Føroyar blivu minni grønar í fjør
Framleiðslan av grønari orku klárar ikki at fylgja við vaksandi orkunýtsluni.
Hóast samgonguskjalið hjá samgonguflokkunum hevur fagrar visjónir um, at Føroyar skulu leggja um til grøna orku, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni, at innflutningurin av olju vaks heili 21% (í nøgd) frá januar til november í fjør, samanborið við sama tíðarskeiði árið fyri. Av tí at oljuprísurin eisini hækkaði í sama tíðarskeiði, er talan um ein virðisvøkstur á 49% í virði.
Brennievni telur nú 13% av øllum innflutninginum og er harvið okkara triðstørsta innflutningsvøra.
Vit brúka meira og meira orku, og tølini vísa, at hóast vit framleiða meira av grønari orku nú, so megnar framleiðslan í løtuni ikki at fylgja við vøkstrinum í orkunýtsluni, og harvið blíva Føroyar minni og minni grønar.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur