Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv

Fiskivinna, Politikkur | 10/12-2017 20:37

At veiðunøgd og fiskaprísir broytast skjótt, noyðast bæði vinnu- og fíggjarnevndin at ásanna, nú lóg um veiðugjald skal ásetast. Fiskaprísir og nøgd eru munandi broytt síðan uppskotið sá dagsins ljós og 70 millónir mangla nú í upprunaligu metingina

Í uppskotinum til lóg um veiðugjald er mett um inntøkur landskassans. Metingin tekur støði í kvotum fyri 2017 og fiskaprísum fyrst í árinum. Tað er einki at siga um tað metingina. Men ein slík meting broytist alla tíðina. Og tað ávirkar sjálvandi inntøkur landskassans.

Tað er soleiðis at rokna verður við ávísum nøgdum og ávisum prísi. Fyri uppisjóvar fiskin Makrel, Sild, Lodnu og Svartkjaft var upprunaliga rokna við nøgdunum sum eru í 2017. Síðan tá eru nøgdirnar minkaðar munandi. Nøgdin av Sild minkar 33% og nøgdin av Makreli minkar 20%. Harumframt er prísurin av Makreli lækkaður nakað og Sildaprísurin er nógv lægri.

Útrokningin í viðmerkingunum til lógina um tilfeingisgjald sigur, at tilfeingisgjaldi av uppisjóvarfiski er 279 milliónir av teimum tá 75% rættindum, sum verðandi aktørar varveita. Bara broytingin í prísi síðan uppskotið bleiv gjørt vísur, at í dag er tilfeingisgjaldið lækka við 61 milliónum, um nøgdin var óbroytt.

Nøgdin, vit kunnu veiða er eisini broytt. Við tað at tað sum skal á uppboðssølu av Sild broytist dagliga í samgongusamráðingum, hava vit brúkt 15% sum uppboðssølu. Tað er ov høgt og rætta talið má roknast við at verða hægri. Tað ger, at feilurin gerst uppaftur størri.

Men tá vit regulera fyri lækkandi makrelkvotu og hækkandi svartkjaftakvotu gerst úrslitið at tað mangla nógvir pengar í. Tilsamans rokna vit tað til at munurin verður 70 milliónir. T.v.s. at tað tá mangla 70 milliónir í sambært fíggjarlógaruppskotinum.

Tá søluvirði lækkar, lækkar eisini ónormali vinningurin hjá skipunum. Vit hava mett, at reiðarin eigur 60% og manning, olja v.m. eru 40% av seinast tjentu krónunum. T.v.s. at tá inntøkan minkar 100 milliónir, so minkar tilfeingisrentan 60 milliónir. Skattur av hesum er ætlandi 70% svarandi til 42 milliónir av 100 milliónum.

Vit síggja í uppskotinum, at samlaða sølan er 1.231 milliónir. Ónormali vinningurin er 332 milliónir. Við tað at virði minkar, so minkar avlopið tilsvarandi. Havast skal í huga, at søla á 1.231 mió. er fyri alla nøgdina. Minkingin í søluvirði fyri mettu nøgdina er uml. 13-16% Harumframt er minkingin eisini fyri tey 15% á uppboðssølu, 8,5% menningarkvotu og tað eyka nøgd vit býta um við onnur lond. Lat okkum bara spæla at tað svarar til 25% minking í søluvirði. Eitt sindur minni oljunýtslu, útgerð v.m. Men tað svarar neyvan til 10% av søluvirðinum. Út frá hesum ber til at rokna.

Sølan minkar 25% úr 1.231 mió. niður í 923 mió. Tað er 307 mió. Ónormali vinningurin minkar eisini. T.v.s. at vinningurin sum áður var mettur til 332 mió. minkar við 60% av 307 mió. sum er 184 mió. Vinningurin sum áður var 332 mió. verður tí einans 148 mió.

Tilfeinisskatturin av hesum verður tí 70% av 148 mió. og ikki av 332 mió. Tilfeingisskatturin sum í uppskotinum var mettur til 232 mió. frá pelagisku skipunum verður nú einans 103 mió. T.v.s. ein minking á kr. 129 mió.

Við at brúka hesar ymisku roknihættir síggja vit at alternativið at rokna kvotur, sum vit nú vita støddina á og at justera fyri prísirnar sum teir nú eru, lækkar tilfeingisrentan úr 279 milliónum niður í 220 mió. Tað gevur minking á 69 milliónir. Tá eru partrolarar eisini roknaðir við.

Um vit bara taka nótaflotan sum dømi, so minkar teirra veiða 25% og út frá roknistykkinum omanfyri lækkar tilfeingisrentan úr 232 milliónum niður í 86 milliónir. T.v.s. ein munur á 146 milliónir.

Tí noyðast Vinnunevndin og Fíggjarnevndin at taka støðu til eitt tal sum liggur millum 69 og 146 mió. Alternativið at brúka tølini sum eru í uppskotinum viðførur, at skattur á ónormalan vinning verður 232*100/148 = 157%

Í øllum førum kann talan gerast um eina stóra uppgávu, tá fíggjarnevndin skal fáa javnvág í metingarnar.

Í øllum førum metti journalisturin á R7 at hetta var so mikið tíðandi, at hann sendi bæði Fíggjarnevndini og Vinnunevndini eitt eintak av útrokningunum.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi