Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Fyrst vindur og síðani kavi

Innanlands | 12/01 12:05

Veðrið frá DMI

 

Veðurlagið:

Eitt djúpt lágtryst, 965 hPa, vestan fyri Ísland, flytur seg norðurftir. Tilhoyrandi brúgvaløg við regni vestanfyri Føroyar flyta seg eystureftir, og verða yvir Føroyum í nátt og í morgin.

Eitt nýtt lágtrýst nærkast Íslandi av útsynningi og brúgvaløgini frá tí geva regn og vind um okkara leiðir um vikuskiftið. Í næstu viku fáa vit kaldari veður.

Veðurvánirnar:

Frískur vindur til hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, í kvøld onkrastaðni upp til skrið, 18 m/s við hørðum hvirlum. Tað verður turt fyri tað mesta og møguleiki fyri sólglottum, men í nátt verður skýggjað og onkrastaðni fer at regna. Hitin fer alt samdøgrið at liggja millum 4 og 8 stig.

Veðrið leygardagin:

Frískur vindur til hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin minkar og í annaðkvøld verður andøvsgul til strúk í vind, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og regn fyri tað mesta.

Sunnunáttina veksur vindurin til skrið av suðri, 15 til 20 m/s, við hørðum hvirlum. Tað klárnar nakað og verður eitt skifti turt. Hitin fer alt samdøgrið at liggja millum 4 og 8 stig.

Veðrið sunnudagin:

Hvassur vindur til skrið av suðri, 15 til 22 m/s, við hvirlum av stormstyrki, 27 m/s, men vindurin minkar til frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað verður skýggjað og regn. Seinni verður ælaveður. Hitin um dagin verður millum 4 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 stig.

Veðrið mánadagin:

Frískur vindur til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina snarar í vestan og minkar nakað. Tað verður skiftandi skýloft og vetrarlig æl, sum frá líður mest kavi. Hitin um dagin fer at liggja millum 2 og 5 stig, um náttina verður kaldari - millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

Og veðrið týsdagin:

Gul til frískan vind av vestri, 5 til 10 m/s, sum minar niður til lot til andøvsgul av útnyrðingi og norði, 2 til 7 m/s. Tað verður skiftandi skýloft og einstøk kavaæl. Tað verður kalt - millum 1 kuldastig og 3 hitastig. Mikunáttina verður millum 5 kuldastig og 2 hitastig. Onkrastaðni kann verða uppaftur kaldari.

Og mikudagin verður eisini gott veður:

Lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Skiftandi skýloft og einstøk kavaæl. Tað verður millum 2 kuldastig og 3 hitastig um dagin, um náttina millum 5 kuldastig og 2 hitastig, og onkrastaðni kann verða uppaftur kaldari.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Hvat bagir í Kringvarpi­num?
Frank Skorastein tekur eitt óvanligt stig
5 familjur og 9 børn í skúlaaldri flyta til Fugloyar
Tað kann ikki passa!
Ókendur harðskapur. Fólk líða undir og liva í sálarligum harðskapi uttan at vita av tí, sigur leiðarin í Kvinnu­húsi­num, Elin Reinert Planck
So vakni føroyingar!
Undarlig bygging á Karlamagnusarbreyt
Havnin skelvur orsaka av spreinging
Føroysk skip sleppa ikki at avreiða og eru avmarka í at fiska
Geitarkál - eitt vanligt ókrút sum er sunt at eta
Samrøða við Ann Leivskarð, ið hevur hárfríðka­nar­stovu beint við Ráðhúsplássið í Keypmannahavn
Tvífalda mongdina av hoyggi við lívd
Rigmor Dam: Eftirlitið við bæði frískúlum og fólka­skúlum kundi verið betri
Sjónband: Venjarin hjá KÍ útvístur
Fiskimála­ráð­har­rin skal einsamallur avgerða hvør fær menningar­kvotur
Løgreglan skrivar parkeringsbót til fiskimenn sum gera klárt til næsta túr.
Viðmerking til 5. part í sendirøð­ini “Gud signi Føroyar.”
Vespureiðrið (7) - 16. apr. 2018
NOVA úr Suðuroynni - Sending 2
Prát við Jens Meinhard Rasmussen, formann í Reiðara­felag­num fyri Farmaskip
Rokfiskarí av toski uppi í sjónum
Páll á Reynatúgvu hevur egið broytingar­uppskot til pensjónsný­skipanina
Tá hanarnir gala - og halda, at teir fingu sólina at rísa
Tvístøða kjaksending 33 - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi