Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Føroya Pedagogfelag er kroyst út í verkfall

Innanlands, Lesarabrøv | 08/01-2018 19:50

Lat tað vera sagt beinanvegin: Føroya Pedagogfelag hevur einki ynski um at vera í verkfallið, ei heldur at gera lívið torført hjá teimum, ið limir okkara dagliga taka sær av.

Føroya Pedagogfelag er kroyst út í hetta stríðið av politiska myndugleikunum.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum nú mannað verandi samgongu, eru atvoldin til støðuna vit eru í.

Undan valinum í 2015 vóru nógv politisk lyfti givin - fleiri av teimum til limirnir í Føroya Pedagogfelag.

”Rættvísi” var slagorð hjá Javnaðarflokkinum, og úr tí sprettist eitt ynski um rættvísari lønir til okkara starvsbólk, og aðrar starvsbólkar, líkir okkara.

Stevnusskráin hjá Tjóðveldi við heitinum: “Hetta loysa vit saman” skuldi “endurreisa álitið á politisku skipanina”, har tað aftur skuldi kunna lítast á orð og lyfti hjá politikarum.

Framsókn hevði lyftir um at styrkja kjarnuvælferðartænastur. Sagt var beinleiðis: “Lønin má vera hin sama fyri tænastur, ið byggja á næstan somu læruúrtøku og útbúgving”.

Vit spola fram til 1. desembur 2017
Samráðingarfundur er við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Fundurin er næsti fundur síðani Fíggjarmálaráðið skrivaði undir semju við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Ein semja, har landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum beinleiðis segði, at ”semjan slóðar veg fyri komandi samráðingar við onnur feløg”.

Fundurin byrjaði um 11-tíðina, og ímeðan bíðað varð eftir, at landsstýriskvinnan skuldi møta á fundi, var uppskotið til avtalu um undantøk á fundarborðinum.

Tá sigur umboð frá Lønardeildini, at: “vit hava eitt ynski um, at fakfelagið skal bløða út, og tí ynskja vit, at so nógvir limir sum gjørligt hjá felagnum skulu í verkfall”.

Hetta verður endurtikið, tá landsstýriskvinnan er møtt.

Avtalað varð, at vit skuldu taka málið um undantøk upp seinnapart, tá Almannaverkið hevði sent sítt útgreinað uppskot inn um undantøk.

Pedagogfelagið legði síðani eitt sáttmalauppskot fram, áðrenn farið varð til døgurða.

Eftir døgurðasteðgin væntaðu umboðini frá Pedagogfelagnum so, at sáttmálauppskotið skuldi viðgerast nærri.

Men tá fundurin skuldi byrja aftur, fekk Pedagogfelagið stutt boð frá Jan Mortensen, stjóra á Lønardeildini, at tey longu høvdu boðsent semingsstovnin. Her skuldu ongar samráðingar verða, og ei heldur nøkur viðgerð av undantøkum.

Siðvenja er, at báðir partar taka støðu til um semingsstovnurin skal innkallast. Men tað legði Lønardeildin onki í, og hevði við sínum óvanliga stigi longu avgjørt, at samráðingarnar skuldu strekkjast út.

9. desember 2017 staðfestur semingsmaðurin, at vit ikki kunnu røkka einari semju.

Verkfallið
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, við forkvinnu Anniku Olsen á odda, hevði gjørt greitt, at hon helt lítið um flestu leiðararnar á dagstovnunum hjá sær, tí teir ”høvdu ov nógv reyð tøl”.

Hetta, hóast Annika Olsen veit, at tað ikki ber til hjá flestu dagstovnaleiðarum í Tórshavnar kommunu bæði at halda Dagstovnalógina, og játtaðu fíggjarætlanir frá kommununi, tí at excell-ørkini hjá kommununi ikki passa til viðurskiftini hjá dagstovnunum.

Nevndin í Føroya Pedagogfelag valdi tí, at lýsa verkfall fyri leiðararnar, fyri at vísa á teirra týdning á arbeiðsøkinum.

Skjótt gjørdist greitt, at kommunurnar ikki ”mettu tað verða ráðiligt”, at hava stovnarnar opnar uttan leiðslur, og verkbann varð lýst.

Hetta var møguliga tilætlað, tí kommunurnar vita hvussu lítið virksemi er um jólini - og sóu sær møguleikan at ”bløða” verkfallskassan hjá Pedagogfelagnum. Annika Olsen segði eisini ein partur av orsøkini fyri at lýsa verkbann verða, at trýsta Pedagogfelagið skuldi trýstast.

Pedagogfelagið sá tá sum sítt næsta nátúrliga stig, at lýsa verkfall fyri limir sínar í Almannaverkinum.

Endamálið var, at varpa ljós á álvaran av órættvísu viðferðini á námsfrøðiliga starvsøkinum, serliga í samband við tey mongu brotnu politisku lyftini.

Ístaðin fyri at taka støðuna í álvara, og royna finna semju, so nýtir Fíggjarmálaráðið ístaðin tíðina til at draga Pedagogfelagið í Fasta Gerðarrættin um kravdu undantøkini, sum tey annars sjálvi ikki vildi viðgera til samráðingarnar - í eini roynd at forða lógliga verkfallinum.

Givin lyfti og avleiðingar av at ikki halda tey.
Vit síggja longu avleiðingarnar av niðurraðfestingini av námsfrøðiliga økinum í Føroyum.

Fallandi talið av umsøkjarum til námsfrøðisútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum er eitt dømi um tað, og við lágum arbeiðsloysi er eisini trupult hjá stovnunum at finna skikkað starvsfólk.

Fyri at kunna vera settur eftir hjálparfólkasáttmálanum, er treytin til dømis tann, at tú er 18 ár ella meira. Sjálvt hesum megna stovnar ikki at eftirlíka. Vit síggja børn, heilt niður í 16 ár, verða sett í starv.

Skulu tey ómyndugu nú starvast við myndugleika á námsfrøðiliga økinum?

Krøvini hjá Pedagogfelagnum eru ikki órímiliga høg. Krøvini eru ikki ómøgulig at ganga á møti - lønarlagið skal líkist hinum fakbólkunum, ið “byggja á næstan somu læruúrtøku og útbúgving.” – sum Framsókn orðaði seg.

Talan er ikki um ovurhonds stórar upphæddir – sum til dømis tær Annika Olsen støðugt hóttir við í miðlunum.

2017 slær øll met, tá talan er um inntøkur í kassan hjá Fíggjarmálaráðnum, og í kommunukassarnar, við Anniku Olsen á odda.

Og kortini kunnu politisku lyftini ikki haldast.

Kristina Háfoss og Annika Olsen hava báðar blakað síni politisku lyfti fyri borð.

Føroya Pedagogfelag kann snøgt sagt ikki góðtaka tað.

Tíðin er búgvin at standa við givin lyfti.

Føroya Pedagogfelag


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Álvarsom lúgvisjúka stórtrívst millum ávísar journalistar í Føroyum
Norð­oyggjar missa nógv orsaka av fiski­vinnu­nýskipanini
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
Kristin Michelsen stillar uppaftur
Ætlar Bjørn at forkoma Sjálvstýris­flokki­num?
Alt hevur sína tíð her á fold
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
R7 og KvF samsenda
Kanning av kynsligari misnýslu av børnum í Føroyum
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Hugnaløtan (38) - Gestur: Karina Højgaard
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Ljóðbrot: Tá dunnan endaði undir sofuni
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
Sverri Hansen sagt seg úr búskaparráðnum
Hava lýst eftir stjóra fyri slakar 50.000 krónur
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Myndarøð: Café"in á Mølini í Skálavík
Myndarøð úr Føroyingahavn­ini: Tíðarin­nar tonn er farin avstað við tí mesta. 
Norðlysið gitar: Tummas Lervig fyri Hendrik Old
Saudi-Arabiski krúnprinsu­rin kann verða koyrdur frá
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Sjálvstýri havt ársfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi