging, sum kvinnurnar brúktu, og vandanum fyri at fáa bróstkrabba.

Anders Beich, formaður í vísindaliga felagnum hjá praktiserendi læknum, Dansk Selskab for Almen Medicin, er 'eitt sindur bilsin' um, at kanningin eisini knýtir hormonspiral at økta vandanum fyri bróstkrabba, sigur hann við Politiken.

Doris Stenver, yvirlækni í Heilivágsstýrinum og limur í hjáárinanevndini hjá ES, vísir á, at fyribyrgingarheilivágur er "týdningarmikil fyri nógvar kvinnur, vit kunnu ikki vera hann fyri uttan".

Kortini verður nýggja kanningin tikin upp á komandi fundinum millum heilivágsmyndugleikar í ES, sigur hon.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi