Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Facebook ger stórar broytingar

Uttanlands | 12/01 09:47

Facebook vil hava fólk at brúka minni tíð á Facebook.

Sosiali miðilin Facebook boðaði í gjár frá, at stórar broytingar verða nú gjørdar í teirra skipan. Endamálið við broytingunum er, at fólk skulu fyrst síggja teirra persónligu vinir og kenningar á Facebook, áðrenn tey síggja fjepparasíður og tíðindi. Hetta fer sambært Facebook at hava við sær, at fólk fara at nýta minni tí á sosiala miðlinum.

Stjórin fyri Facebook, Mark Zuckerberg, hevur áður sagt, at endamálið við Facebook er at leiða fólk saman í tí veruliga lívinum. Nýggju broytingarnar, sum verða settar í verk tær komandi vikurnar, skulu hjálpa til við hesum málsetninginum.

“So hvørt sum vit seta hetta í verk, fara fólk at síggja minni alment innihald frá fyritøkum, merkjavørum og miðlum á Facebook,” sigur Zuckerberg á síni Facebook-síðu.

“Og tað almenna innihaldið, ið verður at síggja, skal tæna sama endamáli. Tað skal leggja upp til at fólk hittast,” sigur hann.

Minni tíð á Facebook

“Hetta verður ein stór broyting,” sigur John Hegeman, framleiðslustjóri á Facebook, við tíðindastovuna AFP.

“Fólk fara at nýta minni tíð á Facebook, men tað hava vit einki ímóti, tí tíðin á Facebook verður betri,” sigur hann.

“Vit gera nógv fyri at minka um nøgdina av vánaligum innihaldi, og henda broytingin snýr seg um, at styrkja um tað, sum fólk eru glað fyri,” sigur hann.

Umleið hálvonnur milliard virknir brúkarar eru á Facebook, og hvønn dag leggjast 250.000 brúkarar afturat.

Tað eru 14 ár síðani, at Mark Zuckerberg legði fyrstu Facebook-síðurnar út á netið.

 

Kelda: TV2

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Heystarfat
Prát við Jørgen Niclasen
Trump heldur fram sína sigursgongd
Argentinski kavbátu­rin sprongdist eftir 40 millisekundum
Samrøða við Trine Camilla Joensen úr Valkyrjunum
Rúsdrekka­ávirkaður og 12 persónar í bilinum
Myndarøð: Væleydnað seymiskeið fyri nýbyrjarar
Trolbátar­nir fullfermdir á Leirvík
"Kom á 2069" - Sending 22
Smuglingin av fiskaflaki úr Norra vindur upp á seg
Prát við Svend Højgaard
Ísraelar og palesti­nar - sum dagur og nátt
55 vilja vera stjóri
Tvístøða kjaksending 24 - Lán til uttanlandaferðir
Lýsa fyri 70 milliónir í Fiskafingrum
Týsk Samherja-skip fingið nøvn
Ein sólskinssøga á vetri
Íslendsk lodnuskip hava rokveiðu - norðmenn á veg
Vandi fyri álvarsomum stríði millum Danmark og Grønland
Eg sakni heildarætlan fyri fiski­vinnuna
R7 Premier League 9 - aftaná 24. umfar
Samrøða við Hans Jacob Hjelm, um Dansibandsfestivalin
Klipp fyri at brúka telefon í bilinum - kanska eisini í Føroyum
Messi brendi brotsspark
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi