Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Klipp fyri at brúka telefon í bilinum - kanska eisini í Føroyum

Innanlands, Politikkur | 19/01-2018 14:15

Í Danmark er semja millum politikarar um at herða revsingina fyri at tosa í handhildnari telefon ella senda sms-ir, meðan ein koyrir bil. Hetta eigur at geva eitt klipp í koyrikortið, halda teir. Hetta gevur ikki klipp í Føroyum sum er.

Ringir fartelefonin hjá donskum bilførarum, ella skulu teir endiliga svara einum smsi, meðan teir koyra bil, so fara teir í framtíðini at fáa eitt klipp í koyrikortið, verða teir tiknir.

Tað skrivar DR Nyheder.

Stjórnin og Danski Fólkaflokkurin eru vorðin samd um at herða bæði reglur og revsing fyri at brúka fartelefon ella aðra útgerð undir koyringini.

Klipp og bót

Í framtíðini fer hetta at kosta eitt klipp í koyrikortið og eina bót upp á 1.500 krónur.

Í dag er revsingin fyri at brúka handhilna fartelefon í bilinum bert ein bót upp á 1.500 krónur.

- Hetta er ein stór og effektiv revsiherðing. Tað er mín greiða fatan, at fólk hava størri virðing fyri hasum har klippinum í koyrikortið. Tí tey vita, at fáa tey trý klipp, so er altso vandi fyri at missa koyrikortið, sigur Ole Birk Olesen, flutningsmálaráðharri, við DR Nyheder.

Trý klipp kosta koyrikortið

Fær ein trý klipp í koyrikortið í trý ár, missir ein koyrikortið treytað og skal upp til nýggja teori- og koyriroynd.

Loyvt verður við nýggju reglunum framvegis at tosa í hondfríari fartelefon undir koyringini

Danski Fólkaflokkurin stuðlar uppskotinum hjá stjórnini. Sostatt er frammanundan meiriluti tryggjaður fyri lógaruppskotinum, sum flutningsmálaráðharrin fer at leggja fram í heyst.

Helst eisini í Føroyum

Føroyska ferðslulógin heimilar ikki klippi í koyrikortið fyri at tosa í handhildnari fartelefon.

Ikki sum er ið hvussu er.

Vakthavandi á Politistøðini í Havn væntar tó, at kemur hetta í gildi í Danmark, gongur neyvan long tíð, áðrenn tað eisini verður broytt í føroysku ferðslulógini, næstu ferð hon verður dagførd.

Revsingin fyri at tosa í handhildnari fartelefon í Føroyum er bót.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi