Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Sparingarnar á Setrinum eru sum at pissa í buks

Innanlands, Lesarabrøv | 22/01-2018 21:37

Setrið skal spara pengar. Hetta hevur við sær álvarsamar sparingar fyri okkum lesandi.

Orsøkin er eftir okkara tykki ov lítil játtan frá Føroya Løgtingið. Tað er greitt, at politiska skipanin ikki hevur raðfest Setrið í nóg stóran mun. Hetta stendur als ikki í mát við samgonguskjalið hjá samgonguni og heildarætlanina “Fólkaflyting og fólkavøkstur”. Sparingarnar á Setrinum eru sum at pissa í buks. Tað er heitt og fjált eina stutta løtu, men síðani verður tað kalt og klebrut.

Samgongan hevur gjørt summar batar fyri lesandi á hægri lesnaði. Studningurin er hækkaður frá 3800 kr. um mánaðin til 4300 kr. um mánaðin, umframt at studningur nú verður veittur allar 12 mánaðirnar í árinum, og ikki bert teir 11, sum tað var frammanundan. Eisini hava lesandi við børnum fingið betur kor. Setrið hevur eisini fingið størri játtan, men hendan játtanin er bara als ikki nóg stór í mun til framtíðar málini fyri hægri lesna í Føroyum og tann stóra hækkanin av lesandi á Setrinum seinnu árini.

Sparingarnar raka okkum lesandi heilt ítøkiliga. Nevnast kann t.d.:

- Ongin lesandi verður tikin upp til búskaparfrøði í 2018
- Strikað verður lestrarvegleiðarastarv frá 31. mars 2018
- Útsett endursetan av støddfrøðistarvi á Námsvísindadeildini
- 2 valfak á Søgu- og samfelagsdeildini verða strikað
- Løgfrøði verður lagt um til gjaldsskeið
- Starvslæra á Námsvísindadeildini verður skert umframt at eyka samsýningar fyri vegleiðing og próvdøming til bachelor uppgávur verður spard á Námsvísindadeildini
- Fráfaringaravtala er gjørd viðvíkjandi einum lektarastarvi á Sjúkrarøktarfrøðideildini
Hesar sparingarnar gera tað als ikki meira spennandi og lokkandi at lesa í Føroyum. Vit vænta t.d., at fleiri, sum hugsa sær at lesa búskaparfrøði í Føroyum, heldur velja at lesa tað uttanlands. Hetta er ein stórur missur fyri Setrið og Føroyar. Eisini hava hinar sparingarnar við sær, at fakliga støðið lækkar á fleiri deildum á Setrinum.

Í heildarætlanini “Fólkaflyting og fólkavøkstur” frá 2013 er útbúgving og at raðfesta Setrið eitt av greiðu málunum fyri at fáa fólk at støðast. Har verður m.a. sagt um Setrið: “Umframt at endurskoða og styrkja verandi útbúgvingartilboð er neyðugt, at Fróðskaparsetrið mennir nýggj útbúgvingartilboð og granskingarøki, ið føroyska samfelagið hevur tørv á.”

At fólk lesa á Setrinum og ikki uttanlands hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin og mentanar- og sosiala lívið. Lesandi brúka teirra pengar her og eru við til at skapa lív og trivna. Hetta hevur eitt stórt virði fyri okkum.

Samgonguskjalið frá 2015 millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur nógv vøkur orð um útbúgving og Setrið. M.a. verður sagt:

- Aldurs- og kynssamansetingin er fremsta avbjóðingin, so samgongan fer alt fyri eitt undir at fremja átøk á hesum øki (...). Hetta ber í sær íløgur í útbúgving og gransking, vinnumøguleikar, lestraríbúðir og fjølbroytt mentanartilboð, so Føroyar gerast lokkandi hjá ungdómi.

- Lagt verður fyri við at gera ætlan um, hvussu vit byggja og menna Fróðskaparsetrið, lestrarbý við tilhoyrandi bústøðum, granskingarkarmar og mentanar- og frítíðartilboð til ung lesandi. Eisini skulu korini hjá lesandi og støkum uppihaldarum bøtast munandi, so hesi kunnu liva og virka í Føroyum.
Vit mæla til, at tit vísa hesu vøkru orð í verki við at játta Setrinum fleiri pengar.

Vit heita á lesandi og starvsfólk á Setrinum um at alment gera vart við hesa serstakliga keðiligu støðu. Bara soleiðis kunnu vit leggja trýst á politisku myndugleikarnar fyri at fáa eykajáttan frá Løgtinginum uppá 7 milliónir kr. soleiðis, at Setrið kann halda áfram uttan sparingar komandi árið.

At pissa í buks fjálgar eina stutta løtu. Sparingarnar hava við sær, at Setrið heldur játtanina, men tað gerst skjótt kalt og klebrut. Mentamálaráðið hevur møguleika at steðga sparingunum við at biðja Løgtingið um eykajáttan.

Hervør Pálsdóttir,
lesandi á Setrinum og forkvinna í Føroynevndini hjá MFS

Tráin Petursson Nónklett,
lesandi á Setrinum og stýrislimur á Setrinum


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi