Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Verkfalstankar ein illveðursdag

Innanlands, Lesarabrøv | 08/01-2018 21:00

Eg skal blankt viðganga, at eg havi umhugsað mína støðu sum námsfrøðingur hesar seinastu vikurnar.

Eg havi verið í nógvum ymiskum størvum, og á nógvum ymiskum starvsøkjum, men í ongum øðrum starvi hevur spurnartekin verið sett við, hvat eg geri har, og um eg átti at verið har – hvørki frá øðrum og so slett ongantíð frá arbeiðsgevaranum. Tey hava altíð vitað, hvat eg gjørdi, og hvat endamálið var við, at eg var har – tað vóru jú tey, sum høvdu biðið meg koma til arbeiðis!

Men soleiðis er støðan ikki sum námsfrøðingur. Vit hava ein arbeiðsgevara, sum vil sleppa at tosa um innihaldið í okkara arbeiði!?! Orsaka meg, men hava tey ikki sjálvi dikterað arbeiðsuppgávuna? Eru tað ikki tey sjálvi – við kravi um hægri útbúgving og við fleiri og truplari arbeiðsuppgávum – ið leggja innihaldið í arbeiðinum til rættis? Og er tað ikki vanligt, at jú hægri útbúgvingin er og jú fleiri og truplari arbeiðsuppgávurnar eru, jú hægri er lønin?

Um ætlanin hjá Mentamálaráðnum við nýggju námsfrøðiligu útbúgvingini var, at hetta skuldi vera ein útbúgving, sum er minni verd og skal lønast lægri, enn hinar tilsvarandi útbúgvingarnar frá sama stovni – ein sokallað 2.sortering – so skuldi hetta havt verið gjørt greitt frá byrjan. Ella er tað so, at Mentamálaráðið slett onki samskifti hevur við Fíggjarmálaráðið? Veit høgra hond ikki hvat vinstra hond ger?

Mentamálaráðið hevur ábyrgdina av námsfrøðiliga innihaldinum, bæði á okkara útbúgving og á okkara stovnum, og tey stinga javnan út í kortið tað, sum tey hugsa, at innihaldið skal vera – tað seinasta, sum var lagt aftrat var meira málmenning. So kanska tey kundu givið Fíggjarmálaráðnum eina ábending um, hvat innihaldið í okkara arbeiði er?

Nú hava vit í fýra vikur greitt bæði arbeiðsgevara og almenninginum frá um innihaldið í okkara arbeiði og vart okkara eksistens og sagt: jújú eg meini tað, vit gera okkurt! Og Hygg vit gera alt hetta!

Vit sita í almennum størvum, og um arbeiðsgevarin ikki sjálvur veit, hví vit gera tað, so hava vit eitt stórt og óyvirskoðiligt samfelagsproblem – og tað problemið eiga politikararnir, og tey skula sjálvi loysa tað!

Hetta er tykkara arbeiðsøki og tykkara arbeiðspláss, og at klandra starvsfólk og Føroya Pedagogfelag fyri (og beinleiðis lúgva um støðuna!), at tit ikki fáa tykkara egnu arbeiðspláss at virka, er undir alt lágmark, serliga tá ið hugsað verður um, at tað letur til, at tit ikki hava ánilsi av, hví hesi fólk eru sett har av fyrstan tíð.

Vit hava fingið lovað bæði eitt og annað frá sitandi samgongu – eg haldi, at onkur beinleiðis lovaði okkum tign – eg meini tað...! – og eg haldi, at tey skulu sleppa at svara fyri sínum lyftum.

Allir flokkar í samgonguni hava fingið mína atkvøðu - ymisk ár og av ymiskum orsøkum, so eg helt (naiv, eg veit), at nú fór tað at vera, nú koma aðrir bollar á suppuna, og jú vit hava fingið aðrar bollar, men suppan hevur ongantíð verið so beisk, sumnú.

Fíggjarmálaráðharrin sigur, at útbúgvingin er minni verd og skal lønast lægri, er Mentamálaráðharrin samd í hesum? Tá ið Fíggjarmálaráðharrin er so greið í hesum máli, so fáa vit sjálvandi eitt líka greitt svar uppá mín spurning frá Mentamálaráðharranum.

“I've learned that people will forget what you said, people will forget what you did, but people will never forget how you made them feel.” Maya Angelou.

HETTA ER EYÐMÝKJANDI!

So góðu tit, Fíggjarmálaráðharri, Mentamálaráðharri, Almannamálaráðharri, Løgmaður og sitandi samgonga, meina tit ikki tað, ið tit siga? Er tað bara luft?

#Líkaútbúgvinglíkaløn

Vinaliga
Gunnvá Edvardsdóttir, námsfrøðingur og cand.pæd. í pædagogiskari filosofi.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Álvarsom lúgvisjúka stórtrívst millum ávísar journalistar í Føroyum
Norð­oyggjar missa nógv orsaka av fiski­vinnu­nýskipanini
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
Kristin Michelsen stillar uppaftur
Ætlar Bjørn at forkoma Sjálvstýris­flokki­num?
Alt hevur sína tíð her á fold
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
R7 og KvF samsenda
Kanning av kynsligari misnýslu av børnum í Føroyum
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Hugnaløtan (38) - Gestur: Karina Højgaard
Ljóðbrot: Tá dunnan endaði undir sofuni
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
Hava lýst eftir stjóra fyri slakar 50.000 krónur
Sverri Hansen sagt seg úr búskaparráðnum
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Myndarøð: Café"in á Mølini í Skálavík
Myndarøð úr Føroyingahavn­ini: Tíðarin­nar tonn er farin avstað við tí mesta. 
Norðlysið gitar: Tummas Lervig fyri Hendrik Old
Saudi-Arabiski krúnprinsu­rin kann verða koyrdur frá
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Sjálvstýri havt ársfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi