USA flytir sína sendistovu úr Tel Aviv til Jerusalem
Síðan Donald Trump gjørdist amerikanskur forseti, hevur hann fleiri ferðir nevnt, at USA fer at flyta sína sendistovu í Ísrael úr Tel Aviv til Jerusalem.
Í gjár boðaði Trump forseti alment frá, at nú flytir amerikanska sendistovan í Ísrael úr Tel Aviv, har hon altíð hevur ligið, til bíbilska høvuðstaðin Jerusalem.
Henda søguliga flyting hevur ligið á ljóði, síðan Trump tók við í januar í ár.
Á fyrstu uttanlandsferð síni í vár hitti Trump fleiri arabiskar leiðarar. Men høvuðsmálið við ferðini tóktist vera Ísrael, tann serliga sameinda hjá USA í Miðeystri. Trump vitjaði Netanyahu, forsætisráðharra, og konuna Ruth heima.
Størsta løtan við ísraelsferðini var tó, tó Trump bað við Grátimúrin.
Helst sveittaðu arabiskir leiðarar, tá Trump bað á halgari grund í yarmulka.
Men ræðuskítur er Trump ikki, tí hann las 50 muslimskum statsleiðarum “the riot act” á felags fundi í Riyadh. Okkurt hevur hann avtalað um Ísrael og Palestina við Saudi Arabia og Egypt, sum bæði hava góð viðskifti við USA.
Trump gav eisini Mahmud Abbas, einaræðisharra í PA, av grovfílini og sýtti palestinska leiðaranum at brúka amerikanskar neyðhjálparpengar til at gjalda fongslaðum jihadistiskum drápsmonnum løn og familjum teirra pensjón.
Í farnu viku helt Mike Pence, varaforseti, røðu í ST, har hann heilsaði frá Trump forseta, at nú fór USA at viðurkenna Jerusalem sum høvuðstað Ísraels
Í gjár boðaði so Trump frá úr Hvítu Húsunum, at Jerusalem er viðurkendur. Áðrenn hevði Trump forseti ringt, kimað og tosað nógv við teir týdningarmestu arabisku leiðararnar um, at USA fer at flyta sendistovuna til Jerusalem.
Eygleiðarar vænta rumbul og ófrið í Palestina og aðrastaðni, tí palestinar hava altíð tikið sær rætt til at eiga eystara Jerusalem, sum Ísrael hevur hersett líka síðan 6-dagakríggið í 1967. Erdogan í Turkalandi er í øðini.
Eingin amerikanskur forseti hevur torað at tikið risa stigið at vinda Stars and Stripes í húnar hátt yvir amerikansku sendistovuni í Jerusalem. Trump torir, og allir Ísraels-vinir, eisini evangeliskt kristin, kring heimin fagna hendingini.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur