Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Prát við Hjalmar Zachariassen um Føroya­flokkin
Andøvsløtan
Samrøða: Rói Norðoy greiðir frá um felagsskapin 'Open Doors'
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristilig Tíðindi (71) - Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus
Metis
Prát við Dan Klein
Metis
Metis - Øll sendingin - 17. juli 2018
Nova
NOVA úr Suðuroynni - Sending 14
Andøvsløtan
Spanska løgreglan brotið nigerianskt brotslið og bjargað 39 sextrælum
Andøvsløtan
Sambært Thomson Reuters lista er USA (?) millum heimsins ringastu lond hjá kvinnum at búgva í
Andøvsløtan
Feskastu hagtøl vísa at búskapu­rin í USA "krimar"
Andøvsløtan
Skorin 2 ferðir fyri heilasvøll og júst róð solo um Atlantshavið
EvR
Kelduvaðið - "17 Sangarar" í Grønlandi við Juvel 2. Orðið: “Ørkin hjá Nóa og uppreisn Jesusar”
Andøvsløtan
1000-tals 'følsk' brúdleyp hildin á donsku oynni Ærø
Andøvsløtan
Eisini tað bretska almenna heilsuverkið ein ómettandi pengaslúkur
Andøvsløtan
Forsetin í Peru lagt frá sær fyri mutur áðrenn misálit móti honum
Andøvsløtan
Ein góð orsøk til, at Trump segði Iran-avtaluna upp
Andøvsløtan
Nigel Farage: "Theresa May hevur 14 dagar eftir sum bretskur leiðari!"
Andøvsløtan
Enn ein franskur topp-politikara gøla: Fyrrv. franski forsetin Sarkozy aftur í klørnum á løgregluni
Andøvsløtan
Erdogan, einaræðisharri Turkalands, júst dømt miðlafólk lívlangt fongsul
Andøvsløtan
George Weah, forseti, ógyldar svartar rasulógir í Liberia
Andøvsløtan
Føroya Arbeiðsgevara­felag eftirlýsir miðvísum vinnupolitikki
Lýsing
Lýsing

Norðheim veiddi 4.000 tons av jákupsskeljum í fjør

Fiskivinna, Innanlands | 12/01-2018 09:00
Norðheim er einasti skeljabáturin í Føroyum. | Mynd: Birgir Waag Høgnesen.

Skeljabáturin Norðheim verður væntandi á Oyri seinnapartin av øðrum túrinum í ár. Fyrsta túrin fekk hann 38 tons av jákupsskeljum, og tá vit tosaðu við teir seinnapartin í gjár, vóru teir nøgdir, um teir fingu nøkur og fjøruti tons tilsamans henda túrin. Teir høvdu tá fingið 23 tons.

- Vanliga eru vit úti tvey samdøgur í senn, so jákupsskelin er so fesk sum gjørlig, tá hon verður landað til Skeljavirkið á Oyri, greiðir skiparin, Tóri Simonsen, frá í telefonini.

Hendan túrin byrjaðu teir at dreggja um átta-tíðina í fyrrakvøldið.

Teir vóru staddir 12 fjórðingar eystur úr Borðuni, tá vit tosaðu við teir seinnapartin í gjár. Har plaga teir eisini vanliga at dreggja.

- Veðrið hevur darvað veiðuni hjá okkum í seinastuni, og tí hevur hon eisini verið í heldur lakara lagi, heldur Tóri Simonsen fram.

- Báturin kann annars taka 60 tons.

4.000 tons í fjør

Norðheim er einasti bátur í Føroyum, ið dreggjar eftir jákupsskeljum - og tað hevur hann nú gjørt í samfull 40 ár ella har á leið.

Skipið er bygt í 1966 og er sostatt 52 ára gamalt. Tað hevði heimstað í Fuglafirði, áðrenn Skeljavirkið yvirtók skipið í áttati-árunum.

Í fjør var samlaða veiðan hjá Norðheimi góð 4.000 tons.

Teir fáa 1,40 krónur fyri kilo. Tá er tað við heilari skel.

Veiðan er minkað seinastu árini, men tað hevur gingið upp og niður øll árini, eins og á so mongum øðrum økjum, uggar skiparin seg við.

- Tíggju mans eru knýttir at skipinum, fimm á hvørjum túri, og vit trívast allir væl umborð, sigur Tóri Simonsen og leggur aftrat, at Norðheim hóast høga aldur sín roynist sera væl.

Send til Vjetnams

Á Oyri verða jákupsskeljarnir loyptir og frystir í blokkar. Síðani verða teir sendir til Vjetnams til víðari góðskingar.

Haðani koma teir aftur til Evropa, har eftirspurningurin eftir forkunnuga matinum er serliga stórur í Miðjarðarhavslondunum.

Jákupsskeljaveiðan varir vanliga frá hálvum august til 1. apríl, tá Norðheim verður lagdur, inntil veiðan verður tikin upp aftur.

- Vit hoyra til Thor-samtakið, so í tíðarskeiðnum harímillum verða vit fluttir umborð á onnur skip hjá teimum umframt at ymiskt viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt umborð á Norðheimi.

- Í millumbilinum gleða vit okkum so bara til at sleppa avstað aftur, tí hetta dámar okkum nú einaferð best, flennir Tóri Simonsen.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Húsaspekulantu­rin í Miðlahúsinum
Keypti lottoseðil á Tvøroyri og gjørdist 20 milliónir ríkari
Starvs­fólk og KVF stýrið á G! festival
Skulu fleiri pengar rindast út so má eisini meira koma inn
Meg fáa marxistiskar nissur ikki kipt!
Vanligi føroyingu­rin fær rokningina
Studenta­skúlin givin burtur, uttan viðgerð í Menta­mála­ráðnum
Tað ber ikki til at raðfesta øll
Prát við Hjalmar Zachariassen um Føroya­flokkin
Kom við inn í húsini "UPPI Í BEITI" - myndarøð
Effo Støðin á Tvøroyri steingir. 
1000-tals 'følsk' brúdleyp hildin á donsku oynni Ærø
Skorin 2 ferðir fyri heilasvøll og júst róð solo um Atlantshavið
Menningar­kvotur­nar klárar fyrsta dagin
Skúlin er nú seldur
Einasta bygd við einum universiteti
Samrøða: Rói Norðoy greiðir frá um felagsskapin 'Open Doors'
Fjøran á Sandi - fyrr og nú
Kringvarp Føroya - Útvarpið, stuðlar fíggindum Ísraels
Spanska løgreglan brotið nigerianskt brotslið og bjargað 39 sextrælum
G! myndarøð
Ísraelsk flogfør bumba í Gaza
Annika Olsen: "eg haldi, at tað er flott av borgar­stjóra­num í Vági"
Her fara millardir av ísi av Helheim-gletsari­num í Eystur­grønlandi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Prát við Hjalmar Zachariassen um Føroya­flokkin
Andøvsløtan
Samrøða: Rói Norðoy greiðir frá um felagsskapin 'Open Doors'
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristilig Tíðindi (71) - Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus
Metis
Prát við Dan Klein
Metis
Metis - Øll sendingin - 17. juli 2018
Nova
NOVA úr Suðuroynni - Sending 14
Andøvsløtan
Spanska løgreglan brotið nigerianskt brotslið og bjargað 39 sextrælum
Andøvsløtan
Sambært Thomson Reuters lista er USA (?) millum heimsins ringastu lond hjá kvinnum at búgva í
Andøvsløtan
Feskastu hagtøl vísa at búskapu­rin í USA "krimar"
Andøvsløtan
Skorin 2 ferðir fyri heilasvøll og júst róð solo um Atlantshavið
EvR
Kelduvaðið - "17 Sangarar" í Grønlandi við Juvel 2. Orðið: “Ørkin hjá Nóa og uppreisn Jesusar”
Andøvsløtan
1000-tals 'følsk' brúdleyp hildin á donsku oynni Ærø
Andøvsløtan
Eisini tað bretska almenna heilsuverkið ein ómettandi pengaslúkur
Andøvsløtan
Forsetin í Peru lagt frá sær fyri mutur áðrenn misálit móti honum
Andøvsløtan
Ein góð orsøk til, at Trump segði Iran-avtaluna upp
Andøvsløtan
Nigel Farage: "Theresa May hevur 14 dagar eftir sum bretskur leiðari!"
Andøvsløtan
Enn ein franskur topp-politikara gøla: Fyrrv. franski forsetin Sarkozy aftur í klørnum á løgregluni
Andøvsløtan
Erdogan, einaræðisharri Turkalands, júst dømt miðlafólk lívlangt fongsul
Andøvsløtan
George Weah, forseti, ógyldar svartar rasulógir í Liberia
Andøvsløtan
Føroya Arbeiðsgevara­felag eftirlýsir miðvísum vinnupolitikki
Nýggjastu tíðindi