Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Fyrr kvinnuligt “halgimenni” – Nú fallin “eingil”

Andøvsløtan | 07/01 16:15

Nógv kenna Aung San Suu Kyi, fyrr kvinnuliga andstøðuleiðaran í Myanmar (Burma), ið leingi sat samvitskufangi hjá sosialistisku hernarstjórnini.

Nú skuldseta fleiri mannarættindarfólk ta einglavøkru Suu Kyi fyri at vera eitt bølmenni, ja minni lík Mahatma Gandhi og meiri lík Donald Trump.

Harður dómur at fáa hjá einum politikara, ið nýliga er sloppin úr politiskum fangaskapi og fagnað av fleiri mætum politikarum, síðan hon vann eitt val í Myanmar og hevur sitið sum statsleiðari, um enn av náði frá hernarjuntuni.

Avísin Daily Times í Lahore í muslimska Pakistan herjaði fyri jól á Suu Kyi og skuldsetti hana fyri - ikki bert at lata um seg ganga, men – sjálv at standa aftan fyri borgarakríggið í Rakhine, vestasta landsluti í Myanmar.

Tá Hussein Obama var í Burma síðst í forsetatíð síni, vitjaði hann Aung San Suu Kyi og bað hana verja muslimska Rohingya minnilutan í Myanmar, sum var undir hørðum álopum frá buddistiska meirilutanum í Myanmar.

Obama er meiri muslimur enn kristin, meiri kommunististur enn demokratur.

Suu Kyi hevur látist at verja áhugamálini hjá muslimska minnilutanum, men  nýliga hava altjóða felagskapir sum Amn Int og ST skuldsett Suu Kyi og stjórn hennara at vera tey herviligastu til at reka muslimar yvir til Bangladesh.

Pakistanska Daily Times pástendur, at fyrrverandi “halgimennið” í Myanmar jagstrar muslimar heldur enn at verja tey. Suu Kyi vísir skuldsetingunum aftur.

- Suu Kyi helt fagrar røður um mannarættindi, tá hon sat í húsavarðhaldi. Nú er hon ikki smettin mætari enn hermannajuntan, skrivar Daily Times.

Vikurnar fyri jól flýddu 180.000 muslimar aftrat vestur um mark til Bangladesh.

Eisini í Myanmar hata fólk muslimar, ið fluttu eystur um mark úr Bangladesh til Myanmar hesi farnu áratíggini. Nú er tolið hjá buddistum uppi, og ein etnisk útreinsan hevur verið í Landsynningsasia. 1 mió muslimar eru flýddir.

Nú er komið undan kavi, at Suu Kyi, eftir at Mishai Husain í BBC hevði havt viðtal við nýggja burmesiska statsleiðaran, hvesti: “Eingin segði mær, at eg fór at verða interviewað av einum muslimi.” Sjálvt Suu Kyi hatar teir.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Heystarfat
Prát við Jørgen Niclasen
Trump heldur fram sína sigursgongd
Argentinski kavbátu­rin sprongdist eftir 40 millisekundum
Samrøða við Trine Camilla Joensen úr Valkyrjunum
Rúsdrekka­ávirkaður og 12 persónar í bilinum
Myndarøð: Væleydnað seymiskeið fyri nýbyrjarar
Trolbátar­nir fullfermdir á Leirvík
"Kom á 2069" - Sending 22
Smuglingin av fiskaflaki úr Norra vindur upp á seg
Prát við Svend Højgaard
Ísraelar og palesti­nar - sum dagur og nátt
55 vilja vera stjóri
Tvístøða kjaksending 24 - Lán til uttanlandaferðir
Lýsa fyri 70 milliónir í Fiskafingrum
Týsk Samherja-skip fingið nøvn
Ein sólskinssøga á vetri
Íslendsk lodnuskip hava rokveiðu - norðmenn á veg
Vandi fyri álvarsomum stríði millum Danmark og Grønland
Eg sakni heildarætlan fyri fiski­vinnuna
R7 Premier League 9 - aftaná 24. umfar
Samrøða við Hans Jacob Hjelm, um Dansibandsfestivalin
Klipp fyri at brúka telefon í bilinum - kanska eisini í Føroyum
Messi brendi brotsspark
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi