Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Áheitan frá MBF til Fíggjarmálaráðið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag

Innanlands, Lesarabrøv | 10/01 21:06

Soljóðandi skriv er sent pørtunum í trætuni á arbeiðsmarknaðinum 8. januar.

Í samband við trætuna á arbeiðsmarknaðinum millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag vil MBF hervið heita á partarnar um at finna eina loysn.

MBF vil gera vart við, at støðan á brekøkinum er alt annað enn góð, nú fólk eru noydd at flyta úr teirra egnu heimum, orkan á teimum stovnum, ið enn eru opnir, er rættiliga nógv skerd, og nú verkfallið/verkbannið rakar børn, ið bera brek í fólkaskúlanum.

MBF hevur ongar viðmerkingar um, hvør nú hevur ábyrgdina av, at støðan er sum hon er, men kunnu vit vísa á, at tá vit í 2014 sendu skuggafrágreiðing til ST nevndina, var eitt av okkara kritikpunktum, at ongin lóg ella kunngerð tryggjar fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Í hesari frágreiðing til ST vísti MBF á, at tað kom fyri, at fólk, ið bera brek, ið búgva á sambýlum ella vardum bústøðum, máttu flyta úr heimi teirra og heim til familju ella til størri eindir, tá ið verkfall var.

Nú fýra ár seinni mugu vit ásanna, at støðan ikki er betri, enn hon var tá skuggafrágreiðingin varð skrivað. Tað er ikki einans heimið hjá fólki, ið verður rakt, men sleppa teir veikastu næmingarnir ikki í skúla heldur. Støðan í dag er tann, at børn, ið bera brek, ið eru í einari skipan við námsfrøðiligum stuðli í fólkaskúlanum sleppa ikki í skúla og missa harvið undirvísing, meðan aðrir næmingar, ið ikki hava námsfrøðiligan stuðul sleppa í skúla.

MBF vil til eina og hvørja tíð virða rættin hjá fakfeløgum at nýta tey vápn, tey hava, í hesum føri verkfall. Tó vilja vit heita á allar tríggjar samráðingarpartarnir at tryggja, at tað ikki eru teir veikastu bólkarnir í samfelagnum, ið eru fyri mismuni.

MBF vil heita á samráðingarpartarnir at finna eina loysn og ikki góðtaka, at fólk, ið bera brek, eru fyri mismuni, tá verkfall/verkbann er. Tað er ikki í lagi, at hetta so viðbrekna økið aftur og aftur verður rakt.

Vinarliga MBF


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Heystarfat
Prát við Jørgen Niclasen
Trump heldur fram sína sigursgongd
Argentinski kavbátu­rin sprongdist eftir 40 millisekundum
Samrøða við Trine Camilla Joensen úr Valkyrjunum
Rúsdrekka­ávirkaður og 12 persónar í bilinum
Myndarøð: Væleydnað seymiskeið fyri nýbyrjarar
Trolbátar­nir fullfermdir á Leirvík
"Kom á 2069" - Sending 22
Smuglingin av fiskaflaki úr Norra vindur upp á seg
Prát við Svend Højgaard
Ísraelar og palesti­nar - sum dagur og nátt
55 vilja vera stjóri
Tvístøða kjaksending 24 - Lán til uttanlandaferðir
Lýsa fyri 70 milliónir í Fiskafingrum
Týsk Samherja-skip fingið nøvn
Ein sólskinssøga á vetri
Íslendsk lodnuskip hava rokveiðu - norðmenn á veg
Vandi fyri álvarsomum stríði millum Danmark og Grønland
Eg sakni heildarætlan fyri fiski­vinnuna
R7 Premier League 9 - aftaná 24. umfar
Samrøða við Hans Jacob Hjelm, um Dansibandsfestivalin
Klipp fyri at brúka telefon í bilinum - kanska eisini í Føroyum
Messi brendi brotsspark
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi