Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

John trívist umborð á Grønanesi

Fiskivinna, Innanlands | 09/12-2017 10:00

At vera 51 ára gamal og hava siglt í 25 ár við sama skipið er ikki so vanligt. Hetta er tó støðan hjá John E. Johannesen, sum er skipari á trolaranum Grønanesi.

Í januar 2018 kann hann líta aftur á 25 ár umborð. Hesi árini hevur skipið havt tveir eigarar.

-Eg havi trivist sera væl umborð her og tí eru árini vorðin so mong, nærum uttan at eg veruliga havi hugsað so nógv um tað, sigur John.
Tað var Pauli sáli í Vestmanna, sum átti og var skipari á Grønanesi, sum ringdi til John og bað hann við.
Fyrsta hálva árið var hann dekkari og var so stýrimaður í umleið tvey ár. Síðani var hann stýrimaður og avloysti sum skipari. Síðstu mongu árini hevur hann ført Grønanes.

-Tað hevur gingið upp og niður við fiskiskapinum, sum tað jú altíð ger. Síðsta árið havi eg tó hildið, at tað sær dámligari út. Tað hevur verið meiri at fingið og støddin á upsanum hevur eisini verið størri enn undanfarnu ár. Síðsta túrun var upsin so stórur at meginparturin var kruvdur við hond, tí hann passaði ikki í kryvjimaskinuna. Skipini høvdu 240 pund og meginparturin var upsi, sigur John.

Grønanes hevur samtrola við Vesturtúgvuna øll árini. Vesturtúgvan kallaðist áður Vestmenningur.

Mennirnir umborð á Grønanesi vóru blíðir við sjómanstrúboðarin tá hann í gjár vitjaði umborð við jólapakkum og við einum geyma við nógvum kristnum sangum á, sum var settur í sjónvarpið í messuni.

-Eg havi fingið jólapakka frá sjómanskvinnuringunum øll árini eg havi siglt. Tað er bæði ein góð og stimbrandi uppliving, tí onkur “ókendur” hugsar um meg. Eg havi fingið hosir, handklæði, sápu og annað í pakkunum. Kvinnurnar og Sjómansmissióninn eigur eina stóra tøkk uppiborna fyri teirra stóra arbeiðið- sigur John.

Aftaná kaffimunn, gott prát og hugna var eitt bíbliuorð lisið og bøn biðin, áðrenn trúboðarin takkaði fyri seg.

Sjómansmissiónin ynskir sjófólkinum Guds signing og varðveitslu.

Kelda: facebook.com/sjomansmissionin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi