Løgtingsformaðurin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Um meirilutin av teimum sum eru í tingsalinum ikki umboða meiningina hjá meirilutanum av tingfólkum, so kann tingformaðurin niðurleggja tingfundin og harvið útseta atkvøðugreiðsluna.
Løgtingsformaðurin kann útseta atkvøðugreiðsluna í sambandi við málið um sjófeingi, til samgongan er fullmannað aftur. Tað sigur Jonhard Klettheyggj, stjóri á Løgtingsskrivstovuni.
“Tá stýrisskipanarlógin varð gjørd var hædd tikin fyri, at løgtingsformaðurin skal kunna meta, um tey sum eru í tingsalinum veruliga umboða meiningina hjá meirilutanum. Um hann heldur, at tey ikki gera tað, kann hann útseta atkvøðugreiðsluna,” sigur hann.
Tað er tí møguligt, at tingfundurin í dag verður niðurlagdur, tá orðaskiftið endar, og at atkøvðugreiðslan verður útsett til í komandi viku, tá samgongan aftur er fullmannað.
Men hetta er bara ein møguleiki. Enn veit eingin, hvat løgtingsformaðurin fer at gera.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur