Bretska heilsuverkið útsett 50.000 viðgerðir til næsta mánað
Almenna bretska heilsuverkið hevur júst útsett 50.000 skurðviðgerðir frá januar til februar mánað, tí at “vetrarkreppa” hóttir tað høgt elskaða NHS.
Upp í hetta tal verða bert roknaðar skundviðgerðir, og aðrar minni átrokandi viðgerðir eru longu skumpaðar langt út í árið, skrivar The Daily Telegraph.
Bretska avísin sigur, at øll landsins sjúkrahús hava fingið boð um at strika í óavmarkaða tíð allar tær viðgerðir, ið ikki hava bráðskund.
Bretskir læknar kalla støðuna meinlíka henni í 3. heimslondum. “Hetta er ringasta vetrarkreppa í 30 ár,” halda fleiri sjúkrahús- og læknastjórar.
Flestu sjúkrahús boða frá ruðuleika, so fleiri krímrakt eldri í lívsvanda bíða upp í 12 tímar eftir lækna ella sjúkrabili ella sita einsamøll í bíðirúmum.
Fleiri læknamiðstøðir eru eisini stongdar í óavmarkaða tíð.
Mong sjúkrahús leggja menn og kvinnur á somu stovur. Sjúkrabilatænastur eru niðurlagdar av peningatroti, so hýruvognar hava góðar dagar. Økisdeildir, ið umfata 9 mió brúkarar, hava boðað frá, at heldur eingi gongspláss eru eftir.
“Vit hava rokkið hægstu neyðtilbúgving,” boðaði ein leiðandi myndugleiki frá. Viðkomandi legði aftrat, at tey vænta støðuna at versna næstu vikurnar.
Portørar og 1. hjálparar í sjúkrabilum bíðaðu í røðum uttan fyri sjúkrahús í yvir 500 tímar íalt seinnu helvt í farnu viku, skrivar blaðið.
Á almennum ellisheimum bíða búfólk upp í 12 tímar, áðrenn starvsfólk røkka runt at taka sær av teimum. So har man vera vátt og skitið í mangari song.
BBC gjørdi vart við regluna, at sjúk fólk skulu bert bíða 15 min á skaðastovu.
“75.000 sjúklingar hava longu í ár bíðað yvir hálvan tíma (dupult so leingi sum álagt) og nøkur heilt upp í 5 tímar frá sjúkrabili til skaðastovuviðgerð.
“Hví so galið,” spyr Telegraph og svarar sjálvt: “Slíkur ruðuleiki er ein náttúrlig fylgja av, at staturin veitir “ókeypis” tænastur til øll fólk við ómettiligum tørvi.”
“Tey eldru fjølgast, ið krevja meiri og dýrari heilsurøkt fyri hvønn dag, og tá eingin merkir prísin á dýrari tænastum, kollapsar skipanin av pengatroti.”
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.
Mest lisið í farnu viku

Frank Skorastein tekur eitt óvanligt stig

5 familjur og 9 børn í skúlaaldri flyta til Fugloyar

Liljan Weihe varð vend í hurðini

Ikki brúka sniglagift í hernað móti morsniglum

Hetta sigur Johnny í Grótinum um tíðindaleiðaran

Pensjónsnýskipanin lønar spekulatión og ger mismun á føroyingum

Rigmor Dam: Eftirlitið við bæði frískúlum og fólkaskúlum kundi verið betri

NOVA úr Suðuroynni - Sending 3

Várhagasóljan er góður føðsluríkur matur

Deyðsfellurnar

Grundgevingarnar fyri misálitinum

Samrøða: Annika Olsen, um borgarstjóraferð í Ísrael

Misálit á Rigmor Dam

Rák (3) - Hvørji menniskju fremja sálarligan harðskap og hvørji árin eru av hesum harðskapi

Í Vestmanna eru fjepparnir longu klárir.

VÍF vann á Kyndil og alt verður avgjørt í morgin

Um tú vilt liva longur, fá tær hund

Hugnaløtan (18) - Gestur: Sunleiv Højgaard

Páll á Reynatúgvu hevur egið broytingaruppskot til pensjónsnýskipanina

Vespureiðrið (8) - 23. apr. 2018

Vinnuhúsið: Bústaðarpolitikkurin í Føroyum peikar í allar ættir

Rák (3) - Urtagott

Brúgvin (87) - Beinleiðis frá setanini av Mentanarvikuni í Runavík

LØGMAÐUR, GRØÐARIN OG TUNGUTALA
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











