Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Men - gerast fólk klók av at fylkjast í flokk?

Fiskivinna, Lesarabrøv | 08/12-2017 00:39

So mikið av álitið havi eg á tingfólki, at tey síggja mótsøgnina í hesum, í øllum førum teimum sum síggja og merkja hetta í nærumhvørvinum hvønn dag. Churchill skal einaferð hava sagt, at í politikki er tað galdandi, at ert tú í iva hvat tú skalt gera, so lat verða við at gera nakað. Og tá tú ert í iva um hvat tú skalt siga, so sig tað tú innast inni meinar.

Men - gerast fólk klók av at fylkjast í flokk?

Í Føroyum er tað ikki sørt, at vit til tíðir kunnu tykjast sera undirbráttlig. Hetta er óivað mangan ein dygd, og tó. Gamli plagdi ofta at takað til, at tað sum ikki er ringt er gott. Nú ein dagin stóð ein grein í norska blaðnum Fiskaren um fiskiskipið Norðborg við yvirskriftini: Nordborg» er verdens mest lønnsomme fiskebåt !

Hetta fløvaði onkursvegna at lesa. Sjálvur havi eg verið so heppin at verða við til at selja allar vørurnar sum Norðborg hevur framleitt, síðan hon fór til fiskiskap í 2009. Og væl hevur hilnast; tað kann ikki annað sigast. Sildin er skorin til flak, makrelurin avhøvdaður, og loðnan flokka til Japan, og allur avskurðurin er framleiddur til mjøl og lýsi til fóðurframleiðslu til føroyskan laks. Hetta alt til gleði fyri reiðarí, manning, sølufelag, Norðoyggjar, ja allar Føroyar.

Men í hesum døgum verður seinasta hond løgt á ein nýggja fiskivinnuskipan, sum skal verða galdandi frá 1. Januar 2018. Tilgongdin má sigast at hava verið sera knortlut og fløkt, men nú vit skriva 7. Decembur eru bert tímar eftir, til hon skal atkvøðast ígjøgnum í løgtinginum. Tað hevur verið ført fram at nýskipanin ikki hevur nakra neiliga ávirkan á verðandi aktørar. Men nú sildasamráðingarnar fyri 2018 júst eru liðnar, vil eg her bert gjøgnumganga støðuna við sild undir nýggju skipanini, sum er ein av grundarsteinunum undir Norðborg sum verksmiðjuskip. Og støðan er alt annað enn bjørt.

Í 2008, var nýggja Norðborg við at verða liðug sum nýbygningur, og vónirnar um eina bjarta framtíð vóru góðar, við einari høgari sildakvotu. Árini frammanundan hevði felagið tikið eina støðu innan sildafiskiskap; eitt verksmiðjuskip var keypt úr Noregi, og kvotur keyptar og lagdar saman, fyri at styrkja um rávøru- og ikki minst tilverugrundarlagi fyri fyritøkuni. Og støða var eisini tikin til eitt nýtt og snotiligt nýmótans verksmiðjuskip sum stóð í gerð í Kili.


Í 2008 var tann føroyska sildakvotan á leið 76.000 tons, og felagið hevði tá ræði yvir 20.600 tonsum. Ræðisrættindi, sum lógu í ein fastari legu í mun til heildarkvotuna. Hetta var grundarsteinurin og byrjanin til eina frágera ríka og mennandi ferð tey næstu árini við tí nýggju Norðborg. Við upp og niðurtúrum av ymiskum slag, var sildin drigin av grunnið, framleidd til hágóðsku vørur til altjóða marknaðin, við virðisøking og burðardygd sett í hásæti. Ein bardagi og eitt stríð og strev, men úrslitið er ikki at koma uttanum: Í dag er hetta eitt av heimins mest lønsomu fiskiskipum; ikki í nøgd av fiski, men at skapa mest virði pr. fiska kg.

Nú eru fiskivinnusamráðingarnar júst endaðar fyri sild, og føroyska kvotan fyri 2018 verður mest sannlíkt áleið 84.000 tons. Nú kunnu tøl setast á 2018, og avleiðingarnar í uppskotinum kunnu nú staðfestast.

Í mun til 2008, latað vit nú sild til onnur lond, við tað at vit hava sett okkum eina autonoma kvotu. Rætt ella skeivt skal eg ikki taka støðu til, men tað viðførir at tað er minni at býta.  Men afturat hesum koma fleiri nýggj átøk, soleiðis at enn minni er til tey sum eru í vinnuni frammanundan. So tá alt verður lagt saman, og parturin til Norðborg verður roknaður eftir
nýskipanaruppskotinum, verður kvotan fyri 2018 á leið 12.600 tons, í mun til 20.600 tons í 2008, ella á leið 8.000 tons lægri, hóast samlaða kvotan 12.000 tons. Sum tað sæst er hettta ein beinleiðis avleiðing av nýggju fiskivinnunýskipanini

Hetta er ein sera álvarslig lækking fyri eitt verksmiðjuskip sum Norðborg, og ilt er at fáa eygað á grundgevingarnar fyri hesum. Kvotan er økt 10%, meðan kvotan hjá Norðborg er minkað á leið 40%. Nú veit eg ikki um øll eru greið yvir hesa støðuna, men um ikki, so er hetta ein roynd at greiða frá avleiðingunum við nýggja uppskotinum. Hetta er vitan, sum vit hava í dag, og vil eg hervið vísa á avleiðingarnar sum nýskipanini viðførir. Tað kann ikki kallast annað enn paradoksalt, at eitt av okkara flaggkskipum við virðisøking og burðardygd sum vørumerki, skal lúta fyri einum uppskotið sum skal seta hetta í hásæti.  Slíkt kann ikki verða annað en fáfongd.

Nú vil onkur kanska siga: Uppboðssøla. Jú víst hevur fyritøkan fíggjarligt frælsi at verða við í eini uppboðssølu, men hetta frælsi er ikki íkomið av nøkrum framíhjárættindum, men heldur av teimum skyldum fyritøkan hevur havt, at meirgóðska og bróta uppúr nýggjum. Og uppboðssølan hevur avmarkingar, sum gera at støði sum var, ongantíð verður rokki.

Tískil er hon ikki ein varandi loysn.

Vit eru øll skilafólk vónandi, men ósemjurnar mugu vit eisini tora at taka upp, júst sum tær eru. Í míni verð er ongin ivi um, at jú longri vit megnað at verða afturlítandi, jú longri eru vit før fyri síggja frameftir. Og hetta er ein skylda. Og afturlítandi tey seinastu 10 árini, so eru útlitini tey komandi 10 árin alt annað enn bjørt. Men enn eigi eg eina vón. Men vónin liggur í, at tingfólk nýta sítt vit og skil, og ikki atkvøða fyri, at niðurlaga rávørugrundarlagið fyri tað verksmiðjuskip í heimum, sum fær mest burturúr hvørjum kilo av fiski av sínum slag.

So mikið av álitið havi eg á tingfólki, at tey síggja mótsøgnina í hesum, í øllum førum teimum sum síggja og merkja hetta í nærumhvørvinum hvønn dag. Churchill skal einaferð hava sagt, at í politikki er tað galdandi, at ert tú í iva hvat tú skalt gera, so lat verða við at gera nakað. Og tá tú ert í iva um hvat tú skalt siga, so sig tað tú innast inni meinar.

Allar stórar avgerðir her í lívinum hava antin ein prís, ella eina tign. Tað er mín innarliga vón, at úrslitið av hesum máli fær endar tignarliga, til sóma fyri okkum øll.

Pól Huus Sólstein


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi