Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ein dáragerð

Heilsa, Lesarabrøv | 27/01-2018 11:50

Tað er mær ein gáta, at vælvirkandi og skræddaraseymaða Læknamiðstøðin við Sandin í Klaksvík, nú skal flytast inn í eitt 34 ára gamalt røktarheim. Eitt røktarheim, sum er bygt til røktarheim og ikki læknamiðstøð. Læknamiðstøðin er væl placerað beint við apotekið, góðir parkeringsmøguleikar og er løtt atkomilig hjá øllum. Hædd er enntá tikin fyri útbyggingarmøguleikum. Hetta verður alt gjørt ímóti viljanum hjá serkunnleikanum/kommunulæknunum á staðnum. Ella eru teir ikki eingang eftirspurdir ?

Hetta kann valla kallast annað enn ein dáragerð. Kommunulæknar og heilsustarvsfólk skulu flytast úr eini vælvirkandi læknamiðstøð, sum er skræddaraseymað/bygt til endamálið inn í eitt 34 ára gamalt røktarheim, sum er skræddaraseymað/bygt til røktarheim. Hetta eru tvey vítt ymisk endamál. Tað verður ofta sagt, at vit skulu burtur frá at keypa gamalt og umbyggja til endamálið, og hesum eri eg samd í. Í longdini verður hetta sum oftast ein dýrari og verri loysn enn at byggja nýtt. Her skulu brúkast 15 mill og vit fáa ikki bara onki fyri peningin, men vit fáa eitt verri produkt!

Hetta kann samanlíknast við, at eitt lutfallsliga nýtt og vælvirkandi bakarí flytir inn í ein lutfallsliga gamlan bilverkstað og bilverkstaðurin so flytir inn í bakaríið. Síðani skulu bæði umbyggjast til endamálið. Hol í høvdið vildu vit sagt, og hetta hevði neyvan komið fyri í privatu vinnuni. Hinvegin sýnist tað tíverri soleiðis, at alt ber til innanfyri tað almenna. Kanska serliga væl, tá tað snýr seg um veik og sjúk. Politiskar kabalir verða tiknar fram um. Alt snýr seg um at fáa ávirkan – enntá fyri einhvønn prís.

Standi eisini spyrjandi yvirfyri, at borgarstjórin saman við leiðsluni á KS hevur verið runt á stovnum í Klaksvík og greitt frá, at tey í felag skuldu niðurleggja vælvirkandi læknamiðstøðina, uttan so frægt sum at hava spurt serkunnleikan/kommunulæknarnar á staðnum fyrst ? Fólkið má vera við, annars verður alt til fánýtis.

Umbyggja læknamiðstøðina til røktarheim
Sum rosinan í pylsuendanum er ætlanin harumframt, at læknamiðstøðin skal umbyggjast til eitt røktarheim?. Álvaratos, hvussu nógvan pening skal Klaksvíkar býráð nú brúka til at umbyggja læknamiðstøðina til eitt røktarheim ? Fer hetta at kosta skattahækking ? Nú má vit og skil koma í aftur. Lat okkum heldur gleðast um, seta prís uppá og varðveita tað, sum virkar.

Eitt er at gjalda skatt, har peningurin fer til eitt gott endamál, og tað sum er neyðugt. Í hesum førinum verða brúktar 15 mió til nakað sum frammanundan virkar og verður gjørt verri.

Harumframt skal ein ókend milliónaupphædd brúkast til at broyta læknamiðstøðina til eitt røktarheim. Hesar 15 mill vildu gjørt so øgiliga nógv meiri nyttu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, til ábøtur uppraðfestingar har. Hetta er eiitt skúladømi uppá skilaleyst og nyttuleyst alment oyðsl.

Vil staðiliga heita á avvarðandi myndugleikar um heldur at útbyggja vælvirkandi læknamiðstøðina tá hetta gerst neyðugt til frama fyri brúkarnar av læknamiðstøðini og starvsfólkini har. Fari at endurtaka orðini fyrr í greinini, at ein treyt fyri, at eitt mál skal eydnast er, at tú hevur fólkið við.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi