Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Avlýsir umstrídda Londonvitjan

Politikkur, Uttanlands | 12/01-2018 09:45

Donald Trump forseti hevur avlýst ætlaðu vitjan sína í London í næsta mánaða, har hann m.a. skuldi vera við til upplatingina av nýggju amerikonsku sendistovuni. Tað boðar hann sjálvur frá á Twitter. Bretsk bløð vátta eisini, at vitjanin hjá Trump er avlýst.

Blaðið The Guardian skrivar, at Trump ikki vil fara til London av ótta fyri hópmótmælum, meðan Daily Mail skrivar, at Trump avlýsir, tí hann er bangin fyri ikki at fáa góða móttøku.

Vitjan er útsett tvær ferðir, fyrst frá juni til oktober í fjør, og síðani til februar í ár. Í desember komu ábendingar um, at hon kundi verða útsett upp aftur longur.

Umstrídd vitjan

Theresa May forsætisráðharri bjóðaði í fjør Trump til Bretlands á vitjan. Men mong hava funnist harðliga at vitjanini og hava boðað frá mótmælisgongum, meðan fleiri fólkavaldir politikarar ætla at gera tað, teir kunnu, fyri at nokta forsetanum at halda røðu í Parlamentinum.

May er ein teirra, ið hevur hitt amerikanska forsetan oftast av útlendskum politiskum leiðarum. Men viðurskiftini eru kølnað eitt sindur, eftir at May alment hevur tikið til orðanna ímóti umrøðuni hjá Trump av ymiskum bretskum viðurskiftum.

Trump hevur millum annað fleiri ferðir funnist at borgarstjóranum í London, Sadiq Khan, í sambandi við yvirgangsatgerðir í London, har fleiri vórðu dripin. Khan hevur fleiri ferðir heitt á May um at avlýsa Trumpvitjanina.

Pínligt

Nógvir bretar halda, at tað hevði verið pínligt hjá Elizabeth drotning at noyðst at taka ímóti Trump á Buckingham Palace, og skráin fyri vitjanina varð í heyst broytt til ikki at umfata vitjan á kongsslottinum.

Bretska stjórnin hevur ikki gjørt viðmerkingar til avlýsingina enn.

Bæði Guardian og Daily Mail skriva, at tað ístaðin verður Rex Tillerson uttanríkisráðharri, sum kemur til London at vera hjástaddur undir upplatingini av nýggju amerikonsku sendistovuni.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Álvarsom lúgvisjúka stórtrívst millum ávísar journalistar í Føroyum
Norð­oyggjar missa nógv orsaka av fiski­vinnu­nýskipanini
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
Kristin Michelsen stillar uppaftur
Ætlar Bjørn at forkoma Sjálvstýris­flokki­num?
Alt hevur sína tíð her á fold
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
R7 og KvF samsenda
Kanning av kynsligari misnýslu av børnum í Føroyum
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Hugnaløtan (38) - Gestur: Karina Højgaard
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Ljóðbrot: Tá dunnan endaði undir sofuni
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
Sverri Hansen sagt seg úr búskaparráðnum
Hava lýst eftir stjóra fyri slakar 50.000 krónur
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Myndarøð: Café"in á Mølini í Skálavík
Myndarøð úr Føroyingahavn­ini: Tíðarin­nar tonn er farin avstað við tí mesta. 
Norðlysið gitar: Tummas Lervig fyri Hendrik Old
Saudi-Arabiski krúnprinsu­rin kann verða koyrdur frá
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Sjálvstýri havt ársfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi