Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føroyar einasta norðurlandið við 4. floks-tilboði

Innanlands | 01/02-2018 16:15
Í dag byrja børnini heilt tíðliga at finglast við fartelefonina. Børnini eru ógvuliga ung, tá ið tey kunnu sigast at vera miðlabrúkarar. Tey hava sítt undirhald við filmum og spølum, og tað er verri enn so altíð lætt at vita hjá foreldrum, hvussu smábørnini handfara hesar miðlarnar, sigur Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi. | Mynd: Sonne Smith  

Sosialir miðlar eru bæði vinur og fíggindi. Ein stórur partur av arbeiðinum hjá SSP, ið er skúli, sosialir myndugleikar og politiið, er tann fyribyrgjandi parturin. Sum einasta norðurland hava Føroyar eina fullgjørda undirvísingargongd í 4. flokkunum í skúlunum, sigur SSP-ráðgevin, Óli Rubeksen, í samrøðu við Skúlablaðið.

Henda undirvísingargongd hevur eitt upplegg í fimm pørtum við heitinum "At ferðast á netinum". Undirvísingargongdin gevur næmingunum innlit í, hvussu teir skulu bera seg at, tá ið teir ferðast á netinum, og tað er vitiligt ikki smávegis.

Undirvísingargongdin er yvirhøvur knýtt at foreldrafundum. Netið er ein ov stór verð hjá børnunum at vera einsamøll í.

Tann støðuga áheitanin hjá SSP á foreldrini er, at tey eru upptikin av, hvussu børnini handfara netið.

 - Tí hóast foreldrini ikki eru serfrøðingar, so skulu tey fylgja við, hvussu børnini ferðast á netinum líka so væl sum tey fylgja við, hvat børnini annars gera, sigur Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi.

Flestu børnini fartelefon

Føroyar hava avgjørt eingi framíhjárættindi á netinum, men sambært Óla Rubeksen eru Føroyar frammarlaga soleiðis at skilja, at tey allarflestu børnini, sum fara í skúla í dag, hava fartelefon, og vit eru í teirri støðu, at samstarvið við foreldrini og teirra leiklutur eru altavgerandi.

Umframt uppleggið í 4. flokki hjá lærarunum, sum undirvísa í alnetshandfaring, hevur politiið sítt upplegg í 6. flokkunum saman við tí lokala SSP-læraranum.

- Tað er vorðið so fullfíggjað í dag, at vit kunnu siga, at teir flestu 4. flokkar í landinum taka hetta evnið upp, sigur Óli Rubeksen, ið samstundis heldur seg kunna staðfesta, at mongum foreldrum manglar vitan um allar teir hættisligu loynikrókarnar á netinum.

Vitan og hugburður skapa atburð. Foreldur mugu útvega sær vitan, og tað verður gjørt á foreldrafundunum í skúlunum. Hugburðurin verður skaptur saman við foreldrunum hjá børnunum í tí einstaka flokkinum. Tilgongdin vísir kortini, at neyðugt er at fara nógv fyrr í gongd við SSP-arbeiðið.

- So í næstum fara vit út í dagstovnarnar við einum tilboði, sigur SSP-ráðgevin.

Ungir miðlabrúkarar

Veruleikin er tann, at í dag byrja børnini heilt tíðliga at finglast við fartelefonina. Børnini eru ógvuliga ung, tá ið tey kunnu sigast at vera miðlabrúkarar. Tey hava sítt undirhald við filmum og spølum, og tað er verri enn so altíð lætt at vita hjá foreldrum, hvussu smábørnini handfara hesar miðlarnar, og hvat tey kunnu koma at trýsta á av óvart, tí at tað tekur burtur av tí tíðini, sum foreldur hava. Tað tekur eisini burtur av førleikanum hjá børnum og foreldrum at haga sær saman við øðrum.

Situr barnið í heilum einsamalt og hyggur at filmi, mennist tað ikki upp á nakran máta, tí er avgjørt neyðugt at koma við einum uppleggi, sum vísir á, at tað millum annað er ov einstáttað at liva lívið við tí, sum fæst burturúr einum filmi.

Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi sigur, at foreldur eru sera fegin um uppleggið at fara út á dagstovnarnar at breiða vitanina út um lívsins viðurskifti á netinum.

Niðurstøðan er, at tað er stuðlandi at vera uppalari eisini á hesum økinum, tí foreldrini fáa at vita – og vita yvirhøvur – at tað er teirra egna atferð, sum barnið speglar sær í.

 

 


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi