Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Stór ósemja millum donsku kommunurnar um útjavning

Politikkur, Uttanlands | 12/01 10:00

Kommunurnar í Danmark kunnu ikki semjast um, hvussu nýggja skipanin fyri útjavning teirra millum skal verða. Tískil tekur danska kommunufelagið (KL) seg nú úr nevndini, sum stjórnin hevur sett at hyggja at eini broyting av kommunalu útjavningini. Tað upplýsir KL-formaðurin fyri Ritzau.

- Hetta er eitt mál, sum vit ongantíð verða samd um, sigur hann.

Kommunala útjavningin er tann skipanin, sum býtir pengar millum kommunurnar eftir samansetingini av fólkatalinum og skattagrundarlagnum.

Men kommunurnar eru langt frá samdar um, hvør ið fær ov lítið og ov nógv.

Tildømis hava kommunur í Norðurjútlandi víst á, at tær eru snýttar fyri miljónir av krónum, tí útjavningin ikki tekur hædd fyri útbúgvingarstøðinum hjá útlendingum.

Tildømis er tað ikki rímiligt, halda hesar kommunurnar, at ein høgt útbúgvin útlendingur í Gentofte útloysir sama tilskot í útjavningarskipanini sum ein ófaklærdur útlendingur í Hjørring.

34 kommunur í høvuðsstaðarumráðnum er loddrætt ósamdar og hava sent eitt bræv til Fólkatingið, har tær gera vart við síni sjónarmið á hesum øki.

Standa langt frá hvør øðrum

Kommunurnar standa sostatt langt frá hvør øðrum, og hetta ger tað ómøguligt hjá KL at navigera í, sigur Kurt Houlberg, professari í kommunubúskapi, við Ritzau:

- Onki nýtt er í, at áhugamótsetningar eru millum kommunurnar, men kanska er meira upp á spæl hjá KL, nú ósemjan er størri enn fyrr.

- Kanska er tað eisini ein størri vanda fyri KL, um tey ikki verða tikin til inntøku fyri hjálpa til við eini ella aðrari broyting av útjavningarskipanini, sigur hann.

Stjórnin hevur áður boðað frá, at arbeitt verður við eini broyting av útjavningarskipanini í 2019.

Men tað verður sambært Kurt Houlberg ómøguligt at finna eina loysn, allar 98 kommunurnar verða nøgdar við.

- Komið verður ongantíð fram til eina skipan, sum allar kommunur halda vera rættvísa. Hetta er ein spurningur, sum fer at verða viðgjørdur í æviga tíð, sigur hann.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Hvat bagir í Kringvarpi­num?
Frank Skorastein tekur eitt óvanligt stig
5 familjur og 9 børn í skúlaaldri flyta til Fugloyar
Tað kann ikki passa!
Ókendur harðskapur. Fólk líða undir og liva í sálarligum harðskapi uttan at vita av tí, sigur leiðarin í Kvinnu­húsi­num, Elin Reinert Planck
So vakni føroyingar!
Undarlig bygging á Karlamagnusarbreyt
Havnin skelvur orsaka av spreinging
Føroysk skip sleppa ikki at avreiða og eru avmarka í at fiska
Geitarkál - eitt vanligt ókrút sum er sunt at eta
Samrøða við Ann Leivskarð, ið hevur hárfríðka­nar­stovu beint við Ráðhúsplássið í Keypmannahavn
Tvífalda mongdina av hoyggi við lívd
Rigmor Dam: Eftirlitið við bæði frískúlum og fólka­skúlum kundi verið betri
Sjónband: Venjarin hjá KÍ útvístur
Fiskimála­ráð­har­rin skal einsamallur avgerða hvør fær menningar­kvotur
Løgreglan skrivar parkeringsbót til fiskimenn sum gera klárt til næsta túr.
Viðmerking til 5. part í sendirøð­ini “Gud signi Føroyar.”
Vespureiðrið (7) - 16. apr. 2018
NOVA úr Suðuroynni - Sending 2
Prát við Jens Meinhard Rasmussen, formann í Reiðara­felag­num fyri Farmaskip
Rokfiskarí av toski uppi í sjónum
Páll á Reynatúgvu hevur egið broytingar­uppskot til pensjónsný­skipanina
Tá hanarnir gala - og halda, at teir fingu sólina at rísa
Tvístøða kjaksending 33 - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi