Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Stórhøllin á Hálsi tikin í nýtslu

Innanlands, Myndarøðir | 11/01 20:47

Seinnapartin í dag var sannur hátíðardámur á Hálsi, tá ið umbygda - nú Stórhøllin á Hálsi - varð tikin í nýtslu. Á skránni vóru røður og tónleikur. Vegna ítróttarfeløgini søgdu Jan Günther og Uni Arge nøkur orð. Sjúrður Holm, stjóri í Búsetri, bar eisini fram røðu.

Annika Olsen, borgarstjóri, segði í røðu sínari, at stórhøllin fer at skapar nýggjar møguleikar og fer samstundis at økja um venjingartímarnar hjá ítróttarfeløgunum. Røðan hjá borgarstjóranum sæst her:

Góðu áhoyrarar, góðu ítróttarfólk!

Allir føroyingar hava seinastu knappliga tvey árini við spenningi hugt niðan á heyggin her á Hálsi. Tey hava sæð arbeiðsfólk, maskinur og stórar sperrur. Tey hava sæð eina nýggja stásiliga stórhøll taka skap. Eina høll, sum fer at flyta ítróttina og Tórshavnar kommunu fram á leið.

Leingi høvdu tit tosað um ordiligar umstøður til borðtennis í Føroyum. Leingi høvdu tit verið á fundum um nútíðar høli til judo. Leingi vístu tit á, at flogbólturin skal lyftast upp. Leingi grundgóvu tit fyri, hvørjir møguleikar ein stórhøll fær fyri føroyskan handbólt. 

Í dag kann eg siga: Nú er tosað nóg nógv, nú er bíðað nóg leingi. Nú er stórhøllin veruleiki.

Hetta er av sonnum ein hátíðardagur, nú vit síggja hesar nýggju og hábærsligu karmar til tykkara ítrótt.

Málið og miðið hjá ítróttarøkinum í Tórshavnar kommunu er, at karmarnir og tænasturnar styðja undir ítrótt í fremstu røð. At úrvalsítróttur hevur góðar umstøður, og at áhugaítrótt ger okkum virkin og vakin í høvuðsstaðnum. 

Nógv eru tey, sum hava íðkað ítrótt í hesari høllini, síðani hon varð bygd. Og umframt ítróttarfeløg hava eisini skúlar, frítíðarskúlar, samkomur og sjálvbodnir felagsskapir mangan skipað fyri tiltøkum á Hálsi.

Í Føroyum hava vit eina ríka og sterka siðvenju at ganga ítróttarfeløgum til handa. Tað stóra sjálvbodna arbeiðið, sum er í okkara ítróttarfeløgum, er ómetaliga virðismikið. Foreldur og nógv onnur veita sítt týðandi sjálvbodna ískoyti til, at vit hava so góð og skipað tilboð til børn, ungdóm og vaksin. 

Eini 100 fólk íðka ávikavist judo og borðtennis í Føroyum. Leggja vit tey, sum spæla flogbólt og handbólt aftrat, eru 3200 fólk skrásett at vera virkin í einari ella fleiri av hesum fýra ítróttagreinum. 

Handbólturin er stórur og væl umtóktur. Og hóast hinar ítróttagreinirnar hava færri íðkarar, so vita vit eisini, at við teimum framúr kørmunum, sum nú eru, ja, so eru fortreytirnar fyri menning og vaksandi limatali sera góðar. Tað er einki at ivast í, at hesar umstøðurnar fara at draga fleiri til hesar ítróttagreinirnar.

Føroyskur handbóltur breyt upp úr nýggjum í fjør og fekk umrøðu og áhuga millum føroyingar sum ongantíð áður. Umrøðan rakk eisini langt út um landoddarnar, tá ið U21 landsliðið vísti styrki og vilja bæði her á Hálsi til undankappingina til HM og til sjálva kappingina í Algeria í juli í fjørð. Hetta - saman við nógvum øðrum flottum úrslitum - hevur víst í verki, hvussu alsamt betri umstøður saman við hørðum arbeiði skapar minnilig úrslit.

Og hetta hava vit eisini sett okkum fyri í samgonguskjalinum: Ítróttur og rørsla hava stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi. Møguleikarnir fyri ítrótti verða áhaldandi útbygdir bæði fyri breiddina og úrvalsítrótt. Tórshavnar kommuna skal kunna hýsa enn fleiri altjóða kappingum í høvuðsstaðnum.

Hetta fer útbygda høllin á Hálsi at borga fyri. Ein høll, sum vit kunnu kalla eina veruliga stórhøll.

Og hví eina slíka høll? Jú, tørvurin á venjingartímum er støðugt vaksin. Og nú vit standa í Stórhøllini á Hálsi, er sjón fyri søgn, at her er talan um ein veruligan ítróttardepil. Hetta er okkara tjóðhøll. Hon kann nú brúkast enn betri til finalustevnur og flestu altjóða dystir. Á flytiligu áskoðaraplássunum til hallirnar fara at kunna sita áleið 1.500 áskoðarar. Og til eitt nú konsertir fer at bera til hjá 3000 áskoðarum at fáa ógloymandi upplivingar. Alt hetta skapar nýggjar møguleikar og fer samstundis at økja um venjingartímarnar hjá ítróttarfeløgunum.

Tí fari eg eisini at nýta høvið at takka øllum ítróttarfeløgum fyri góðan samstarvshug. Tit hava bæði verið tolin og skiljandi, nú arbeiðið hevur staðið uppá. Somuleiðis vil eg takka grannanum, Dramaverkstaðnum, fyri gott tol.

Her er talan um rættiliga stóra verkætlan, og nógv feløg hava gjørt sítt til, at høllin nú er liðug. Vit í Tórshavnar kommunu eru vælnøgd við samstarvið við allar partar. Tíðarætlanin hevur hildið við smáum tillagingum, og handverksliga dygdin er væl frágingin. Verkætlanin er boðin út í fakarbeiðstøku. 

Høvuðsráðgevi hevur verið HMP Consult, sum afturat sær hevur havt Viggo Akraberg Poulsen til el-ráðgeving.

Zeta arkitektar við Ragnari Zachariasen hava samskipað og ráðgivið um byggilistarliga partin í verkætlanini.

Á vári í 2016 var jørð- og lendisarbeiðstøka boðin út – og undir hesum eisini nýtt p-pláss. J&K Petersen stóð fyri hesum arbeiði, sum vardi nakað út á summarið.

Seinni í 2016 varð sjálv hallarbyggingin boðin út. Størsta arbeiðstøkan, bygningsarbeiðið, hevur Búsetur staðið fyri. 

Samstarvsfelagar hjá Búsetri hava verðið: Hallur Danielsen, múrari, Uni Zachariasen, málari, JIMS, gólvarbeiði, Itak, takarbeiði, og Grettir, lendisarbeiði.

Maria Poulsen hevur saman við Klima staðið fyri HVS og arbeiðinum at gera útlufting. Install hevur samskipað og gjørt el-arbeiðið.

Takk fái tit øll fyri megnar arbeiði. Eisini Dánjal Samuelsen, hallarleiðari, og hansara starvsfólkum beri eg eina tøkk fyri ídni og góðan vilja í verkætlanini.

Fari eisini at takka verkætlanarbólkinum í kommununi og teimum leiðarum og deildum, sum hava myndað arbeiðið frá byrjan til enda.

Nógv hava við spenningi fylgt arbeiðinum her á Hálsi. Og nú kunnu vit vísa hallirnar fram, og vit kunnu siga: Góða eydnu við ítróttarligu avrikunum fyri framman. 

Annika Olsen
borgarstjóri

 

Kelda: torshavn.fo

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Heystarfat
Prát við Jørgen Niclasen
Trump heldur fram sína sigursgongd
Argentinski kavbátu­rin sprongdist eftir 40 millisekundum
Samrøða við Trine Camilla Joensen úr Valkyrjunum
Rúsdrekka­ávirkaður og 12 persónar í bilinum
Myndarøð: Væleydnað seymiskeið fyri nýbyrjarar
Trolbátar­nir fullfermdir á Leirvík
"Kom á 2069" - Sending 22
Smuglingin av fiskaflaki úr Norra vindur upp á seg
Prát við Svend Højgaard
Ísraelar og palesti­nar - sum dagur og nátt
55 vilja vera stjóri
Tvístøða kjaksending 24 - Lán til uttanlandaferðir
Lýsa fyri 70 milliónir í Fiskafingrum
Týsk Samherja-skip fingið nøvn
Ein sólskinssøga á vetri
Íslendsk lodnuskip hava rokveiðu - norðmenn á veg
Vandi fyri álvarsomum stríði millum Danmark og Grønland
Eg sakni heildarætlan fyri fiski­vinnuna
R7 Premier League 9 - aftaná 24. umfar
Samrøða við Hans Jacob Hjelm, um Dansibandsfestivalin
Klipp fyri at brúka telefon í bilinum - kanska eisini í Føroyum
Messi brendi brotsspark
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi