Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum

Fiskivinna, Lesarabrøv | 11/12-2017 19:30

Undir orðaskiftinum fríggjadagin um sjófangi, førdu teir báðir Aksel og Høgni millum annað fram, at nýggja fiskivinnuskipanin ikki fór at raka Barentshavið so hart, sum millum onnur eg aftur og aftur havi víst á.

Teir søgdu seg ikki skilja, hví nýggja skipanin skuldi verða nakar trupulleiki fyri endurnýggjanina av verksmiðjutrolararunum í Barenthavinum. Báðir hildu upp á, at tá avtala varð gjørd at byggja seinasta Skálaberg í 2001, var kvotan í Barenthavinum  bara umleið 11.000 tons, tvs. at hon var munandi minni enn kvotan næsta ár, sum verður umleið 27.000 tons.

Men hesi uppáhald hjá Høgna og Aksel eru langt frá veruleikanum. Bæði so og so. Tonsatalið var hægri enn teir siga, tað vóru sera góð útlit, tað var stabilitetur, ein visti hvat man hevði, og tað var einki veiðigjald.

Kvotan um tað mundi, tá byggisáttmálin varð undirskrivaður, var hægri enn 11.000 tonsini, sum Høgni og Aksel bera fram, hon var umleið 13.500 tons bara í Barentshavinum. Harumframt høvdu verksmiðjutrolararnir umleið 4.000 tons av kongafiski í Irmingahavinum og høvdu møguleika at fiska kongafisk í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. Eisini var møguleiki at fiska nakað í Grønlandi. Tað vil siga at samlaða kvotan hjá verksmiðjutrolarunum tá var umleið 18.000 tons og ikki 11.000 tons, sum varð upplýst fyri Løgtinginum. Toskaprísurin var so lágur, at tað hesi árini loysti tað seg líka so væl at fiska kongafisk, sum tosk í Barentshavinum.

Nógv tann týdningarmesta fyritreytin fyri avgerðina um nýggjan Skálaberg var, at vit hildu at kvotan fór at hækka, og vit arbeiddu tá undir einari politiskt stabilari skipan, har vit vistu, at vit høvdu rætt til kvotuna, so stór sum hon nú einaferð fór at verða frameftir. Loyvini vóru ikki uppsøgd, eingin uppboðssøla var og einki veiðigjald.

Kvotan hækkaði eisini, men nakað annað er, at hóast kvotan tey árini vit høvdu Skálaberg í miðal var 23.000 tons í Barentshavinum og Irmingahavinum tilsamans, fingu vit ikki nýggja skipið at bera seg.

Næsta ár verður kvotan hjá verandi aktørum í Barentshavinum 20.655 tons og í Irmingarhavinum umleið 500 tons, tá er minking í kvotu, uppboðssøla og menningarkvotu farið av og harumframt er møguleiki fyri at kvotan fer at minka 3 % um árið sambært nýggju heimildina. Kvotan verður ongantíð størri enn hetta, tí um kvotan hækkar verður alt selt á uppboðssølu.

Stutt sagt fer nýggja skipanin at

- hava við sær, at 23,5 % av kvotuni fer á uppboðsølu og til menningarkvotur. Umframt hetta er nú eisini gjørligt at lækka tað, sum skipini hava vð 3% um árið, og hetta uttan mun til, hvussu lítið kvotan er. Um kvotan er hægri enn 27.000 tons, so skal alt omanfyri hetta seljast á uppboðssølu.

- harumframt verður veiðigjald lagt á restina. Í framløgu hjá Fiskimálaráðnum fyri vinnuni sást, at umleið helvtin av úrslitinum frá Barentshavinum skuldi rindast.

Tað vil siga at úrslitið hjá skipunum í Barentshavinum minkar við umleið 70 %.

Tað er tí at ein grov villeiðing at siga, at fyritreytirnar í dag eru tær somu ella betri enn í 2001, tá vit bygdu Skálaberg:

1. Tey loyvir, vit nú hava, fara ongantíð at vaksa aftur, tvs. at JFK fer ongantíð at hava størri kvotu enn umleið 9.000 tons, sum verður kvotan í 2018.

2. Vit skulu rinda tilfeingisgjald, sum drenar tann síðsta rentabilitetin úr felagnum og kemur hetta at forða fyri, at at byggja nýggj skip at fiska í Barentshavinum.

Hetta er spell, tá vit samstundis hoyra, at bæði íslendingar, grønlendarar og norrmenn skriva undir byggisáttmálar í hópatali at endurnýggja teirra flotar. Kanska fara vit í Føroyum at fáa møguleika leiga tey gomlu skipini, sum verða løgd í grannalondum okkara.

Sum uppískoyti kann eg nevna, at vit í 2000 seldu táverandi Skálaberg til Grønlands fyri ein sera góðan prís, sum skapti eginfigging til at byggja nýtt skip, og var hetta eisini viðvirkandi til, at vit skrivaðu sáttmála um nýggjan Skálaberg.

Klaksvík, hin 11. Desember 2017

Hanus Hansen
Stjóri


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi