Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Ríkar eysturríkskar “sukurmammur” hjá ungum muslimskum monnum

Andøvsløtan | 07/01-2018 23:00
Wien

Trælahandil og trælahald í ES-londum við ungum kvinnum, serliga úr Asia og Eysturevropa, síðan ES vaks, hevur fingið nógva miðlaumtalu og mótstøðu.

Eisini hevur økingin í kynsligum ágangi móti kvinnum í Evropa, tá islamska flóðaldan av ungum islamum breyt inn yvir Evropa í 2015, vakt øsing.

Ein vanlig inntøkukelda hjá ungum kvinnum (lesandi ella uttan arbeiði) er í Evropa blivin, at tær finna sær ein ríkan, eldri “sugar daddy” (sukurbabba), ið rindar teimum aftur fyri kynsligt undirhald. Hetta hendir við partanna samtykki.

Nú varpar eysturríkski teldumiðilin, Biber, ljós á eitt óvæntað fyribrigdi, sum kynsliga er øvugt av tí, vit vanliga vænta av kynságangi ella misbrúki.

Tey væl kendu orðini um “fúsa andan og veika holdið” gyldir eins væl fyri kvinnur sum menn (smbr. 50.000 danskar kvinnur, ið fullu fyri týskum uniformum við fíggindum í undir týsku hersetingini av Danmark 1940-45).

Biber vísir á trupulleikan, at múgvandi eysturríkskar kvinnur í stórum tali hava funnið sær ugga, undirhald og tvívegis umsorgan í ungum muslimskum monnum, ið tær føða, klæða og samsýna aftur fyri teirra kynsligu tænastur.

Netavísini tykir synd í hesum “neyðars” fremmandu ungu monnum, ið hvørki duga at tosa týskt ella at arbeiða (teir liva av sosialhjálp) og noyðast at búgva hjá og at selja sín kropp til hesar eldru eysturríkstu kvinnuligu trælahaldarar.

Trupulleikan heldur Biber vera, at teir villfremmandu koma úr patriarkalskari, t.e. mansdomineraðari, islamskari mentan, og at teir tí missa sjálvsvirði, hóast talan er um vaksin fólk, ið samtykkja at finna saman um hetta “quid pro quo”.

Biber nevnir fleiri dømi, eitt nú um neyðars Hasan, 24 ár, ið sigur, at unnusta hansara gevur honum fínan mat og drekka, heldur gessinum á honum uppi við at rinda fyri dýra kropsvenjing, men avbyrgir hann frá øðrum kvinnum.

Ella stakkals Tarek, 26 ára gamal úr Sýria, sum júst hevur rykt seg leysan úr klørnum á 51 ára gomlu “sukurmammu” síni, sum síðan hevur gingið hann niður og gjørt, at hann misti eitt arbeiði, hann royndi at fáa til at liva av.

Netavísin Biber kundi mælt islamskum ungum monnum at fara heimaftur til sína partriarkalsku mentan fyri at sleppa undan kvinnuligari misnýtslu.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Álvarsom lúgvisjúka stórtrívst millum ávísar journalistar í Føroyum
Norð­oyggjar missa nógv orsaka av fiski­vinnu­nýskipanini
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
Kristin Michelsen stillar uppaftur
Ætlar Bjørn at forkoma Sjálvstýris­flokki­num?
Alt hevur sína tíð her á fold
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
R7 og KvF samsenda
Kanning av kynsligari misnýslu av børnum í Føroyum
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Hugnaløtan (38) - Gestur: Karina Højgaard
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Ljóðbrot: Tá dunnan endaði undir sofuni
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
Sverri Hansen sagt seg úr búskaparráðnum
Hava lýst eftir stjóra fyri slakar 50.000 krónur
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Myndarøð: Café"in á Mølini í Skálavík
Myndarøð úr Føroyingahavn­ini: Tíðarin­nar tonn er farin avstað við tí mesta. 
Norðlysið gitar: Tummas Lervig fyri Hendrik Old
Saudi-Arabiski krúnprinsu­rin kann verða koyrdur frá
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Sjálvstýri havt ársfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi