Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Írski búskapurin veksur við brølandi ferð

Andøvsløtan | 07/01-2018 17:00

Við triðju konservativu stjórnini á odda í Dublin er írski búskapurin í betri standi enn nakrantíð síðan “húsabløðruna” árini eftir bankakreppuna í 2008.

Ungi, nýggi, bert 38 ára gamli forsætisráðharrin, Leo Varadkar (samkyndur forrestin) og høgravendi leiðarin hjá írska Fólkaflokkinum hevur ikki meiri enn sett spónina í greytin. Hann fær dyggan veljarastuðul fyri sína leiðslu.

Bretska avísin The Observer skrivar, at Írland hevur mesta búskaparvøkstur í Evropa fjórða árið á rað. Í 2017 vaks BTÚ 4,8%, stak gott eftir ES máti.

Baksíðan er høg húsaleiga og gravgangur eftir borðum í Michellin matstovum.

Ein orsøk til framburðin í fjør og 2016 er vøksturin í íløguhugi bæði úr USA, úr øðrum ensktmæltum londum uttan fyri Evropa og serliga úr Bretlandi sjálvum.

Um tað skuldi hent, at Bretland ikki fær nóg góða fríhandilsavtalu eftir Brexit, ræður alt um hjá bretum at framleiða og handla við ES úr næsta og mest líka grannalandi sínum, Írlandi beint fyri vestan.

Írar ivast, um miðjan av oynni fer at mennast aftur. Vestursíðan og útjaðarin vóru serliga hart rakt, tá húsabløðran brast, og hevur ikki vunnið innaftur eftirsleipið í íløgum, sethúsum og vinnulívi.

Men búskaparfrøðingar eru ikki í iva, at tann brølandi búskaparframgongdin fer eisini at gagna útjaðarum og landbúnarøkjunum og lyfta landið alt við sær.

Dublin hevur havt mest fyrimun av vøkstrinum. Men 1.000 nýggj arbeiðspláss á landspláni um vikuna, harav 3/4 eru uttan fyri Dublin, gera, at nógvu íløgurnar í Írland við ES-marknaðinum fyri eyga fara at gagna allari oynni.

Mesta høvuðbrýgg í Írlandi nú stendst av, prísirnir á fastogn í Dublin eru ov høgir. Húsaeigarar vóna, at Bretland fær eina vána handilsavtalu við ES, so at Dublin fær fullan fyrimun av einum “hørðum” Brexit.

Jú harðari Brexit verður, jú betri leiklut fær Írland sum verandi og komandi ES-limur ístaðin fyri Bretland. “Hvør av øðrum liva má.”


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Álvarsom lúgvisjúka stórtrívst millum ávísar journalistar í Føroyum
Norð­oyggjar missa nógv orsaka av fiski­vinnu­nýskipanini
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
Kristin Michelsen stillar uppaftur
Ætlar Bjørn at forkoma Sjálvstýris­flokki­num?
Alt hevur sína tíð her á fold
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
R7 og KvF samsenda
Kanning av kynsligari misnýslu av børnum í Føroyum
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Hugnaløtan (38) - Gestur: Karina Højgaard
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Ljóðbrot: Tá dunnan endaði undir sofuni
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
Sverri Hansen sagt seg úr búskaparráðnum
Hava lýst eftir stjóra fyri slakar 50.000 krónur
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Myndarøð: Café"in á Mølini í Skálavík
Myndarøð úr Føroyingahavn­ini: Tíðarin­nar tonn er farin avstað við tí mesta. 
Norðlysið gitar: Tummas Lervig fyri Hendrik Old
Saudi-Arabiski krúnprinsu­rin kann verða koyrdur frá
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Sjálvstýri havt ársfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi